Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 12 TEMA: Kringvarpið BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO E itt mál, sum hevur koyrt í Sosialinum og somuleiðis í Kringvarpinum seinasta góða hálva annað árið ella so, er tað nógv umrødda Skatta­ málið hjá Eik, sum í skriv­andi stund verður kannað av bak­mans­ pol­itinum, nú málið varð meldað til løg­regluna fyri nøkrum mánaðum síð­ani. Johnny í Grótinum gjørdist stjóri í Kringvarpinum 1. september í ár – also áleið hálvt annað ár eftir, at Skattamálið hjá Eik byrjaði. Johnny í Grótinum hevur tó áðr­ enn 1. september havt áhuga fyri Skatta­málinum. Tað sæst millum annað við, at Johnny í Grótinum í fleiri umfør­ um hevur sett seg í samband við journal­istar, sum hava viðgjørt Skatta­málið, við sínari fakligu met­ ing av Skattamálinum – og tað er eingin loyna, at síðani málið byrj­ aði hevur Johnny í Grótinum, sum er búskaparfrøðingur, verið áhug­ að­ur í Skattamálinum Vendi seg til fjølmiðlakærunevndina Tá Johnny í Grótinum so gjørdist stjóri í Kringvarpinum vísti tað seg, at hann framvegis hevði áhuga fyri málinum. So mikið nógv, at hann gjørdi av í fyrstu atløgu at venda sær til Fjølmiðlakærunevndina um dekningin, sum Kringvarpið hevur gjørt í sambandi við Skattamálið. Hetta gjørdist tó av ongum, tí fjøl­miðlakærunevndin kann illa virka sum eftirmetingarstovnur hjá Kringvarpinum, tí stovnurin er ein kærustovnur fyrst og fremst til frama fyri borgarar, sum ynskja at kæra miðlarnar. Johnny í Grót­ in­um hevur síðani váttað, at hetta var eitt mistak. Men skjøl, sum eru send frá journalistum til Kring­varps­stýrið siga, at Johnny í Grót­inum hevur blandað seg upp í til­rættis­legg­ing­ ina av tíð­inda­flutn­ing­inum um Skatta­málið, síðani hann gjørdist stjóri. Tað stendur millum annað í skjøl­unum, at tað var Johnny í Grót­inum, sum tann 26. september í ár valdi at bjóða Eyðuni Mørkøre, stjóra í Taks, inn í sjónvarpsstovuna hjá Kringvarpinum, uttan at tíð­ inda­leiðarin varð kunnað um hesa av­gerð. Hesum afturvísir Johnny í Grótinum tó og sigur, at hann tos­aði við Eyðun Mørkøre, men at tað var redaktørurin hetta kvøldið, sum tók avgerðina. Elvdi til ónøgd Undir øllum umstøðum elvdi hend­ an samrøðan í Dagur&Viku til, at ein kunning um ógegnig hjá Kring­ varpsstjóranum varð sent til Rúna Heinesen, stýrisformann í Kring­ varpinum. Rúni Heinesen vil ikki vátta ella avsanna hetta, meðan Liljan Weihe váttar, at Kring­varpið hevur viðgjørt gegnis­trupul­leikan hjá stjóranum inn­an­hýsis og ann­ ars vísir hon til júst Rúna Heinesen, stýris­formann. Kunningin um gegnis­trupul­ leik­arnar hjá Johnny í Grót­in­um snýr seg um, at ein av høv­uðs­ persónunum í Skatta­mál­inum er tættur vinmaður við Kring­varps­ stjóran. Talan er um Regin Hamm­ er, sum á vári 2011, tá ið TF Hold­ ing keypti 70 % av Eik Banka frá Fíggj­arligum Støðufesti, var stjóri í TF Holding. Og í nýggjari bók um Jørn Astrup Hansen skriv­ar høvuðs­persónurin sjálvur um leik­ lut­in hjá Regini Hammer. Brotið úr bók­ini um Regin Hammer snýr seg um tað, sum hendi 6. apríl 2011 í Eik banka. Hendan dagin sat Jørn Astrup Hansen framvegis við róðri sum stjóri í Eik, men TF Holding - nú Betri - hevði keypt 70% av bank­ an­um. Tann 6. apríl 2011 hevði Jørn Astrup Hansen ætlanir um at senda eina frágreiðing út til al­ menn­ingin, har skifti frá gamla Eik til nýggja Eik varð við­gjørt so mikið ná­greiniliga, at tað varð - JOHNNY Í GRÓTINUM TÆTT TILKNÝTI TIL SKATTAMÁLIÐ Johnny í Grótinum er tættur vinmaður við Regin Hammer, fyrrverandi stjóra í TF Holding. Í nýggjari bók verður Regin Hammer ákærdur fyri at hava beinleiðis tilknýti til skattamálið. Liljan Weihe og Johnny í Grótinum vátta, at gegnistrupulleikin hevur verið umrøddur innanhýsis. Gegnistrupulleikar