Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 6 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Í januar í 1973 varð søkt eftir skrivstovufólki til Suð­ur­ oyar sjúkrahús. Ungi mað­ ur­in av Tvøroyri, Ronnie Mid­jord, sum tá var 16 ára gamal, søkti starvið, og hetta varð ein av­gerð, ið myndaði restina av ar­ beiðs­lívi hansara, tí í mars mán­ aði komandi ár hevur 61 ára gamli Ronnie Midjord verið í sjúkra­ húsverkinum í 45 ár. Siðani 1. september í ár hevur hann tó sitið sum fyribilsstjóri á Lands­sjúkra­ hús­inum, inntil nýggjur stjóri verð­ur settur í starv. Mítt lív er sjúkrahúsið Sigur tú Suðuroyar sjúkrahús, ja so sigur tú óivað eisini Ronnie Midjord. Hann hevur verið har so longi, at hann hjá teimum flestu er vorðin ein integreraður partur av verkinum. Spurdur um, hvør maðurin Ronnie Midjord er uttan fyri arbeiðstíð, er hann skjótur at svara, at umframt familjuna, er lív hansara bert sjúkrahúsið. Hann hevur fyrr sitið í nevndum og verið aktivur í ítrótti og politikki, men eftir ein hjartatilburð í 1996 valdi hann, at hann bert skuldi savna seg um familju og arbeiði. – Í nøkur ár í kreppuni var øgi­ ligur ágangur á meg og á Suðuroyar sjúkrahús frá starvsfólki á Lands­ sjúkrahúsinum, tí pen­ing­ur varð nýttur til at byggja Suð­ur­oy­ar sjúkrahús, og játtanin til bygg­ ing­ina varð lækkað. Eg sat øll tey jól­ini og arbeiddi og royndi, at fáa end­arnar at hanga saman. Í 1996, tá eg júst var fyltur 40 ár, bleiv eg sjúkur, og ístaðin fyri ætlaðu feriuna, sum vit skuldu á, endaði eg á Ríkis­sjúkrahúsinum og fekk eina hjarta­operatión, sigur hann. Hann greiðir frá, at hesin til­ burð­urin eisini er ein av or­søk­un­ um til, at hann ikki hevur valt at søkja starvið sum stjóri á Lands­ sjúkra­húsinum. – Eg lovaði konu míni, at kom eg frá tilburðinum við lívinum, so skuldi eg passa arbeiði og onki annað. Eg havi ongan annan sess tikið uppá meg síðani tá, leggur hann afturat. –Dóttir mín fylti 16 ár tann dag­ in, eg skudi undir skurð, og eg setti í meg, at eg skuldi gera tað, sum eg kundi fyri at fáa eitt longri lív, sig­ur hann og greiðir frá, at av tí hann hevði mist beiggja sín, sum bert varð 49 ára gamal, so hugsaði hann um, at hann vildi ansa væl eft­ir sær sjálvum. Nú hann er komin upp í árini, heldur hann ikki, at tað er ráðiligt at taka eina stóra arbeiðsbyrðu á seg, sum starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum jú er. Eisini hugsar hann um børn síni, sum búgva og arbeiða í Danmark, og serliga son sín, sum bert 37 ára gamal hevur fingið staðfest sklerosu. - Øll mín familja er í Danmark, so eg vil fegin hava tíð til, at ferð­ ast til Danmarkar, og eg og kona mín hava ofta tosað um at flyta til Danmarkar, tá vit verða pen­sjón­ er­aði. Tað skal undra meg, um vit ikki gera tað, sigur hann. Turbulent tíð sum stjóri á LS Ronnie Midjord sigur, at hann var ómetaliga spentur at byrja aftur á Landssjúkrahúsinum, men hann var í iva um, hvussu hann fór at verða móttikin av starvsfólkinum, tí sum hann sigur, so hava nakrir dystir verið millum sjúkrahúsini gjøgnum ár og dag. – Eg var spentur uppá, hvussu eg fór at verða móttikin av fólki, sum eg onkuntíð hevði verið uppi at táttast við. Eg má tó siga, at eg eri nærmast rørdur yvir góðu mót­tøkuna, sum eg havi fingið. Tað hevur verið heilt fantastiskt, sigur hann. Hann visti tó, at tað var stór ósemja millum leiðslu og ljós­møð­ ur­nar á Lands­sjúkra­hús­in­um. Eis­ ini sá hann á játtani, at peningur fór at mangla í, hóast hann ikki visti, hvat hevði gingið fyri seg millum ráðið og Landssjúkrahúsið. –Tað var tað fyrsta, sum eg mátti taka mær av og fáa uppá beint, sigur hann. Ronnie Midjord heldur, at tað kann gott vera, at hann hevur ein annarleiðis leiðslustíl enn teir TAKKAÐI JA VIÐ EINI TREYT – Eg var spentur uppá, hvussu eg fór at verða móttikin av fólki, sum eg onkuntíð hevði verið uppi at táttast við. Eg má tó siga, at eg eri nærmast rørdur yvir góðu móttøkuna, sum eg havi fingið, sigur 61 ára gamli Ronnie Midjord, ið játtaði at átaka sær ábyrgdina sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum, við tí treyt, at starvið varð lýst leyst, tí hann hevur ætlanir um skjótt at sleppa aftur til Tvøroyrar PERSÓNSØGA Stjórin á Landssjúkrahúsinum: