Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 7 stjór­arnir, ið hava sitið undan hon­ um. – Eg havi eina keðiligheit, tí eg kann øsa meg skjótt upp, men eg eri líka skjótt niðri á gólvinum aftur. Tað er mín persónligheit, og onkur heldur í einum orðaskifti, at eg eri illur, men tað eri eg als ikki, tí tað liggur ikki so nógv aftanfyri, sigur hann. Byrjanin í sjúkrahúsverkinum Hann hevur ikki altíð havt ynski um at arbeiða í sjúkrahúsverkinum, og hann greiðir frá, at hann byrjaði at landa saltfisk og lossa sement í summarfrítíðini fyri at vinna sær nøkur oyru, tá hann var 14 ára gamal. Hann hugsaði nógv um, hvat hann skuldi gera, og hann hevði tvær umsóknir liggjandi til tvey ymisk størv. Umsóknir, sum av eini ella aðrari orsøk, ongantíð vórðu sendar. – Eg hevði tvær umsóknir liggj­ andi. Ein var til politiskúlan og ein til maskinmeistara hjá Maersk. Eg hevði ein vinmann, ið ynskti at verða løgreglumaður, og at vit báðir søktu saman, men trupulleikin var, at hann var nakað lítil, og tá í tíðini var krav, at løgreglufólk høvdu eina vissa hædd. Vit royndu at toyggja hann, men tað gekk ikki, flenn­ir Ronnie Midjord. Óvist er, um tað var orsøkin til, at Ronnie Midjord ikki varð løg­ reglu­maður, men í 1972 fekk Ronnie starv sum postboð á Tvøroyri, og har arbeiddi hann í eitt hálvt ár, áðr­enn hann fór á sjúkrahúsið. Skrivstovustarvið, ið Ronnie Midjord søkti í 1973, varð broytt til eitt lærlingastarv innan skriv­ stovuyrki, og hann søkti aftur og fekk tað starvið sum skriv­stovu­ lærlingur. Hann hevði tikið læru­ grein­ar á kvøldskúla í Suð­ur­oy, men mátti síðani til Havnar at taka lærlinga­starv. Hann kom til Havn­ ar í 1974 og var í Havn inntil síðst í 1976, áðrenn hann flutti suður aftur til Tvøroyrar. Eitt tíðarskeið, tá hann búði í Havnini, bleiv sjúkrahússtjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi sjúkur í nakrar mánaðir, og tá varð Ronnie sendur suður at verða stjóri. Hann var ikki fyltur 17 ár tá. – Tað var nokkso spesielt, men eg var ikki nervøsur, tí eg kendi øll fólkini har, sigur hann og leggur afurat, at tað er torført at skilja nú, at hann fekk hendan postin sum 16 ára gamal. – Ein kann kanska spyrja, hví ongin úr Havnini við útbúgving og royndum varð sendur suður, men tað er ongin loyna fyri tey, sum búgva norðanfyri, at tað eru 32 fjórðingar frá Tvøroyri til Havnar, men tað eru 88 suður aftur. Um tað hevði okkurt við tað at gera, veit eg ikki, men eg var glaður fyri at fara suðuraftur, leggur hann skemtiliga afturat. Tá lærutíðin var liðug, fór Ronnie Midjord suður aftur á Suð­uroyar sjúkrahús sum full­ trúi. Áðrenn hann fór suður, var alt bókhaldið og umsiting av Suð­ ur­oyar sjúkrahúsi í Havnini. –Tað flutti alt suður aftur við mær, sigur hann. Stórar broytingar í sjúkrahúsverkinum Um hesa tíðina í 1976 var man í ferð við at byggja røktarheim á Tvøroyri. Ronnie Midjord fekk eisini umsitingina av tí um hendi, og talið av starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum í Suðuroy varð tvífaldað frá 60 til 120 fólk. Longu tá varð eisini tosað um at ný­tímansgera Suðuroyar sjúkra­ hús, men tað varð ikki samtykt at byggja nýtt sjúkrahús fyrr enn í 1988. Ímeðan byggingin er í gongd, verða Føroyar raktar av fíggar­ krepp­uni fyrst í nítiárunum. Játtan var lítil og byggingin varð toygt. Tað tók átta ár ístaðin fyri trý ár, sum upprunaliga ætlað at byggja sjúkra­húsið. Samstundis fór man í gongd við at modernisera gamla sjúkra­húsið, so Ronnie upplivdi eina byggiperiodu á umleið 11 ár. Stór fíggjarlig broyting Hann greiðir frá, at fíggjaliga “Eg var spentur uppá, hvussu eg fór at verða móttikin av fólki, sum eg onkuntíð hevði verið uppi á táttast við. Eg má tó siga, at eg eri nærmast rørdur yvir góðu móttøkuna, sum eg havi fingið. Tað hevur verið heilt fantastiskt”