týsdagur 21. november 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ið tú hugsar um fólk, her um vegir, so er
mangan at spurningurin stingur seg upp, um
hetta er eitt skyldfólk, sum hugsað verður
um.
Ættin – ættarlið.
Óli er sonur Thurid og Alexandur Abra
hamsen. Tey vóru 15 systkin og øll búgva
í Fuglafirði uttan Herman, ið býr Elling í
Jútlandi. Jú vit eru í ætt í báðar leggir. Thurid
og pápi, Theodor, vóru trímenningar. Omma
og abbi Óla vóru Petra og Óli á Bakkanum.
Petra og abbi í Toftum, Thomas Johan,
vóru systkinabørn. Petra var dóttir Lamba
Thomas, langabbabeiggja, sum setti seg nið
ur á Bakkanum í Fuglafirði uttan fyri bø
garðarnar tá á døgum. Hann var tvær ferðir
giftur og Petra var við seinnu giftu. Fyrra
konan doyði í barssilsong. Hon var ættað úr
Oyndarfirði.
Mamma og Alexandur vóru javngomul og
konfirmeraðust í senn úti á Nesi 1924. Gingið
varð úr Oyndarfirði út á Skipanes og róð
við báti hiðanifrá út á Nes. Tey vórðu doypt
í sama vatni og kallaðu hvørt annað fyri
javnaldurin. Foreldur Alexandur vóru Else
beth Malena Poulsen og Abraham á Bakkan
um í Oyndarfirði. Esmalena, sum hon varð
nevnd, var dóttir Daniel Peder Poulsen og
Johannu Sofíu Horn. Tey settu seg niður á
Trøðni í Fuglafirði og fingu 6 børn.
Daniel Peder og Harald Poulsen, abbi
ommu, vóru brøður. Teir vóru ættaðir úr
Tarti í Oyndarfirði, sostatt verða omma, Lena
í Ansastovu og Alexandur triði og annar. Ja,
so spennandi kann tað verða, tá ið komið
verður til ættina.
Thurid og Alexandur giftust 20. febr. 1935
í Fuglafirði og fingu 15 børn. Ì septembur í ár
rundaðu tey túsund ára livialdur. Alexandur
er uppvaksin í Fuglafirði hjá mammubeiggja
sínum, Poul Poulsen og Marin Malenu Elia
sen. Tey ynsktu sær ein drong í húsið og kom
Alexandur higar um leið fimm ára gamal.
Barjama og sorg.
Ja, tá ið 15 munnar skulu mettast, so skal
nógv til fyri at røkka hesum máli. Alexandur
var kavari, so hansara virksemi var undir
vatnskorpuni ein stóran part av hansara ævi.
Onkuntíð leikaði hart á t. d. tá ið Barjama,
sum var bretskt farmaskip, sum sigldi á
land Úti á Bø sunnan fyri Kirkjubø, tann
26. januar 1952 í kavaroki. Sandgrefstur í
Fuglafirði, Ormurin, hevði til uppgávu at
fáa ymiskt upp úr lastini á hesum skrokki.
Teir arbeiddu fyri tryggingina. Alexandur
kavaði og bant fast um nakrar stengur, sum
skuldu hivast upp. Tær gliðu úr stroppinum
niður á luftslanguna, tí betur við síðuna av
honum og luftin kom undan hóast henda
brest. Petur Midjord stóð við spælið og bleiv
skakkur av hesi hending. Alexandur lá har
og fekk ikki rørt seg, men knappliga kom
eitt sprek ein 3-4 “ planki til hansara, eins og
hann var boðsendur, sum hann fekk hendur
á og fekk lyft jarnstongaknýtið, so slangan
bleiv frí av hesum festi. Hetta var sjáldsamt,
og hetta var hansara bjarging.
Ja, Alexandur var nógvastaðni kring
landið og kavaði líka av Trøllanesi til Sumbiar.
Brøðurnir Símun( 78) og Edmund(73) tóku við
arvinum eftir faðir teirra og hava somuleiðis
kava ymsastaðni í Føroyum.
Sorg hava Thurid og Alexandur eisini
upplivað, tá ið tey mistu Abraham í Grønlandi
við einumm útróðrarbáti, 28. august 1958, har
róð út varð frá skonnartini, Tinganesi, sum
Richard Jacobsen í Klaksvík førdi. Anton
Hansen úr Norðagøtu var formaður á bát
inum og hin maðurin var ættaður frá Gjógv,
Petur Sivertsen, sonur Petur Jacob og Fred
rikku(Drikka) á Flótti og búði í Hósvík. Ábra
ham og hesin maðurin fórust, og Anton kom
undan. Hetta var ein sorgardagur í heiminum
og í bygdini, tá ið ein tannáringur í ungdóms
árum sjólátst.
Kirkjan í Dali
Sum 15 ára gamal 1952 fer Óli at læra til
snikkara/ timburmann hjá mammubeiggj
anum, Jacob Oluf Jakobsen. Her arbeiddi Óli
ein 40 ár. 1960- 1961 var Óli við Ólavi Halga,
tí lítið var at gera á verkstaðnum hjá Jacob
Olufi. Óli var eisini við at smíða kirkjuna í
Dali, sum er eitt meistaraverk í sjálvum sær.
At koma undir hesar bitar í hesi kirkju er
eins og at trína á ein fótlunn til Himmiríkis
dyr, so væl alt livir og trínur dansin í hesi
handfaring av hesum himmalska portri til
ævinleikan . Kirkjan varð lokað inni 1956 og
smíðað innan 1957. Tað er ein vøkur flyting, at
alt, sum leyst var, varð smíðað í Fuglafirði og
ført um fjørðin við útróðrarbátinum, Støðini,
sum Emil Toftegaard, verfaðir Óla, hevði, til
hesa lítlu, fittu, lívssælu bygd, Dals. Jú, tey,
sum hava sitið undir hesum bitum kunnu
bara ásanna at handverkið og tann listaligi
drátturin tosa sítt stumma mál saman á ein
siðiligan, natúrligan hátt til gleði og fragd fyri
tey, ið dagliga sita her og sanniliga eisini fyri
tey, ið vitja. Meðan Óli var í Dali búði hann
hjá Ridu og Sofus Johannesen í Putlhúsi
faðir til Jógvan Adolf, Vittus og Hans Marius.
Jógvan Adolf var løgtingsmaður og gamal
drongur, Vittus býr í Dali giftur við Thurid
og Hans Marius búði í Havnini og var giftur
við Bergliót, dóttir Sigurd Joensen. Sofus
Johannesen var deknur og teir, sum tóku
við eftir hann, vóru Annfinn Johannesen,
og Jóannes Johannesen( Jóannes í Dali).
Annfinn var morbróðir Jóannes.
Góðadalur.
Alexandur røktaði í Góðadali eini 50 ár.
Óli var manga ferðina við faðir sínum og
røktaði. Alexandur doyði 1979, seksti níggju
ára gamal. Tað vóru góðir dagar at ganga her.
Tá ið tann eystari dalurin eitur Halgadalur,
so kundi hugsast, at Góðadalur hevur borið
heitið í heidnari tíð, Guðadalur og Altarið
omanvert Góðadal hevur verið ein hørg.
Annars er at siga, at Góðadalur er ein av teim
um breiðastu dølunum í Føroyum.
Òli var tann seinasti, ið skar torv her 1957.
Torvið á Góðadali var so avbera gott. Nes
heiðarnir í dalinum bera hetta heitið, tí skorið
varð torv til Trøllanes. Nesmenn komu eftir
torvinum, og fuglfirðingar fingu fugl ístaðin
fyri. Sjálvandi skuldi tað verða torvkyrra, tá
ið lagt varð at lendiningi við Smørgjógv. Tá
ið leyparnir vórðu bornir oman, so varð altíð
ein torva løgd í ein hyl dygst við lendingina,
so menn vistu, hvussu nógvar leypar, ið nes
menn høvdu fingið. Tá ið trøllanesmenn
fóru við torvinum, varð róð út til Geirhólm
og rokin varð tikin omanav , og lagdur á
Stapatánna á Kalsoynni, áðrenn farið varð
um Kallin. Henda gongd í hesi søk er stak
vøkur. Thomas í Toftum segði fyri faðir, at
tað varð ikki skorið torv til Trøllanes eftir
1900. Thomas, sum var giftur við Fíufastir,
doyði 1985, 98 ára gamal.
Ta ið Óli var tann seinasti, ið skar torv
her, so varð hann hjálptur av abba sínum,
Óla á Bakkanum. Hann bar burtur og segði,
at tað vóru einir 40 leypar, ið komu undan.
Ja, mangan var hugnaligt um hesar leiðir t. d.
á hásummri. Tað vóru fleiri familjur í Fugla
firði, sum skóru torv um hesar leiðir. Í Buniá,
sum bit siga, á Kalsoynni er bert ein steinur,
sum verður kallaður fyri Sólsetursteinurin.
Tá ið skuggin kom á henda steinin, so
løgdu fólk torvarbeiðið frá sær og tóku seg
niðanfrá. Tá var klokkan hálvgum sjey á
kvøldi. Tá ið tey komu niðan í Ryskihjalla,
upp í Setrið, settu tey seg niður og drukku
vatn av kelduni uppi í Setrinum. Her liggur
enn ein koppur, sum fólk drekka av enn tann
dag í dag.
Thurid
Tá ið 15 systkin skuldu hava hava mat og
klæði upp á kroppin, so skuldi nógv orka til
fyri at fáa hetta at legnast. Ja, mangan sat
Thurid uppi út á náttina - bant og seymaði
klæði til børnini. Eisini hendi tað seg, at pakki,
eskja kom inn um gáttina, sum varð send til
teirra frá t. d. skyldfólki og kenningum. Jú
okkurt av hesum skuldi snikkast til, so at
tað sat, sum tað skuldi á kroppinum. Thurid
var dugnalig til hendurnar og skuldu teirra
børn ikki verða úrsýnd millum hini børnini í
bygdini. Tey gingu altíð væl ílatin.
Tá ið tað kom til matin, so vórðu t. d. 4
breyð elt og bakað hvønn dag. Um summarið
varð ofta lítið vatn í krananum, tí tey búðu
so ovarliga í bygdini. Tá ið so klæðini vórðu
vaskað, so mátti Thurid mangan um sumrini
bera vatn úr Traðará í vaskigrýtina.
Óli minnist ongantíð, at hann fór svangur
í song. Onkuntíð var heldur soltið undir
lonini, sum so mangan tá á døgum, men fólk
komu altíð undan á ein vakran hátt. Einum
sinni, tá ið tey høvdu smátt á kistubotninum
og Alexandur ikki hevði nakað arbeiði, ja, so
hildu tey kvøldbøn og løgdu alt í Harrans
hendur. Tóku eitt mannakorn og var skriftin
á vegginum Sálmur 37 ørindi 25 av Dávidi:
Eg ungur havi verið, eri gamal vorðin, men
onga tíð eg sá ein rættvísan uppgivnan, ella
børn hansara bidda breyð. Ja, løgið kann tað
tykjast mangan, men skamma stund eftir
hetta ringdi kaifútin og segði, at ein enskur
trolari var komin til kai og hevði fingið um
skrúvuna. Alexandur varð boðsendur at
koma at kava. Sum hugsað so gjørt. Fyri
hetta arbeiðið fekk Alexandur 1400 kr. Hetta
kom væl við
Sólrun og Óli.
Sólrun og Óli giftust 4. apríl 1964 og fingu
7 børn- 4 gentur og 3 dreingir. Sólrun er
dóttir Helgu og Emil Toftegaard. Helga og
greinskrivarin vóru trímenningar. Faðir,
Theodor og Emil vóru trímenningar. Helga
var dóttir Andreu og Símun Paula Klein.
Foreldur Símun Paula vóru Elin og Hans
Klein. Elin var abbasystir greinskrivaran, og
Hans var ættaður av Strondum. Fýra systkin
av kleinaslagnum komu til Fuglafjarðar:
Hans, Stranda Kathrina- kona Poul Vesturi í
Húsi, Nicolina -kona Magnus í Lon og Suffía
- kona Símun Heindrik. Fleiri av teimum,
ið eru komin undan hesari ætt, eru serliga
musikalsk og ikki kann eg siga annað enn,
at hjá Sólruni og Óla er hesin spunatráur
eisini sjónskur, tá ið tað snýr seg um sang
og tónleik. Ein ommudóttir teirra, Theresa,
hevur sungið við í Danmarks radio børnekor,
og fleiri av gentunum hava sungið við í Fugla
fjarðar gentukóri. Helgi er heldur ikki sørur,
tá ið tað snýr seg um at syngja og spæla t. d.
harmoniku og orgul.
Hjartaliga til lukku við teimum áttati
árunum
Frits
MINNINGARORÐ
Óli Abrahamsen
– Óli á Trøðni - áttati ár, 17. novembur.