hósdagur 23. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
8
broytingin í sjúkrahúsverkinum
hevur verið stór hesi árini. Tá hann
byrjaði, varð játtanin samansett á
ein annan hátt, og hann heldur, at
alt ov lítið av peningi er settur av
til rakstur av sjúkrahúsunum, og tí
eru nógvir av bygningunum í ring
um standi.
Hann saknar, at politikkarar
seta seg inn í hvørjir tørvir eru,
tí teir vita ikki altíð, hvørjir
trupulleikar eru á staðnum.
– Høvdu politikkarar verið á
Landssjúkrahúsinum og hugt, so
lysti meg at sjá, um bygningarnir
vóru so illa farnir, sum teir eru í
dag, sigur hann.
Hann heldur tó eisini, at man
á Landssjúkrahúsinum skal grípa
í egnan barm og viðurkenna, at
mistøk til tíðir hava verið framd.
Eitt av hesum mistøkunum er, at
Landssjúkrahúsið hevur brúkt
pening til ov nógvar sergreinar.
– Tað er nakað tvætl, tí vit hava
simpulten ikki fólkagrundarlag
fyri at hava allar heimsins ser
greinar í Føroyum við 50.000
menniskjum, sigur hann.
Hann heldur, at betri hevði
verið um gynekologi, røntgen og
hjartaøkið vórðu ordiliga mannaði
við fleiri serlæknum, áðrenn fleiri
læknar vórðu serútbúnir á øðrum
økjum
– Í dag skal man hava sergreinar
í øllum, men ongi øki eru ordiliga
dekkaði. Tí faa vit heldur ikki fleiri
læknar heim, tí arbeiðsbyrðan
verður ov stór. Tann feilin skal
Landssjúkrahúsið eisini taka uppá
sín nakka, sigur hann.
Verkfallið hjá sjúkra
røktarfrøðingunum
Ronnie Midjord hevur upplivað
fleiri verkføll hesi næstan 45 árini,
hann hevur starvast í sjúkrahús
verkinum.
–Í 1988 varðaði eitt verkfall í
hálvan triðja mánað, og tá mátti
eg bæði koyra sjúkrabil og tøma
ruskíløt á Suðuroyar sjúkrahúsi,
sigur hann.
Sjúkrarøktafrøðingarnir hava
júst verið í verkfalli í 17 dagar, og í
vikuni varð nýggjur sáttmáli und
irskrivaður úti í Tinganesi. Hetta
verkfallið, sum júst er av, byrjaði í
smáum, og í fyrstuni kendi Ronnie
seg tryggan, tí bert narkosusjúkra
røktarfrøðingarnir fóru í verkfall.
Síðani varð verkfallið víðkað, og
bert ein medisinsk deild og ein
skurðdeild vóru opnar á Lands
sjúkrahúsinum. Hetta var gamla
skurðdeildin við skráveggjum
omanfyri føðideildina.
– Tá eg kom oman har, stóðu
nakrar sengur á gongini, og tað sá
óforsvarligt út. Eg ringdi til brunar
umsjónina, tí eg vildi vita, um hetta
var trygt, tí har var so smalt, at tað
ikki bar til at evakuera, skuldi eldur
komið í. Brunarumsjónin helt ikki
at hetta var forsvarligt, og tí vórðu
sjúklingar fluttir og bert ein var
eftir á A3, sigur Ronnie Midjord
frá um pressaðu støðuna seinastu
vikurnar.
Føroyskir sjúklingar lógu eis
ini á Ríkissjúkrahúsinum, sum
vildi fáa teir aftur til Føroya. Sam
stundis endaði tað við, at Klaksvík
ar sjúkrahús eisini lukkaði, og tá
var press frá øllum síðum, greiðir
hann frá.
–Tá so boðini komu at lukka
skurðdeildin, og taka allar sjúkra
røktarfrøðingar í verkfall, trysti
eg á reyða knøttin og segði, at nú
kann man ikki taka ábyrgd fyri,
at Landssjúkrahúsið er trygt hjá
sjúklingum longur, staðfestir
Ronnie Midjord.
Leygarkvøldið varð boðað frá, at
frá týsmorgni skuldu allir sjúkra
røktarfrøðingar takast í verkfall,
og hann greiðir frá, at hann ikki
fær ímynda sær, hvat hevði hent,
um semja ikki varð funnin millum
partarnar manadagin.
–Eg hevði væntað at politiska
systemið fór at traðka til, men
sum tíðin leið og klokkan varð
18 mánakvøldið, hugsaði eg, um
politiska systemið mundi vera
kollapsað, sigur hann.
Á Landssjúkrahúsinum varð
ein ætlan gjørd um, at læknarnir
skuldu ringja til avvarandi, og fáa
tey at koma inn at hjálpa við at
passa sjúklingarnar. Ætlanin var
ein ella tveir tímar frá at verða
sett í verk, tí ikki kundi bíðast
til morgunin eftir, tá Lands
sjúkrahúsið hevði verið tómt,
greiðir hann frá.
Landssjúkrahúsið hevur spart á
leið 1, 3 milliónir í lønarútreiðslum,
ímeðan sjúkrarøktarfrøðingarnir
hava verið í verkfalli. Nýggi
sáttmálin hevur tó við sær, at
kostnaðurin í lønum hækkar frá
1. oktober at rokna, men Ronnie
Midjord veit enn ikki, hvussu nógv
tað verður.
Ikki søkt starvið
Tá fyrrverandi sjúkrahússtjórin
Johnny í Grótinum segði seg úr
starvi í mai mánaði í ár, so dró tað
út við at lýsa starvið leyst, og tá 1.
september kom, varð onki starv
lýst leyst.
– Eg varð spurdur av aðalstjór
anum, um eg vildi bjóða meg fram,
men eg segði nei. Eg segði teimum
tó, at varð eg biðin, og leiðslan vil
hava meg at koma at hjálpa til
inntil starvið er sett, so skuldi eg
koma norð, staðfestir hann, og
leggur afturat, at hann setti ta
treyt, at starvið varð lýst leyst.
–Tað skal ikki forhálast, bara tí
at eg eri komin norð, tí so kann eg
skjótt fangast á skeiva beini, tí tað
var ikki tað, sum eg ætlaði, sigur
hann.
Tað hevur verið stór útskift
ing í stjórasessinum á Lands
sjúkrahúsinum, og teir stjóranir,
ið hava sitið har, hava ikki sitið í
langa tíð. Ronnie Midjord sigur, at
tað er eitt komplekst arbeiði, sum
krevur, at ein hevur royndir innan
sjúkrahúsverkið.
– Hetta er komplekst, og ikki
nakað, sum tú skjótt kanst seta teg
í. Hevur man ikki royndirnar, møtir
ósemjum og manglar pengar, so
trúgvi eg, at man roynir at sleppa
sær burtur, heldur enn at koyra seg
í sekk, sigur hann.
– Tað er ongin loyna, at tað
hevur verið snakkað negativt
um Landssjúkrahúsið, og tað
hevur verið við til at leggja trýst
á leiðsluna. Fakbólkar vilja gera
vart við seg og vísa, at vit ikki
kunnu vera tey fyri uttan. Eg
haldi tó, at í sjúkrahúsverkinum
kunnu vit ikki vera nakran
fakbólk fyri uttan, tí vit hava tørv
á øllum, og ikki bert læknum og
sjúkrarøktarfrøðingum, sigur hann
til endans.
PERSÓNSØGA
“Eg havi eina
keðiligheit, tí eg
kann øsa meg
skjótt upp, men eg
eri líka skjótt niðri
á gólvinum aftur. Tað er mín
persónligheit, og onkur heldur í
einum orðaskifti, at eg eri illur,
men tað eri eg als ikki, tí tað liggur
ikki so nógv aftanfyri”