Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 Hesi bæði fittu og fryntligu vin­fólkini hava lagt frá sær. Trúfasti og munarverdi vin­skapurin í fleiri áratíggju liggur eftir í fjálgum og fródligum minningum. Svava og Jóhann vóru javn­aldr­ar úr Havn og gingu í sama flokki. Tey giftust blaðung í prósta­garð­inum hjá Jákupi Joensen í 1961. Tey giftust inn í Tvørgøtu - í barna­heimið hjá Jóhann, sum um hetta mundið gekk á Læraraskúla. Framm­anundan hevði Jóhann verið á ítróttarskúla í Sønderborg. Í 1964 var Jóhann liðugur á Lærara­skúl­an­ um, og fer familjan inn á Glyvrar, har hann byrjar í lærarastarvi á Glyvrum. Við sær høvdu tey tveir smádreingir, Bjarna og Jákup Martin. Seinni løgdust tveir dreingir aftrat, Høgni og Árant. Tey bygdu harinni, og komu Svava og Jóhann saman við Jóhonnu og Kaj Åge Troest at leggja lunnar undir fimleikafelagið Støkk, sum í dag hevur 51 ár á baki, og sum er eitt fyri­myndarliga væl rikið ítróttarfelag við íðkarum kring allan Skálafjørðin. Jóhann var ein fimur og snøggur gymnastur, sum í 1971 vann føroyameistaraheitið í fimleiki hjá monnum. Hann var tann tryggi og væl­av­ bal­anseraði fimleikarin. Hann hevði nakað serligt yvir sínum lopum. Hetta var fyrsta steypið, ein “støkkari” hevur vunnið, tá kapping hevur verið millum HF og Støkk. Svava íðkaði eisini á fimleikakvinnuliðnum hjá Støkk og var við á úrvalsliðnum hjá før­oyingum í Holsterbro í 1971, ið varð sett saman av fimleikarum úr Støkk og HF. Fínligi og fimi kropsburðurin hjá Svavu hevði tað fim­leikaliga flogið, - hon var so leikandi løtt. Búmerkið hjá Støkk teknaði Jóhann. Tað myndar teir tveir ringarnar, ið vit síggja hangandi undan lofti í mangari fimleikahøll. Á Glyvrum var Jóhann í lærarastarvi fram til 1972. So var hann tvey ár í skúlanum í Elduvík, har pápi Jóhann var ættaður. Síðani fóru tey aftur út í Runavíkina. Ovi Brim segði við jarðarferðina, at Jóhann var lærarin, tú hevði virðing fyri og ongantíð gloymdi. Jóhann var ein sonn eldsál í gerandis­ degn­um og gekk trúliga inn fyri tí, hann hevði tak á. Hann hevði framúr góðar gáv­ur at tekna. Minnast manga myndaliga tekn­ ing í Mín jólabók og Barnablaðnum, ið pápi Jóhann, Kjeld lærari, í Bókadeildini hjá Lær­ ara­felagnum, skipaði fyri. Til eina drotn­inga­ vitjan fyri nú eini tíð síðani, málaði Jóhann ein oljumálning til Heindrik prins, ið fylti okkurt runt tað summarið. Myndevnið var lend­ingin í Elduvík. Drotningamaðurin segð­ ist vera ovurglaður fyri málningin. Jóhann flenti mangan og segði, at hann var konga­ lig­ur hofleverandørur. Gáva frá Runa­víkar komm­unu var hetta vist. Ein virkin skóti var Jóhann øll síni ung­ dóms­ár og var á jamboree-legu seint í fimm­ti­árunum. At hann var ein sera góður kvøð­ari, hava vit altíð vitað. Ja, hann fekk eitt lamb í gávu sum ungur fyri framúr gott stev og kvæðaskipan. Lambið lat ein vest­ menningur, plagdi Jóhann at taka til. Mus­ ikalskur sum fáur var Jóhann. Spældi raðið klav­er og harmoniku. Hevði gott tak á violin­ spæli umframt munnhørpu. Heima við hús stákaðist tann stillføra og altíð fryntliga Svava. Hugnalig var hon og mangan djúphugsin. Royndi mangt við for­ kunn­ugum vøkstri og fór so vandaliga um ein runn við hvonnum á Elduvíkarvegnum. Tú hevði fleiri ferðir árliga neyvt eftirlit við hes­um grøna, gróðrarmikla kjarri. Ársveitslurnar í Glyvra bio og fim­leika­ kapp­ingarnar millum Støkk og Havnar Fim­ leika­felag var altíð nakað, man gleddi seg til. Samstarvið var fyrimyndarligt millum felagið á Glyvrum og tað í Havn. Samferðslan gekk ikki so smidliga tá sum nú. Gigga á Strond­um mundi mangan vera hentur, tá am­boð og annað skuldi førast úr Havn inn á Glyvrar. Hugsjónarandi ráddi tá, - einki varð gjørt upp í pengum. Øll tóku tøk fyri síni feløg, ið ikki áttu sýru í vegg. Man gisti har mangan, tá tiltøk vóru á Glyvrum og tey í Havn hjá okkum. Hugfarsliga gingu prátini mang­an, - í rakstri og fletting, á hagatúrum og merkis­døgum. Vit eru nú í 2017. Fimleikarar í Havn og á Glyvrum hava í dag framúr góðar umstøður, - høllin Fimi í Havn og Bylgjan í Runavík. Alt er íkomið av einum kolosalum arbeiðsinnsatsi. Í kreppuárunum í 90unum fluttu Svava og Jóhann til Danmarkar. Hann virkaði sum lærari har, men teimum longdust illa heim­ aftur, minnist eg. Tað komu fitt brøv úr Dan­ mark, og ta einu ferðina skrivar Jóhann, at nú vilja vit heimaftur at búgva. Tað kom at passa mikið væl. Tey komu og settu seg niður í Funn­ingsfirði, har tey høvdu so mong góð minnir frá barna- og ungdómsárum. Men á leiðini komu brek. Jóhann gavst í skúlanum, og fluttu tey bæði úr Funningsfirði út aftur í Runavíkina í nýbygda íbúð í Æðu­ gøtu. Rímiligvís saknaðu tey tað, tey vóru far­in frá, men hetta var ein góð loysn , nú tey vóru farin at eldast. Dreingirnir so gott sum allir í grannalagnum har úti. Í fjør vár gjørdist Svava illa sjúk og and­að­ ist 15. mai. Jóhann saknaði sera nógv Svavu, ið hann helt gullbrúdleyp saman við hjá Høgna í Fuglafirði í 2011. Nú hann var vorðin so óhjálpin, fór hann á Ellis- ogg røktarheimið í Runavík, har hann í febr. í ár helt sín 75 ára føðingardag. Tá sást týðiliga, at orkan gekk undan og tað hugagóða og lívsglaða fjaðr­aði burtur. Nú í heyst fekk Jóhann eina heila­ bløð­ing, sum darvaði honum nógv. Hetta var hann so harmur um, at førleikin til tað handa­liga var farið við hesum bakkasti. Hann hevði í seinastuni lagt seg neyvt eftir at gera hornarbeiði, og hugur, hegni og hond sýndi hendinga gott arbeiðslag. Jú, Jóhann var ein multikunstrari, sum prestur tók til. Hóskvøldið 2. nov. andaðist Jóhann og varð grivin undir liðini á Svavu eina viku seinni. Hvílið í friði, takk fyri felagsskapin og fantastisk lívsminni. Poulina og Steinbjørn MINNINGARORÐ Hjúnunum Svavu og Jóhann M. Kjeld til minnis  Svava Karbech Mouritsen og Jóhann M. Kjeld á brúdleypsdegnum 19. august 1961. Tann 1. august andaðist beiggi okkara, Petur Jacobsen, á sjúkrahúsi í Århus, júst fyltur 70 ár. Foreldrini vóru Lisa og Vilhelm Jacobsen í Tjørnustovu í Norðragøtu. Tey vóru sum nógvir aðrir føroyingar “innilæst” í Danmark undir krígnum. Tey giftust tí í Danmark í 1942, og fram til 1950, tá ið familjan flutti til Føroya, fingu tey fimm børn. Umframt okkum synirnar vóru tað Malan, Elin og Anna Maria. Lissi varð seinni fødd í Føroyum. Um­rødda árið fluttu vit aftur til Føroya. Men umstøðurnar gjørdu, at Petur kom at vaksa upp hjá ommu og abba í Havn. Tey vóru Malla og Poli skómakarin, sum búðu í Konradsbrekku. Í húsinum var eisini mammu­beiggi, Niels Juel Háberg, sum í 1955 gift­ist við Sólrun. Tey fingu dóttrina Linu. Her fekk Petur eitt gott og trygt heim við allari tí umsorgan, sum tey øll kundu geva hon­um. Eisini fekk hann í Havn góðar vinir fyri lívið. Petur hevði eisini neyvt samband við foreldur og systkin í Gøtu. Tað varð nógv ferð­ast báðar vegir. Petur var ein gløggur drongur. Hann vildi royna ymiskt og royndi blaðungur sjólívið við farmaskipinum, Karin K., hjá Kjølbro. Men Petur var eisini fittur í hondunum, og hann fór síðani í fínmekanikaralæru hjá Ólavi Rasmussen. Hann hevði fingið eina fitta gentu. Hon bleiv við barn, og tey skuldu giftast. So fram­ tíðin var bjørt hjá tí 19 ára gamla Peturi. Men undan jólum í 1966 hendi tað, sum broytti lívið hjá honum. Petur kom tá út fyri eini vanlukku á motorsúkklu. Í fyrstuni stóð um lív hjá honum. So illa gekk kortini ikki. Men hann bleiv brekaður fyri lívið og skerd­ ur í sínum førleikum. Ein glotti var kortini, at í mars 1967 fekk hann eina dóttur, Bjørg. Petur var nógv í Danmark til viðgerðar aftan­á vanlukkuna. Tá var hann eitt skifti gift­ur við donsk/íslendsku Aðalbjørg, og tey fingu dóttrina, Maluna. Tilsamans átti Petur fimm abbabørn. Hjá fólki í hesi støðu hevði føroyska sam­ felagið tá ikki so nógv at bjóða. Tískil kom hann frá 1992 at búgva fast í Århus. Her var al­menna umsorganin fyri fólki við slíkum breki framúr. Men tann stóri munurin var, at í Føroyum hevði Petur ætt og vinir, meðan hetta var heilt øðrvísi í Århus, hóast systkin, døt­ur og onnur vitjaðu hann, tá ið tað lá fyri. Hetta var hann fegin um. Heilsan hjá Peturi versnaði sum frá leið, og hann hevði ynski um at sleppa aftur til Før­oya at búgva. Hetta varð eisini roynt, men viknandi orkan hjá honum gjørdi sítt til, at einki kom burtur úr hesum. Men hann legði tó dent á, at hann vildi verða jarðaður í Føroyum. Tann 21. juli fylti Petur 70 ár. Tá høvdu systkini ætlað at skipa fyri føðingardegi fyri honum í Århus. Men beint undan føð­ing­ ardegnum fekk hann eitt afturstig og endaði á sjúkrahúsi. Systkini og eldra dóttirin vóru um hann hesa seinasta tíðina. Tey vóru eisini um hann føðingardagin, men tá var tað greitt, at talan var bara um dagar, hann hevði eftir. Hann andaðist sum sagt 1. august. Tíbetur var hann ikki einsamallur. Systirin, Lissi, og mað­urin, Henning, vóru hjá honum til tað seinasta. Hann hevði eisini samband við Bapt­ista­ kirkjuna í Århus. Tey vístu honum umsorgan, eisini nú tað bar móti endanum. Petur varð grivin frá Ebenezer, har hann var komin sum barn og ungur. Ein slík jarð­ ar­ferð krevur hjálp frá mongum. Men her stóð ikki á við beinasemi bæði til jarðarferð og ervi. Og hóast Petur ikki hevur verið í Føroyum meginpartin av sínum vaksna lívi, so var heilt fitt av fólki, sum fylgdu og vístu Peturin tann seinasta heiðurin. Hesum er familjan eisini takksom fyri. Petur fekk sítt ynski uppfylt at verða griv­in í Føroyum. Her kom eisini til sjóndar, hvussu Føroyar er eitt samfelag, har vit koma hvørjum øðrum við. Hesum vilja vit takka hjartaliga fyri. Óli Til minnis um Petur hjá Mallu Petur og eldra dóttirin Bjørg