hósdagur 23. november 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
14
TEMA: Kringvaripið
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
S
tutt eftir, at Eyðun Mørk
øre, stjóri á Taks, varð boð
in í sjónvarpsstovuna av
Johnny í Grótinum, varð
Liljan Weihe, tíðindaleiðari sjúkra
meldað í tríggjar vikur. Liljan
Weihe váttar fyri Sosialinum, at tað
var orsaka av strongd, at hon varð
sjúkrameldað. Spurd um hennara
hugsan til, at Johnny í Grótinum
vendi sær til fjølmiðlanevndina um
Skattamálið, sigur Liljan Weihe, at
hon ikki var til arbeiðis tá.
- Eg var sjúkrameldað tá hetta
hendi, og var tí ikki kunnað um
avgerðina, sigur Liljan Weihe, tíð
indaleiðari.
Víðari vil hon ikki viðmerkja
innanhýsis eftirmetingarbólkin,
har Øssur Winthereig fyrst varð
settur sum leiðari fyri bólkin og
síðani frátikin sessin aftur stutt
aftaná.
Men tá ið umræður gegnis
trupulleikan hjá Johnny í Grót
inum, sum kemur til sjóndar í
sambandi við nýggju bókina um
Jørn Astrup Hansen, váttar Liljan
Weihe, at hetta hevur verið til um
røðu á stovninum.
- Vit hava viðgjørt gegnis
trupulleikan innanhýsis, og eg
kann vátta, at tað fyriliggur eitt
notat um spurningin. Meira kann
eg ikki viðmerkja, men má vísa
til stýrisformannin, sigur Liljan
Weihe.
Skapar altíð órógv
At summar avgerðir hjá nýggja
stjóranum hava skapt órógv í
Kringvarpinum, hevur verið al
ment frammi í sambandi við eitt
nú málið um fjølmiðlanevndina
og innanhýsis eftirmetingarbólkin.
Og tíðindaleiðarin viðgongur, at
tað altíð skapar órógv at fáa al
menna umrøðu.
- Yvirskipað kann eg siga, at
tað sjálvandi altíð skapar órógv,
at vit fáa nógva almenna umrøðu
og at nógv fokus verður sett á
administrativ viðurskifti á stovn
inum. Vit eru sett í verðina fyri at
gera journalistikk, og tað er tað vit
vilja nýta okkara orku upp á, sigur
Liljan Weihe.
Hon váttar, at tað hevur ávirkað
gerandisdagin á stovninum nakað,
at Kringvarpið hevur verið so mikið
nógv umrøtt í miðlunum seinastu
tíðina. Spurd um hon hevur álit á
stjóranum í Kringvarpinum, sigur
Liljan Weihe soleiðis.
- Tað havi eg onga meining um
enn, tí hann (Johnny í Grótinum,
red) hevur verið ov stutt í starvin
um til tað, sigur Liljan Weihe.
- Hava viðgjørt gegnis
trupulleikan innanhýsis
- Eg kann vátta so mikið sum, at vit hava viðgjørt
gegnistrupulleikan innanhýsis og at tað fyriliggur
eitt notat um málið, men annars vísi eg til
stýrisformannin, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari.
Liljan Weihe