Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 10 Kringvarpið BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO S einastu smáu tríggjar mán­ aðirnar hevur Kringvarpið havt ein nýggjan stjóra. Dia Midjord takkaði fyri seg síðst í august mánaði, og 1. sept­ember var tað Johnny í Grót­ in­um, sum setti seg handan róðri í Sortudíki. Tíðin síðani – og beint áðrenn – hevur verði merkt av ófriði. Nógv av rumblinum hevur verið alment áður, men skjøl, sum Sosial­urin hevur fingið vísa, at rumblið hevur verið munandi størri enn tað, sum almenningurin hevur upplivað. Vendu sær til Kringvarpsstýrið áðrenn stjóraskifti Eitt skriv, sum Sosialurin hevur fingið hendur á vísir, at tíðin beint áðrenn stjóraskiftið elvdi til ótryggleika á tíðindadeildini í Kring­varpinum. Orsøkin er, at Johnny í Grótinum sum Sjúkra­hús­ stjóri – sum hann var fram ímóti 1. sept­ember – klagaði Kringvarpið til Fjølmiðlakærunevndina fyri tíð­ indaflutning í samband við støð­ una á føðideildini á Lands­sjúkra­ hús­inum. Í hesum skrivi stendur at lesa, at tíðindafólk kendu seg noydd at kunna stýrið um óhøviskan atburð frá Johnny í Grótinum í samband við hetta málið og at tey somuleiðis kendu seg ótrygg við støðuna, nú komandi stjóri teirra hevði kært tey til fjølmiðlakærunevndina. Meira nágreiniliga stendur, at Johnny í Grótinum í fýra umførum í summar í ár royndi at leggja seg útí tíðindaflutningin hjá kom­andi ar­beiðs­plássi sínum. Tað við­førdi sambært skrivinum til Kring­ varps­stýrið ein ótryggleika á tíð­ Stríð í Kringvarpinum - STJÓRIN KLAGAÐUR TIL STÝRIÐ - Tvær ferðir hava journalistar sett seg í samband við Kringvarpsstýrið orsaka av ónøgd um nýggja stjóran, Johnny í Grótinum. Orsøkirnar eru, at journalistar kenna tað sum, at Johnny í Grótinum hevur blandað seg ov nógv í tíðindaflutningin og somuleiðis, at stjórin hevur handfarið skattamálið á ein óhepnan hátt – serstakliga orsaka av hansara gegnistrupulleika í málinum. Tíðindaleiðarin varð sjúkrameldað og ein journalistur rýmdi til hús í ónøgd.