Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 tíðindi Í 1969 var gjørt av, at sjúkra­ systrar skuldu løn­ast 18 % und­ir lærarum. Hes­in ójavni er nú rætt­aður, sig­ur Óluvá í Gong, for­kvinna hjá Føroyskum Sjúkra­røktar­ frøð­ing­um Eirikur Lindenskov – 6% av karminum so vítt vit hava roknað upp á tað beint her og nú. Soleiðis sigur for­kvinn­ an hjá sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ u­num, Ólvuá í Gong, tá vit spyrja hana, hvussu nógv tann nýggja semjan, hon júst hevði skrivað undir upp­á, merkir fyri limirnar í pros­ ent­um. – Vit eru nøgd við at hava fingið nýggja lønartalvur. Gamla lønartalva okkara er vorð­in so trong, at trupult er at røra seg í henni. 21 av teim­ um av teimum lægru trin­ u­num eru burtur. Tí blív­ur tað so trongt, tá vit ikki hava fing­ið lagt nýggj trin omaná, sig­ur Óluvá í Gong. Hon sigur, at fleiri starvs­ fólk eru farin fram um vara­ leið­arar, og vara­leið­arar eru farnir fram um deild­ar­leið­ ar­ar í lønini. – Og tað hava vit so fing­ ið broytt nú við at gera eina nýggja lønartalvu og lagt lut­fallið innaftur, men sam­ stund­is, so hava vit eis­ini hækk­að talið í krón­um á teim­um ávísu løn­ar­trinu­ num, so vit hava fingð eitt løn­ar­lyft, sigur Óluvá í Gong. Hon vísir á, at lønin hækk­ ar á øllum stigum, men at tað er meira komplekst enn so, og tí er trupult at samanbera beint yvir, sigur hon. Spurd um hon er nøgd við løn­ar­hækkingina, tá tað hev­ ur verið frammi, at kravið var 23 prosent lønarhækkin. – Eg havi ikki sagt nakað um, hvat pronsetpart vit hava kravt. Eg hevði eina løn­ar­talvu við, og út­rokn­ing­ ar­nar upp á hana hava verið ym­iskar, sigur hon. Hon viðgongur eisini, at orðadrátturin hevur ver­ið harð­ur, so sum vit eisini hava sæð í almennum skriv­um bæði frá sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­um og frá Fíggj­ar­mál­a­ ráð­num. Spurd um hetta er úttykk fyri, hvussu samráðingarnar hava gingið, sigur Óluvá í Gong, at samráðingarnar hava verið óalmindiliga harð­ ar. – Og tað kann eg siga, sum havi sitið við til fleiri sam­ ráð­ing­ar gjøgnum árini. Men er forkvinnan hjá sjúkr­a­røkt­arfrøðingunum í nøgd for­kvinna í dag? – Ja, eg eri nøgd, tá eg skrivi undir. Men eg má sam­ stundis staðfesta, at allur tann part­urin, sum hevur við ar­beiðs­tíð­ar­reglar at gera, ligg­ur eftir og bíðar til næstu ferð, staðfestir hon. Spurd hvat hon held­ ur um tað, at sjúkra­røkt­ ar­frøð­ingarnir við hes­um sáttmálanum hava fing­ið nógv meira enn karm­ur­in, sum varð lagdur við sátt­mál­ anum hjá Starvs­manna­fel­ag­ num gav sigur hon, at tað er ikki so lætt at samanbera. – Vit hava so brotið hand­ an »leisti«. Og tað var júst tað, sum vit fóru eftir, og tí hava sam­ráðingarnar verið so harð­ar. – Orsøkin til at vit liggja so langt undir er, at vit blivu inn­plaseraðar fyri 50 ár­um síðani. Tá var tað eitt heilt annað samfelag. Vit blivu innplaseraðar undir mann­ fólka­løn­ir­nar. tí at hetta var eitt tradi­ti­onelt kvinnufak. Hetta var í 1969, sigur Óluvá í Gong. Hon sigur, at danska Tjen­ estemandens Løn­komm­is­ s­i­on tá innplaseraði sjúkra­ systr­ar 18 prosent lægri enn lær­ar­ar. – Hetta skuldi vera tí, at menn­inir forsyrgja kvinn­u­ num. Soleiðis er samfelagið ikki longur. So skeivleikin, sum nú verður rættaður, stav­ar heilt har afturi frá, sig­ur Óluvá í Gong. ka almennar lønir Semingsuppskot Fíggjarmálaráðið, hereftir FMR og Felagið føroyskir sjúkr­a­røktarfrøðingar, her­eftir FFS eru vorðin samd um at gera hesar broyt­ingar í sáttmála, ið varð galdandi til 30. sep­ tem­ber 2017. § 1 Løn § 3 í sáttmálanum verður broytt soleiðis: Partarnir eru samd­ir um nýggja løn­ar­talvu við 13 stigum. Løn­ar­talv­an er viðløgd sum skjal 1 til semjuna og er part­ur av semjuni. Løn­ar­talv­an er galdandi í sátt­mála­tíð­ar­ skeið­num. Sjá lønartalvu fyri fast­lønt og tímalønt. § 2 Flokkingar § 31 í sáttmálanum verð­ ur broytt soleiðis: Sjúkr­ a­røkt­arfrøðingar ganga stig­ini: 1, 2, 3, 4, 5 og 6 Sjúkrarøktarfrøðingar sett­ir í starv við master, phd ella professara sum før­leika­krav, fáa lønar- og set­an­ar­við­ur­skifti sam­ svar­andi sátt­mála­num hjá AKF. Leiðari 1: Varaleiðarar utt­an førleikaviðbótir ganga á stig 7. Flokking á hes­um stigi kann bert gerast við semju millum part­ar­nar. Leiðari 2: Aðrir vara­ leið­a­r­ar ganga á stig 8 Leiðari 3: Deild­ar­leið­ar­ ar ganga á stig 9 Leiðari 4: Varðastjóri Gigni, Økisvarðaleiðarar ganga á stig 10 Leiðari 5: Leiðandi sjúkr­a­røktarfrøðingar, Fyri­støð­ufólk við við­gerð­ ar- og hvíldarheim, ganga á stig 11 Leiðari 6: Stjóri Gigni, Økis­leiðarar, Varastjórar á KS og SSH ganga á stig 12 Leiðari 7: Varastjóri á LS gong­ur á stig 13 Allir sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­ar flyta í nýggja løn­ ar­stig­an nærmast yvir og utt­an lønarmiss. Sjúkrarøktarfrøðingar á endastigi, uttan bache­ lor­prógv, ganga eitt ár á stig 3. Røktari, ið tekur út­ búgv­ing sum sjúkra­røkt­ ar­frøð­in­g­ur flytur ef­t­ir lokna útbúgving yv­ir á lønarstigan hjá sjúkr­a­ røkt­ar­frøð­ing­unum uttan løn­ar­miss. § 3 Førleikaviðbøtur § 32 um viðbøtur verður broytt soleiðis: Fyri sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ingar við fram­halds­út­ búgving verða før­leika­ viðbøtur latnar soleiðis: ● 6 → 19 ECTS við 2% av løn­ar­stig 4 ● 20 → 39 ECTS við 4% av løn­ar­stig 4 ● 40 → 59 ECTS við 6% av lønarstig 4 ● 60 → 119 ECTS við 8% av løn­ar­stig 4 Viðbøturnar eru eft­ir­ løn­ar­gevandi. Aðrar viðbøtur sam­ bært grein 32 fella burtur. § 4 Gildiskoma Sáttmálin verður galdandi frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019. Semjan kann upp­sigast av báðum pørt­um við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. ok­ to­ber 2019. Tá sáttmálin er upp­sagd­ur, verða sam­ ráð­ingar at taka upp sum skjót­ast og í seinasta lagi ein mánað eftir, at á­heit­ an um samráðingar er kom­in. Partarnir eru samdir um, at samanskriva sátt­ mála­tekst­in við støði í hesi av­talu. Tórshavn, tann 20. november 2017. Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Óluva í Gong, forkvinna Fyri Fíggjarmálaráðið Kristina Háfoss, landsstýrismaður Lønarstig Grundløn Eftirløn Eftirløn Eftirløn Eftirløn Kvøld Nátt 5,3% 15% 2% 4% 6% 8% 15% 15% 15% 50% 20% 23,7% 30% Sjúkrarøktarfrøðingar: 1 26.500,00 3.975,00 530,00 1.060,00 1.590,00 2.120,00 152,88 22,93 165,28 24,79 165,28 24,79 76,44 229,33 30,58 36,23 45,87 2 27.904,50 4.185,68 558,09 1.116,18 1.674,27 2.232,36 160,99 24,15 174,04 26,11 174,04 26,11 80,49 241,48 32,20 38,15 48,30 3 29.383,44 4.407,52 587,67 1.175,34 1.763,01 2.350,68 169,52 25,43 183,26 27,49 183,26 27,49 84,76 254,28 33,90 40,18 50,86 4 30.940,76 4.641,11 618,82 1.237,63 1.856,45 2.475,26 178,50 26,78 192,98 28,95 192,98 28,95 89,25 267,76 35,70 42,31 53,55 5 32.580,62 4.887,09 651,61 1.303,22 1.954,84 2.606,45 187,97 28,19 203,21 30,48 203,21 30,48 93,98 281,95 37,59 44,55 56,39 6 34.307,39 5.146,11 686,15 1.372,30 2.058,44 2.744,59 197,93 29,69 213,98 32,10 213,98 32,10 98,96 296,89 39,59 46,91 59,38 Leiðari 1: 7 36.782,65 5.517,40 Leiðari 2: 8 38.732,14 5.809,82 Leiðari 3: 9 40.784,94 6.117,74 Leiðari 4: 10 42.946,54 6.441,98 Leiðari 5: 11 45.222,71 6.783,41 Leiðari 6: 12 47.619,51 7.142,93 Leiðari 7: 13 50.143,34 7.521,50 Fastlønt Yvir- tíðarløn Leygar- dagur Tímaløn Kvøldløn Náttløn Tímaløn Tímaløn Sunnu- halgidagløn Tímaløn Hækkar grundlønina við: 6 → 19 ECTS 20 → 39 ECTS 40 → 59 ECTS 60 → 119 ECTS Ójavnin skuldi rættast Her er semjan Talan er um eina heilt nýggja lønartalvur hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum í nýggja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið Kristina Háfoss, fíggjarmálaráfrú, og Óluvá í Gong, forkvinna hjá Føryskum Sjúrkra­røkt­ar­frøð­ ing­um eftir at sáttmálan varð undirskrivaður í Leigubúðini í Tinganesi mánakvøldið