hósdagur 23. november 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
15
At rúma hvør øðrum
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
O
nkur spurdi meg ein
dagin, hví tað var
neyðugt at binda seg
í einum parlagi? Eg
svaraði beinan vegin, at tað er ein
tann besti hátturin at blíva vaks
in! Tá hon spurdi meg, hvat eg
meinti við, segði eg, at ein tann
størsta avbjóðingin í lívinum,
er at umgangast onnur menn
iskju, og samstundis er ein tann
størsta freistingin í lívinum, ikki
at umgangast menniskju. Í par
lagnum møta vit báðum avbjóðing
unum í sama persóni, og hendan
ferðin, búnar okkum I den grad og
ger okkum vaksin.
Stóra royndin í parlagnum, er
at læra seg sjálvan at kenna og
síðani at læra at opna seg fyri ein
um øðrum persóni, tí líka síðani, at
vit vóru smádrongur og smágenta
hava vit livað fyri okkum sjálvi.
Men parlagið er tíðin, tá ið vit
byrja at kenna ein annan persón
inniliga, og tann persónurin verð
ur tí spegilin, sum ger, at vit koma
at kenna okkum sjálvi betri. Spurn
ingurin er, um vit tora at lata upp,
og um vit tora at luta innastu og
intimastu upplivingar okkara við
hinum persóninum?
Vit koma bæði inn í parlagið
við einum ruskposa, ið vit royna
at krógva sum frægast. Tað er
neyvan við vilja, men kanska er
eingin tíð í lívinum, har vit liva
eina størri lygn, enn tá ið vit eru
forelskaði og nýliga komin saman.
Eg var klassiskur tónleikari, tá ið eg
kom saman við Unn, og eg minnist,
hvussu væl henni dámdi klassiskan
tónleik. Tað var fantastiskt! Ein
gáva frá Gudi! Men sannleikin var
tann, at klassiskur tónleikur ongan
týdning hevði í lívi hennara – tað
var bert fyri mína skuld – sjálvt
um hon í dag hevur lært at síggja
vakurleikan í hesum tónleiki.
Eitt annað, sum ger okkum
vaksin í parlagnum, er, at tað, ið
vit falla fyri, seinni kann verða
tað sum okkum minst dámar, tí tað
krevur so nógv av einum at rúma
tí. Í byrjanini elskaði eg, at Unn var
so lívlig, sprækin og løtt at vera
saman við, og at hon dugdi so væl
at koma í samband við fólk. Men
seinni kendi eg meg ofta argan
inná hennara opna og útstrálandi
sinnalag, og hevði viljað, at hon var
meira sum eg – avslappað og rólig.
Men eg sá skjótt, at um eg noyddi
hana av vera sum eg, so misti eg
persónin burtur, sum eg einaferð
forelskaði meg í. At rúma okkum
sjálvum kann vera torført, men
at rúma mótsetningunum í maka
okkara kann vera torførari, um ikki
vit síggja menning í at seta okkara
egna tørv til síðis við tí fyri eyga at
góðtaka maka okkara.
Parlagið er sum at liva í einum
urtagarði. Rósan er vøkur og litrík,
og angin er dragandi. Men kortini
kann ein stinga seg av henni, um
ikki ein er varin. Um rósan stendur
í røttum hita, fær nóg nógv ljós og
nóg nógva vætu, opnar hon seg og
breiðir seg út. Dýpdirnar koma til
sjóndar, litspælið glitrar, og angin
fyllir alt rúmið. Sama er við liljuni.
Hon er ljós, opin og angandi. Frá
at vera afturlatin og innistongd,
byrjar hon at lata seg upp og opna
seg fyri honum, sum ynskir at
kaga inn í vakurleika hennara. Tá
ið parið byrjar at flyta sjálvsmynd
sína frá uttara vakurleikanum til
tann innara vakurleikan, byrjar
bæði at blóma tá ljósið kemur inn,
og angin fyllir alt lívið.
Spurningurin er, hvussu væl vit
kenna okkum sjálvi, hvussu maki
tín sær teg, hvørja málnýtslu tú
nýtir, og hvat tú sært í maka tínum.
Sært tú makan fyri tað, hann ikki
er, ella alt tað, sum hann kann
verða? Klára vit at flyta tykkum
upp um okkum sjálvi og taka felags
ábyrgd í parlagnum? Í hesum
kunnu vit hjálpa hvør øðrum at
liva og vera alt tað, vit kunnu vera
- at vaksa í reinlyndi, integriteti,
góðsku og karakteri.
Ein tann størsta avbjóðingin í
tilveruni, er at umgangast onnur
menniskju, og samstundis er ein
tann størsta freistingin, ikki at
umgangast onnur menniskju. Men
kynsturin er at viðurkenna til
feingið, ið vit møta í hvørjum øðr
um, ígjøgnum ymiskleikarnar, vit
umboða sum einstaklingar. Sostatt,
saman at veva eitt nýtt mynstur,
við teimum træðrum, ið eru øðrvísi
enn teir, vit eru von at brúka. At
fevna og gleðast um tað spennandi,
óvæntað og nýskapandi, vit heinta
við at brúka ymiskt tilfar at skapa
nýtt við og serliga, um hetta skapir
vøkstur og menning fyri makan og
felags vøkstur fyri bæði. Á henda
hátt geva vit hvør øðrum rúm at
liva saman og at blíva vaksin.
At rúma okkum
sjálvum kann
vera torført,
men at rúma
mótsetningunum
í maka okkara
kann vera
torførari
Men kynsturin
er at viðurkenna
tilfeingið, ið vit
møta í hvørjum
øðrum, ígjøgnum
ymiskleikarnar,
vit umboða sum
einstaklingar