Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um Almannaverkið Fleiri enn 900 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Starvið Deildarleiðarin fyri Endurvenjing verður settur fulla tíð og vísir til depilsstjóran í Viðskiftadeplinum. Starvið kann setast beinanvegin, ella eftir avtalu. Arbeiðsuppgávur Deildarleiðarin hevur ábyrgd av øllum virksemi á deildini. Deildarleiðari skal tryggja, at starvsfólkini hjálpa viðskiftafólkum at endurvinna førleikar og at viðskiftafólkini kenna, at tey fáa eina góða tænastu. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við viðskiftafólk, starvsfólk, leiðslu og myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Førleikar Fakliga viðkomandi útbúgving, so sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Umsøkjarar við leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndum kunnu hava fyrimun. Væntanir Væntað verður, at umsøkjari brennir fyri yrkinum innan endurvenjing og vil virka fyri, at samskiftið við deildina kennist greitt, einfalt og fakliga grundað, og at borgarin altíð verður settur í miðdepilin. Væntað verður, at umsøkjari hevur royndir innan fyrisitingarligt arbeiði og kunnleika til almennar myndugleikar. Leiðsluhugur og hegni at leiða hevur týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaðinum og menningini hjá starvsfólkunum, hevur nógv at siga. Rætti umsøkjarin dugir væl at orða seg í skrift og talu. Um deildina Endurvenjing Deildin fyri Endurvenjing veitir endurvenjing eftir §29 í Forsorgarlógini til vaksin í arbeiðsførum aldri. Málið við miðvísari endurvenjing er at røkka heilt, ella partvís sama førleika, sum viðskiftafólkið hevði áðrenn tørvin fyri endurvenjing. Høvuðsmálið er, at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív. Arbeitt verður eftir málum og virkisætlanum, sum verða orðað í samstarvi við borgaran. Harafturat skal Deildin fyri Endurvenjing at veita tænastur til borgarar og starvsfólk á sambýlum hjá Trivnaðardeplinum í Tórshavn, Eysturoy og Klaksvík. Talan er um eitt nýtt arbeiðsøki, undir uppbygging, sum kemur at fevna um fólk við fjølbreki ella seinheilaskaða. Málið er at finna loysnir, sum bøta fyri mistu førleikarnar og veita viðlíkahaldandi venjing. 8 starvsfólk eru á deildini, ið eru ergoterapeutar og fysioterapeutar. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum – deildin fyri Endurvenjing. Starvsheitið er deildarleiðari. Tann ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya, Ergoterapeutfelagið ella avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Lønin er sambært lønartalvu hjá Felag Tænastumanna Landsins í flokki 35. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til starv@ av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal „Deildarleiðari Endurvenjing”. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 01.12.2017 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá depilsstjóranum Hallur Thomsen á telefon 297040. DEILDARLEIÐARI TIL ENDURVENJING Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum og tilvitaðum deildarleiðara til deildina fyri Endurvenjing í Viðskiftadeplinum. Deildin veitir endurvenjing til vaksin í arbeiðsførum aldri. Harafturat veitir Deildin fyri Endurvenjing tænastur til borgarar og starvsfólk á sambýlum hjá Trivnaðardeplinum. Um Almannaverkið Fleiri enn 900 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Starvið Deildarleiðarin fyri Hjálpartól verður settur fulla tíð og vísir til depilsstjóran í Viðskiftadeplinum. Starvið kann setast beinanvegin, ella eftir avtalu. Arbeiðsuppgávur Deildarleiðarin hevur ábyrgd av øllum virkseminum á deildini. Deildarleiðarin skal tryggja, at starvsfólkini hjálpa viðskiftafólkum at blíva so sjálvbjargin sum til ber, við hjálpartólum, avlamisbilum ella húsabroytingum. Uppgávan er at tryggja, at viðskiftafólkini kenna, at tey fáa eina góða tænastu. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við viðskiftafólk, starvsfólk, leiðslu og myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Førleikar Fakliga viðkomandi útbúgving, so sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Umsøkjarar við leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndum kunnu hava fyrimun. Væntanir Væntað verður, at umsøkjari brennir fyri hjálpartólayrkinum og vil virka fyri, at samskiftið við deildina kennist greitt, einfalt og fakliga grundað, og at borgarin altíð verður settur í miðdepilin. Væntað verður, at umsøkjari hevur royndir innan fyrisitingarligt arbeiði og kunnleika til almennar myndugleikar. Leiðsluhugur og hegni at leiða hevur týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaðinum og menningini hjá starvsfólkunum, hevur nógv at siga. Rætti umsøkjarin dugir væl at orða seg í skrift og talu. Um deildina Hjálpartól Deildin veitir stuðul og ráðgeving til fólk við varandi virkistarni. Talan er um stuðul og ráðgeving í samband við hjálpartól, bústaðarbroyting og avlamisbilar. Harumframt er ein uppgáva at ráðgeva og vegleiða í samband nýbygging til borgarar við rørslutarni. Deildin kann ráðgeva og leiðbeina almennar myndugleikar og onnur viðvíkjandi hjálpartólum, viðvíkjandi byggi- og bústaðarspurningum og um avlamisbilar. Deildin gongur undan tá tað kemur til vælferðartøkni innan eldrarøkt og trivnaðarøkið, við at deildin selur og leigar hjálpartól til almennar stovnar. 14 fólk starvast á deildini, tað eru ergoterapeutar, fysioterapeutar, goymslufólk og tøknifólk. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum - deildin fyri Hjálpartól. Starvsheitið er deildarleiðari. Tann ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya, Ergoterapeutfelagið ella avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Lønin er sambært lønartalvu hjá Felag Tænastumanna Landsins í flokki 35. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til starv@ av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal „Deildarleiðari hjálpartól”. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 01.12.2017 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá depilsstjóranum Hallur Thomsen á telefon 297040. DEILDARLEIÐARI TIL HJÁLPARTÓL Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum og tilvitaðum deildarleiðara til deildina fyri Hjálpartól í Viðskiftadeplinum. Deildin veitir stuðul og ráðgeving til fólk við varandi virkistarni. Talan sum stuðul og ráðgeving í samband við hjálpartól, bústaðarbroyting og avlamisbilar. Harumframt er uppgávan at ráðgeva og vegleiða í samband nýbygging til borgarar við rørslutarni.