hósdagur 23. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
13
sólarklárt, at tapið á góðar 500
milliónir krónur varð tikið av stats
garantinum undir bankapakka
1, og ikki av nýggja bankanum -
og tí ikki kundi tulkast at hoyra
heima í nýggja Eik. Frágreiðingin
"Eik Banki 2010" hevði sostatt lýst
kjarnuna í Skattamálinum - langt
áðrenn Skattamálið varð byrjað.
Men Regin Hammer, sum tá var
í leiðsluni í TF Holding, vildi ikki
hava frágreiðingina út. Sambært
nýggju bókini "Astrup", í tí kapilti,
sum høvuðspersónurin sjálvur
skrivar um Skattamálið, var tað
júst Regin Hammer, sum vegna
nýggju eigararnar heitti á Jørn
Astrup Hansen um at lata vera
við at senda frágreiðingina út til
almenningin. Í bókini rør Jørn
Astrup Hansen uppundir, at sæð
í bakspegilin var hetta kanska
fyrsti leikur í ára langa talvinum
við navninum Skattamálið.
- Eg hevði ikki kent tað rætt, um
eg var blandaður upp í samrøður
ella annað um Regin Hammer, tí
har havi eg ein gegnistrupulleika.
Men tað er eingin trupulleiki, tí eg
eri ikki blandaður upp í tíðinda
flutningin yvirhøvur, sigur Johnny
í Grótinum í viðmerking.
Kunnaður um
gegnistrupulleikarnar
Tá ið tað gjørdist greitt, at ein
teirra, sum kann fáa trupulleikar
av Skattamálinum, um tað endar í
rættinum, er tætti vinmaðurin hjá
Johnny í Grótinum – Regin Hamm
er – varð kringvarpsstjórin skriv
liga kunnaður um, at hann mátti
ansa sær við uppíblandingini í
málinum, tí hann er ógegnigur
at viðgera málið í og við, at hann
sambært leiðreglunum um góðan
fjølmiðlasið er ov tættur at ein av
høvuðspersónunum í álvarsliga
málinum.
- Eg varð gjørdur varugur við
ein møguligan trupulleika, eftir
at bókin hjá Astrup kom út. Eg
valdi síðani at kunna um hesa
støðuna á einum deildarfundi í
Kringvarpinum, sigur Johnny í
Grótinum.
Í skjølunum, sum Sosialurin
hevur fingið letur tó til, at journ
alistar eftir hesa kunning kortini
hava upplivað tað sum, at Kring
varpsstjórin blandaði seg uppí. Tí
í einum skrivið til Kringvarpsstýrið
stendur, at bert tímar aftaná hesa
kunning um gegnistrupulleikan
sendi Johnny í Grótinum ein sera
áhugaverdan teldupost til ein av
journalistinum í Kringvarpinum,
sum skuldi gera eitt innslag um
Skattamálið.
Talan var um eitt langt teldu
brævasamskifti millum Johnny
í Grótinum og Torben Nielsen,
nevndarformann í Eik, sum eisini
er beinleiðis blandaður uppí
Skattamálið. Og samskifti er frá
tíðini, tá ið Johnny í Grótinum var
stjóri á Landssjúkrahúsinum. Sam
skifti snúði seg um, hví Eik eftir
teirra tykki hevði rætt til skatta
frádráttin.
Hetta varð eisini partur av tí,
sum stýrisformaðurin fyri Kring
varpið varð kunnaður um, vísa
skjølini, sum Sosialurin hevur
fingið hendur á. Tí starvsfólk í
Kringvarpinum vísa á, at tey halda
tað kann tykjast undrunarvert, at
stjórin á Landssjúkrahúsinum
(sum Johnny í Grótinum jú var
fram til september í ár) fær innlit
frá sama nevndarformanni, sum
miðlarnir hava havt trupult við at
fáa fatur á.
- Eg havi havt stóran áhuga
í Skattamálinum frá byrjan, tí
fakliga er tað eitt áhugavert mál. Eg
haldi heldur ikki tað er løgið, at eg
havi samskift við Torben Nielsen
ella aðrar um hetta, tí bæði Torben
Nielsen, Súni Schwartz Jacobsen
og Jørn Astrup Hansen eru fyrr
verandi stjórar hjá mær, sigur
Johnny í Grótinum í viðmerking.