hósdagur 23. november 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
17
var hon ómetaliga glað, men hon
sigur tó ferð eftir ferð, at hon ikki
kennir seg vakrari ella berti enn
nakar annar.
—Eg vann, men eg eri ikki betri
ella vakrari enn nakar annar. Allar
kvinnurnar, ið luttóku í kappingini
eru vakrar, og øll í menniskju eru
vøkur á ymiskan hátt og kunnu
koma har, sum eg kom, sigur hon,
og greiðir frá, at fortreytin fyri at
vinna kappingina var útstráling,
smíl og at vísa, at man er sjálvsikkur
og hevur tað stuttligt.
— Tað snýr seg um at vísa, at her
eri eg, og hetta er tað sum eg havi,
sigur Miss Føroyar.
Pápi er mín hetja
Tá Benita varð spurd, hvør hetja
hennara er, svaraði hon, at tað er
pápi hennara Herálvur Andrewson
Jensen.
—Tá eg var eitt ár, misti eg
mammu mína, og eg kom ongantíð
at kenna hana. Pápi mín misti
konu sína, og tað tók hart uppá
hann. Hóast hann hevur upplivað
mótgang í lívinum, so hevur hann
altíð verið har fyri meg, og hjálpt
mær gjøgnum alt. Hann er tann
mest postivasti persónurin, sum
eg kenni. Hann fyrigevur skjótt, og
hann sær tað besta í fólki. Hann ger
lívið betri, sigur hon, tá hon verður
spurd, hví pápin er hetja hennara.
Hon greiðir frá, at tá hon fór av
pallinum, eftir av hava svarað hes
um spurninginum, stóð pápi henn
ara í gongini.
—Hann varð kløkkur, tá hann
hoyrdi svarið hjá mær. Hann var
tíðiliga rørdur og hevði tár í eyg
unum. Hann hevur tó uppiborið,
at øll hoydu tað, tí hann er eitt
fantastiskt menniskja, sigur Benita
Winter Jensen.
Vil verða hárfríðkari
Dagliga tekur 18 ára gamla Benita
Winter Jensen yrkisútbúgving á
Glasi, tí hon vil verða hárfríðkari.
—Eg havi altíð viljað lært til
frisør, tí mær dámar so ómetaliga
væl bæði hár og sminku. Tó, so havi
eg eisini altíð droymt um at verða
modell og at luttaka í kappingum.
Tí livi eg nú dreymin, staðfestir
hon.
Benita veit tó ikki, um hon fer at
luttaka í fleiri líknandi kappingum.
Hon skal umboða Føroyar í altjóða
kappingini Miss Universe, sum
verður hildin í Kina næsta ár, men
inntil tá hevur hon ætlanir um at
savna seg um skúlan, og síðani
hava hon og sjeikurin ætlanir um
at fara at fjakka.
—Eg havi eisini skúlan at hugsa
um, so eg taki tað, sum tað kemur,
og hugsi um eitt ting í senn. Eg taki
tað sum lívið bjóðar mær, sigur
hon.
Songur og venjing
fylla nógv
Dagliga dámar Benitu væl at
syngja, og hon syngur lovsong í
Oasuni. Spurd um, hvussu ein slík
kapping samsvarar við andaligt
virksemi, sigur hon, at tað sjálvsagt
samsvarar.
— Eg elski at syngja, og tað
gangi eg høgt uppi. Harrin er eisini
stórur partur av mínum lívi. Fólk
síggja ymiskt uppá kristindóm, og
eg haldi, at hóast eg eri kristin, so
merkir tað ikki, at eg eri perfekt.
Ein slík kapping ávirkar ikki trúð
arlívið, tí eg livi á mín hátt og hini
á sín.
— Tað er eitt vanligt lív, sum
hjá øllum øðrum, men eg havi ein
Harra í lívinum, leggur hon afturat.
Eisini dámar Benitu væl at
venja, og hon brúkar nógva tíð í
venjingarmiðstøð saman við vin
konu síni.
— Mær dámar væl at venja,
og eg verði ordiliga besett av tí.
Eg føli, at eg geri okkurt gott fyri
kroppin. Eg venji saman við míni
bestu vinkonu, og vit stuðla hvørji
aðrari og venja saman. Hon er við
og heppar meg, tá eg ikki klári meir.
Tað er umráðani at ein er har sum
sigur, at tú klárar tað, sigur hon.
Miss Føroyar vónar, at hon við
nýggja tittlinum fær givið øðrum
vón um, at tey eisini megna tað,
sum tey seta sær fyri at gera.
— Eg vil hjálpa øðrum og gera
fólk glað. Øll kunnu koma har, sum
eg eri í dag. Tað snýr seg um at vera
positiv og uppliva lívið. Alt ber til.
Vil man hava, at dreymar verða
veruleiki, so má man hamra til,
flennir hon.
SOSIALURIN 119
“Eg vann, men eg eri ikki betri ella
vakrari enn nakar annar. Allar
kvinnurnar, ið luttóku í kappingini
eru vakrar, og øll í menniskju eru
vøkur á ymiskan hátt”