Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 11 inda­deildini, nú orrusta tók seg upp millum fleiri journalistar og Johnny í Grótinum. Stýrið fekk kunning um, at tað varð upplivað sum óbehagiligt fyri journalistarnar á deildini, at kom­ andi stjórin var so persónligur og ágang­andi í sínum kritikki av dekn­inginum, sum tey annars mettu yvirheldur øll journalistisk prin­sipp um væsentligheit. Rúni Heine­sen, stýrisformaður, vil ikki við­merkja málið. Ónøgd um Skattamálið Tá ið Johnny í Grótinum síðani tók við sum Kringvarpsstjóri var tað Skatta­málið hjá Eik, sum elvdi til høvuð­brýggj hjá journalistum. Tí notat, sum Sosialurin hevur fingið innlit í vísa, at journalistar settu seg í samband við Kringvarpsstýrið, tí tey kendu tað sum, at kritiski tíð­ inda­flutningurin var í vanda. Í skrivinum stendur millum annað, at Johnny í Grótinum var tann, sum bjóðaði Eyðuni Mørkøre, stjóra í Taks í sjónvarpsstovuna 26. september í ár í DV kjak at tosa um Skattamálið. Klagan til Kring­varpsstýrið snýr seg um, at journal­istar her upplivdu tað sum, at stjór­in gjørdi avtalur við keldur í ein­um málið uttan at spyrja seg fyri hjá tíðindaleiðara, redaktøri ella jorunalisti, sum hevur fylt mál­inum. Sosialurin hevur verði í sam­band við Liljan Weihe, tíð­inda­ leiðara um hetta, men hon hev­ur onga viðmerking. Johnny í Grót­ in­um afturvísir hinvegin hesum. - Eyðun Mørkøre ringdi til mín um at sleppa framat at greiða frá tí, sum hann helt vóru misskiljingar í Skattamálinum. Eg segði við hann, at eg einki kundi lova, men skuldi spyrja redaktørin, sigur Johnny í Grótinum í viðmerking. Hann greiðir víðari frá, at or­søk­ in til umbønina frá Taks-stjóranum var, at Johnny í Grótinum og Eyðun Mørk­øre høvdu skrivað almenn les­ara­brøv um Skattamálið, frá­ greið­ingina hjá Bárði Larsen og tíð­ inda­flutningin í hesum sambandi, og at Johnny í Grótinum her heitti á Eyðun Mørkøre um at greiða frá sínum sjónarmiðum á rætta stað. Hetta er tó ikki tað, sum stendur í klaguni til Kringvarpsstýrið. Her stendur nevniliga, at journalistar ikki fingu innlit í hesa avtalu fyrr enn relativt stutt undan sendingin skuldi byrja og at tey síðani kendu seg noydd at greiða stjóranum frá, at tað ikki bar til hjá keldum at fáa fría mikrofon í Kringvarpinum, uttan at tað vóru journalistisk at­ lit aft­anfyri. Tey, sum hugdu eft­ ir kjak­inum í Dagur&Viku hetta kvøldið minnast kanska, at tað vóru tvey evni viðgjørd í send­ing­ ini og ikki eitt evni, sum vanligt er. Liljan Weihe sjúkrameldað og Jan Lamhauge rýmdi í ónøgd Skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í vísa, at Liljan Weihe, tíð­ inda­leiðari, varð sjúkrameldað vik­ una eftir hesa hending orsaka av strongd og einari kenslu av ovur­ honds stórum eftirlitið og misáliti. Liljan Weihe váttar fyri Sosialinum, at hon varð sjúkrameldað orsaka av strongd, men vil ikki greiða nærri frá hesum. Jan Lamhauge vil heldur onga við­merking gera til málið, men Sosial­urin skilur frá keldum í mál­ in­um, at eftir at nógv umrøddi eftir­metingarbólkurin varð sett­ ur, fór Jan Lamhauge til hús í eina viku í ónøgd um støðuna. Johnny í Grót­inum váttar, at Jan Lamhauge ikki var til arbeiðis eina viku eftir at eftirmetingarbólkurin varð sett­ ur, men sigur seg einki vita um ónøgd. Hendan støðan hjá Jan Lam­ hauge snýr seg um, at tá ið Liljan Weihe vikuna eftir kjakið við Eyð­ un Mørkøre varð sjúkrameldað í tríggjar vikur, tók Johnny í Grót­ in­um eina heldur óvanliga avgerð. Talan er um avgerðina at venda sær til Fjølmiðlanevndina og biðja hana taka tíðindaflutningin í sam­ bandi við Skattamálinum upp til við­gerðar. Ein avgerð, sum seinni varð kolldømd. - Eg var ikki til arbeiðis tá og var heldur ikki kunna um hesa avgerðina, sigur Liljan Weihe, sum tí ikki vil gera fleiri viðmerkingar til tað. Johnny í Grótinum hevur eftir­fylgjandi greitt frá, at hetta helst var eitt mistak. Eftir hetta, somuleiðis meðan tíðindaleiðarin varð sjúkrameldað, valdi Johnny í Grótinum at manna ein eftir­ met­ingarbólk, sum er settur at eft­irmeta tíðindaflutningin í sam­bandi við Skattamálið. Hetta skapti eisini órógv, tí hvørki Jan Lam­hauge, Liljan Weihe ella aðr­ ir journalistar, sum hava havt við Skatta­málið at gera, vórðu kunn­ að­ir um hetta áðrenn. Sosialurin skil­ur, at hetta var orsøkin til, at Jan Lamhauge fór til hús í eina viku ella so. Tað hevur verið alment áður at hesin eftirmetingarbólkur elvdi til órógv. Orsøkin var, at ein uttan­fyristandandi journal­ ist­urin, Øssur Winthereig, varð upp­runaliga settur sum leiðari á bólkinum, men júst hesin journal­ istur hevur í tilgongdini av Skatta­ mál­inum í fleiri umførum verið sera atfinningarsamur móti Kring­ varp­inum og Jan Lamhauge og tí varð hann av fleiri ikki mett­ur at vera rætti persónur. Skuldi eftir­ metast varð hildið av summ­um, at fræg­ast var, at tað var ein per­són­ ur, sum ikki varð blandaður í kjakið í mál­inum, sum skuldi standa á odda. Tí varð hendan avgerðin koll­dømd aftur stutt eftir hon varð tik­in. Somuleiðis skilst, at álitisfólk hava verið í leikinum. Finnur Koba, journalistur, er ein av álitisfólkunum, men hann vil hvørki vátta ella avsanna, at álitisfólk hava verið í leikinum fleiri ferðir orsaka av ávikavist leiðslustílinum hjá Johnny í Grót­ in­um ella at spurnartekin er sett við hansara gegnistrupulleika í Skatta­málinum. Finnur Koba vísir hin­vegin til stjóran, Johnny í Grót­ in­um.