Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit vilja hjartaliga takk øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermanna, omma og langomma Fríbjørg J. Justinussen fødd 7. februar 1941 - deyð 8. september 2017 andaðist og var jarðað. Tøkk til Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Tøkk fyri uppringingar og vitjanir bæði heima og á sjúkrahúsinum. Takk til Jens Mortan prest, kirjutænarar, gravarar, urguleikara, forsangarar og Svein fyri vakran sang. Takk til tykkum, sum hjálpti til ervið. Takk fyri kransar, blómur og minnisgávur. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Palli, Sólrún, Jóna og Fróði Tøkk Hjartans tøkk til tykkara, ið sýndu okkum samkenslu, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ingibjørg Thomsen f. 18. mai 1940 d. 30. juli 2017 andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Lágargarði fyri góða røkt og umsorgan. Tøkk fyri, at tit vóru so góð við hana, tíðina hon búði har. Tøkk til Berg D. Joensen, prest, fyri vøkur og troystarík orð á Lágargarði og í kirkjuni. Tøkk til ommubørnini fyri vakra og inniligan sang og gittarspæl, ið fjálgaði hesa løtuna. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar. Tøkk fyri vakrar blómuheilsanir og tøkk fyri gávur til Meinigheitshúsið. Tøkk fyri alla hjálp, ið varð veitt okkum til jarðarferðina og ervið. Stóra tøkk til tykkara, ið fylgdu Ingibjørg til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Ann, John, Sveinur og Laila Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jegvan M. Eliasen (Jegvan í Heimistovu) Fuglafjørður * 02.03.1939 † 27.08.2017 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Anne Mette Greve Klementsen, prest. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk til mannskóriðini fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt, hjálptu til heima, jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hildigarð Jóhanna, Eyðun, Símun og Hanus Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi okkara, Kári Karbech Mouritsen andaðist og varð jarðaður. Vit eru sera takksom fyri stóru umsorgan og samkenslu starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum í Havn vísti honum og okkum seinasta tíðina. Takk til tykkum, ið vitjaðu og á annan hátt vóru við til at gera seinastu tíðina hugnaliga og góða. Takk til tykkum, ið bóru og á annan hátt hjálptu til í kapellinum, í kirkjuni og á grøvini. Takk til Tórshavnar Manskór. Takk til tykkum, ið hjáptu í ervinum. Takk til øll, ið sýndu samkenslu á ein hvønn hátt. Takk til prestin, Annemette Greve Klemensen, fyri troystarrík, góð orð. Takk til starvsfelagarnar í AUTO, fyri koyring og stuðul. Familjan vil við hesum takka øllum, ið gjørdu seinasta tíðina so minningarríka. Takk øll! Vegna familjuna Bogi og Katrin Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Skattalistin fyri 2016 Skattalistin fyri Runavíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í tíðarskeiðnum frá 23/11 – 7/12 2017, báðir dagar íroknaðir. Skrivstovan er opin: mánadag til hósdag kl. 9.00 – 16.00 fríggjadag kl. 9.00 – 15.00 Runavíkar Kommuna Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR