Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen - Tað nýtist eingin lógarbroyting til at leingja veiðiloyvini, um eing­in fiski­vinnunýskipan verð­ur sam­ tykt fyri 1. januar 2018, tí lands­ stýris­maðurin í fiski­vinnu­málum hevur longu í galdandi lóg heimild at endur­nýggja loyvini. Tað sigur stjórin í Vørn, Elmar Høj­gaard, sum vísir á, at tað er løg­ tingið sum avger fiskidagatalið til eitt nýtt fiskiár. Heimild er í lógini Stjórin í Vørn sigur, at í grein 7 b í lógini um vinnuligan fiskiskap stend­ur, at veiðiloyvi, latin sam­ bært hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018. Tá veiðiloyvi fer úr gildi, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sambært lógini. Elmar Højgaard vísir á, at í grein 7 c í somu lóg stendur eisini, at hóast ásetingarnar í grein 7 b kann veiði­loyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari lýkur treytirnar sam­ bært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. - Í somu grein – grein 7 c – stendur eisini, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í samband við endur­ nýggjan av veiðiloyvi. Hetta merkir, sigur stjórin í Vørn, at landsstýrismaðurin hev­ ur heimild í galdandi lóg at forða fyri, at øll fiskiveiða heldur upp­at, um tað skuldi hent, at eing­in fiski­ vinnu­nýskipan verður sam­tykt fyri 1. januar 2018. - Í uppskotinum til broytingar í lóg­ini um vinnuligan fiskiskap, tá tað kom í lógina, at loyvini skuldu fara úr gildi hin 1. januar 2018, stóð upp­runaliga, at loyvini blivu longd, um eingin nýggj lóg kom fyri ta tíð. Men, ímillum tingviðgerðirnar kom áset­ingin í lógina um, at ”lands­ stýris­maðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyri­sit­ ing í samband við endurnýggjan av veiði­loyvi…”, sigur Elmar Højgaard. Hjólini skulu mala Stjórin í Vørn sigur, at neyðugt er at hava eina galdandi fiskiveiðiskipan, soleiðis at fiskiflotin ikki liggur, um eingin nýggj lóg er komin í staðin fyri lógina, sum gongur út. - Tað er neyðugt hjá einum og hvørjum samfelag, at hjólini kunnu mala víðari, um politiski myndug­ leik­in ikki semist um eina nýggja lóg ella framhald av verandi. Elmar Højgaard vísir á, at sam­ bært grein 11 í galdandi lóg um vinnu­ligan fiskiskap kann fiskifar ikki fara til vinnuligan fiskiskap utt­an veiðiloyvi. - Fáa vit ikki eina nýggja lóg um vinnu­ligan fiskiskap fyri 1. januar 2018, er tað landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum, sum situr við heimildini at endurnýggja veiði­ loyv­ini, so fiskiflotin eisini kann fara til fiskiskskap eftir 1. januar 2018, og tað er løgtingið, sum avger fiski­dagatalið til eitt nýtt fiskiár, sig­ur stjórin í Vørn. Landsstýrismaðurin kann endurnýggja veiðiloyvini - Tað er neyðugt at hava eina galdandi fiskiveiðiskipan, soleiðis at fiskiflotin ikki liggur, um eingin nýggj lóg er komin í staðin fyri lógina, sum gongur út. Tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum situr við heimildini, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn - Tað er eingin trupulleiki við hjáveiði hjá uppsjóvarskipum, sigur stjórin í Vørn Vilmund Jacobsen Av og á verður róð uppundir, at hjáveiða av botnfiski kann verða uppi í veiðini hjá stóru upp­sjóv­ arskipunum. Um so var, kundi talan skjótt verið um stórar nøgdir, tí uppsjóvarkvoturnar eru so stórar. Vørn ger regluliga kanningar, tá upp­sjóvarskip landa, og soleiðis er ikki so sjaldan, at eitt nú Tjaldrið sæst á vánni, har fiskurin verður land­aður. Men, Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, sigur, at her er einki at koma eftir, tí kanningarnar hjá stovn­in­ um vísa, at uppi í veiðini hjá hesum skip­um er eingin botnfiskur. - Tað er komið fyri – ja, eg vil siga við fleiri árum ímillum – at skip, sum hava roynt eftir svart­kjafti suður ímóti føroyska fiski­mark­ in­um, hava havt smærri nøgdir av upsa. Stjórin í Vørn staðfestir, at íbland­ing av botnfiski ikki er nakar trupul­leiki hjá uppsjóvarskipunum, og tí­skil eru tað ikki hesi skip, sum eru orsøkin til, at botnfiskaveiðan í før­oyskum sjógvi hevur verið svika­lig í fleiri ár. - Eina ferð ella tvær ferðir í fleiri ár er tað komið fyri, at lítil íbland­ ing hevur verið av upsa suðuri móti fiskimarkinum, men sum sagt hevur talan bert verið um smáar nøgd­ir, sigur Elmar Højgaard. Eingin hjáveiða hjá uppsjóvarskipum - Tað eru ikki uppsjóvarskipini, sum fiska botnfiskin, sigur Elmar Højgaard - Landsstýrismaðurin hevur heimild at leingja loyvini, og tað er løgtingið, sum avger fiskidagatalið, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn Mynd: Jákup Petur Gaardlykke Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur heimild í galdandi lóg at leingja veiðiloyvini, um einki spyrst burtur úr fiskivinnunýskipanini