týsdagur 21. november 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136
Mánadagin andaðist Petur Skeel
Jacobsen, fyrrverandi veðurmað
ur, 92 ára gamal.
Til fyri góðum tveimum árum
síðani var Petur Skeel Jacobsen
fastur fúsur í Miðlahúsinum í 19
ár sum veðurmaður. Hann kom
trúliga hvønn morgun at lesa
veðurkort og skriva um veðrið til
Sosialin og at lesa veðurtíðindini
á Rás2.
Petur Skeel varð føddur í
Tungugøtu í Havn tann 28. juni í
1925. Pápin, Mourits E. Jacobsen,
var ættaður úr Kaldbak og mamm
an Elisabeth, fødd Poulsen, var av
Eiði.
Tað vóru ringar tíðar fyrst í
1930-unum. Hetta gjørdi, at pápin
misti húsini í Tungugøtu í Havn,
har Pedagogfelagið heldur til í
dag. Ti flutti familjan til Kaldbak,
har tey bygdu sær nýggj hús, tá ið
Petur var 6 ára gamal.
Í fyrsta umfari fluttu tey til
Eiðis, har systirin Poula varð
fødd. Hini systkini vóru Hildur
og Jensia. Petur var einsamallur
beiggi. Nú er bara Poula eftir í
systkinaflokkinum.
Petur gekk í barnaskúla í
Kaldbak. Í 1939 var hann niðri í
Danmark við skúlabørnum við
Tjaldrinum. Slíkir túrar byrjaðu
í 1936, tað vóru 50-100 børn við
hvørja ferð. Hetta var eitt framúr
upplivilsi hjá børnunum. Men
hesar ferðir steðgaðu við her
setingini í 1940.
19 ára gamal fór Petur til Havn
ar á Preliminerskúla. Hetta var
undir krígnum, og skúlin hevði
hølistrupulleikar. Tí gingu tey
í skúla í Realskúlanum aftan á
døgurða frá klokkan 15 til út á
kvøldið. Skúlin flutti seinni til
rúmsáttari hølir.
Petur tók prógv í 1946. Hann
fór tá í læru á Gjaldstovuni og ar
beiddi har í nøkur ár.
Í 1946 kom Veðurstovan á
Skansanum í Havn, og í 1948 varð
lýst eftir hjálparfólki. Petur søkti
arbeiðið og fekk tað.
Hetta kom so at leggja lívs
leiðina. Tað lá líkasum í luftini, at
hann skuldi blíva veðurfrøðingur.
Sum smádrongur í Kaldbak hevði
hann stóran áhuga fyri veðrinum,
og sum tey vaksnu gekk hann
javnan og hugdi upp á luftina
at vita, um nøkur tekin vóru um
broyting í veðrinum.
Tað eru í hesum døgum 21 ár
síðani, at Petur byrjaði sum fastur
veðurmaður á Sosialinum. Tað
var í teirri tíðini, tá Sosialurin
so at siga bara var eitt blað, ið so
dánt var komið á internetið. Petur
fylgdi við broytingunum. Hann
skrivaði á teldu beinanvegin.
Fyrstu árini fingu vit veðurkort
sendandi frá DMI um telefax,
men brátt nýtti Petur veðurkort á
internetinum.
Petur legði sær beinanvegin
dagin til rættis. Hann búði í Tórs
byrgi í eysturbýnum og ferðaðist
við bussinum út í blaðhúsini, sum
tá vóru á Argjum. Og hann helt
fram, tá Sosialurin flutti í Miðla
húsið í Vágsbotni í 2005. Petur
var so trúgvur, at vit kundu stilla
klokkuna eftir honum. Hann kom
altíð til somu tíð og fór altíð til
somu tíð.
Og ikki nóg mikið við tí. Tú
kundi eisini lesa veðrið eftir,
hvussu Petur var ílatin. Um hann
bara var í ljósa klædningsjakka
num, so var gott veður í væntu.
Var hann í ljósa frakkanum, so
kundu vit vænta slvaið veður og
regn. Men kom hann í bláu úlpuni
– og í skinnhúgvuni, so var óveður
og kuldi í væntu.
Kona Petur, Malla, var ættað úr
Rituvík. Hon doyði í 1987. Tey fingu
tríggjar synir, sum allir búgva í
Danmark. Teir eru Allan Mour
its, sum er ógiftur, Dávur Kristin
eigur trý børn og Poul eigur tvey
børn.
Petur Skeel hevur eisini havt
ymisk frítíðarítriv. Honum dámdi
sera væl at dansa, sum hann altíð
hevði gjørt nógv við – eisini árini
í Danmark. Hann hevur eisini ver
ið fastur fúsur í dansifelagnum
Dansifrøi. Hann hevur verið á
dansiferð í fleiri londum.
Petur hevur eisini havt tipping
ella vedding í fótbólti sum ítriv.
Og í samrøðu við Óla Jacobsen, tá
hann fylti 90 mátti hann sanna, at
tað er truplari at spáa um fótbólt
enn um veðrið! Men onkuntíð
vann hann kortini.
Upprunan til millumnavnið
Skeel kendi Petur eisini, áhugaður
í ætt sum hann var. Ein av hansara
forfedrum var Bødker Peder Ped
ersen Scheel, sum doyði 23. sep
tember 1816, 74 ára gamal.
Petur hevði sín síðsta ar
beiðsdag í miðlahúsinum 19. juni
í 2015. Tað var als ikki ætlanin,
at so skuldi verða, tí góða viku
seinnni, 28. juni, fylti hann 90
ár. Miðlahúsið hevði boðið til
móttøku at heiðra Petur. Men
hann var so óheppin at bróta
mjødnina sunnudagin fyri føðing
ardagin. Hann var tó so byrgur, at
hann kom til móttøkuna, hóast
hann sat í koyristóli. Hann kom
ikki fyri seg aftur.
Petur hevur seinastu tvey árini
verið á Lágargarði í Havn.
Bønarhaldið verður í kapelli
num á Landsjúkrahúsinum fríggj
adagin klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju leygar
dagin klokkan 12.
Vit lýsa frið yvir minnið og
høgt virda starvsfelaga okkara,
Petur Skeel Jacobsen.
Eirikur Lindenskov
Petur Skeel Jacobsen farin