hósdagur 23. november 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
16
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
L
eygardagin varð Miss Før
oyar kosin á stóra tiltak
inum Burn Showdown.
Hetta er fyrsta kappingin
av slíkum slag í Føroyum, har før
oyskar kvinnur kappast um heitið
Miss Føroyar. Vinnarin gjørdist
Miss Sandoy, sum er 18 ára gamla
Benita Winter Jensen av Sandi,
sum nú skal umboða Føroyar í
altjóða kappingini Miss Universe,
sum verður hildin í Kina næsta ár.
Benita Winter Jensen greiðir
frá, at hon frætti um vakurleika
kappingina á Facebook, tí fleiri
av vinum hennara taggaðu hana í
lýsingini av kappingini. Hon var í
iva, um hon var tann rætta til eina
slíka kapping, og hon valdi at lata
mongu áheitanirnar fara framvið.
Hetta inntil Turið Elinborgardóttir,
samskipari, sum sjálv vann heitið
Miss Earth Denmark í 2015, setti
seg í samband við Benitu og spurdi,
um hon vildi vera við í kappingini.
— Eg tosaði við sjeikin, familju
og vinir, og tey hildu øll, at eg átti
at luttikið, so eg játtaði, sigur Miss
Føroyar.
Fyrireikingin
Í nakrar vikur áðrenn kappingina
hevur Benita Winter Jensen fyri
reikað seg við venjing, sunnum
kosti og at finna klæðir, sum hon
skuldi brúka til kappingina. Hon
hevði vant styrki í venjingar
miðstøðini Burn, áðrenn hon tók
avgerð um at luttaka í Miss Før
oyar, men hon var tó givin aftur
við venjingini.
—Eg eri nokkso dovin viðhvørt,
og eg fór ikki altíð, tá eg átti at
fara, og onkur dagur datt burtur
ímillum. Eg vandi tó í nakrar vikur
áðrenn kappingina, sigur vakur
leikadrotningin, sum eisini hugsar
um at eta heilsugott, tí hon verður
ávirkað av tí, sum hon etur.
— Eg hugsi eisini um kostin, tí
eti eg ov nógv sukur, kann eg fáa
ringa húð. Eti eg ov nógv feitt, so
síggi eg tað skjótt á kroppinum.
So eg át vanligar døgverðar og
heilsugóðar millummálar, leggur
hon afturat.
Kappingin
Hetta var fyrstu ferð, at kapping
hevur verið í Føroyum um heitið
Miss Føroyar, og hóast kappingin
var hørð, so greiðir Benita frá, at
kappingin var ein góð uppliving.
—Allar vóru vakrar og fittar, og
eg kendi, at vit vóru har fyri hvørja
aðra, hóast vit kappaðust um sama
heiti. Vit høvdu eisini ein dyggan
stuðul í Turið Elinborgardóttir,
samskiparinum av tiltakinum,
sum brúkti nógva orku uppá at
uppbyggja okkum. Tað hjálpti væl
at hoyra um hennara upplivingar í
vakurleikakappingum, og tey góðu
ráðini, sum hon hevði í skjáttini til
luttakararnar, sigur Benita Winter
Jensen.
Kappingin byrjaði við, at lut
takararnir trinu út á pallin í bikini
frá Calvin Klein, sum samskiparin
hevði valt teimum. Síðani skuldu
tær aftur á pallin í kjóla, og vórðu
spurdar, hvør teirra størsta hetja í
lívinum er.
Benita greiðir frá, at kjólan og
smykkurnar skuldu tær sjálvar
finna. Onkur teirra hevði fingið
kjólan seymaðan, onkur onnur
hevði lánt kjólan, men sjálv hevði
hon bílagt eyðkenda reyða kjólan,
sum hon var í, á eini heimasíðu.
—Eg fór á google og skrivaði
“elegant dress”, og so eg fann hend
an reyða kjólan, sum kom í góð
ari tíð, og hann passaði perfekt.
Smykkurnar fann eg í handlinum
Glimmur, og tær vóru bæði bíligar
og vakrar, sigur hon.
Tær trinu av pallinum og komu
aftur tá fyrsta, annað og triðja
plássið vóru kunngjørd, og vinn
arin síðani krýnd.
—Tað er ein sonn æra at vita, at
eg eri tann fyrsta, sum vann heitið
Miss Faroe Islands í Føroyum.
Hetta fari eg ongantíð at gloyma,
sigur hon og greiðir frá, at hon
hevur eisini fingið fleiri positivar
viðmerkingar úr Sandoynni, og har
eru fleiri, sum eru stolt av, at fyrsta
føroyska kvinnan, sum vann heitið
er úr Sandoynni .
Negativar viðmerkingar hevur
hon onki hoyrt til, og hon sigur,
at um onnur hugsa negativt um
hana ella kappingina, so siga tey
tað allarhelst ikki við seg.
—Man veit ongantíð, hvat
onnur siga, men slíkt taki eg ikki
persónligt. Um onkur annar held
ur, at eg ikki havi uppiborið sigurin,
so er tað jú teirra meining, sigur
Miss Føroyar.
Stríðist við lágt sjálvsálit
Hóast 18 ára gamla vakurleika
drotningin fyri fáum døgum síð
ani varð kosin vakrasta kvinna í
Føroyum, so greiðir hon frá, at tað
sum í fyrstuni helt henni aftur í at
melda seg til kappingingina var
ivin í, um hon var nóg vøkur.
— Eg ivaðist í, um eg var nóg pen,
og um mín kroppur var nóg penur,
sigur hon. Keðiligu hugsanirnar
um seg sjálva og um, hvat onnur
hildu um hana, fekk hon bæst við
góðum ráðum og eggjan frá vinum
og familju.
— Eg var ótrygg, men eg varð
mint á, at vit bert liva einaferð,
og at tað og at tað ikki ber til at
liva eitt lív, har man sær niður á
seg sjálva. Eg varð mint á at verða
takksom fyri, at eg havi tað gott og
at hugsa positivt. Man kemur onga
leið við at hugsa negativt, og tí vil
eg ikki lata negativar tankar taka
yvir, sigur hon.
Hon greiðir frá, at tá hon hoyrdi
orðini “Miss Sandoy” tá vinnarin
varð kosin, varð hon ovurfegin.
Tittulin hevur tó ikki køvt ivanum,
sum snýkir seg fram av og á.
— Hetta var fantastiskt at upp
liva, men eg havi enn lágt sjálvsálit,
tí tað liggur í okkum menniskjum
at hugsa keðiligt um okkum sjálvi.
Eg royni tó altíð at hugsa positivt,
og eg veit, at av tí at eg vann tittulin
Miss Føroyar, so er onkur, sum
heldur, at eg eri vøkur, sigur Benita.
Tá Benita hoyrdi, at tey róptu
Miss Sandoy sum nummar eitt
HER ERI EG OG HETTA
ER TAÐ SUM EG HAVI
—Tað er ein sonn æra at vita, at eg eri tann fyrsta, sum
vann heitið Miss Faroe Islands í Føroyum. Hetta fari eg
ongantíð at gloyma, sigur 18 ára gamla Benita Winther
Jensen, sum seinasta leygardag varð kosin Miss Føroyar
Miss Føroyar:
SAMRØÐA
“Hetta var fantastiskt at uppliva,
men eg havi enn lágt sjálvsálit, tí
tað liggur í okkum menniskjum at
hugsa keðiligt um okkum sjálvi. Eg
royni tó altíð at hugsa positivt, og
eg veit, at av tí at eg vann tittulin
Miss Føroyar, so er onkur, sum
heldur, at eg eri vøkur”