hósdagur 23. november 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
18
NÁTTARLÍV
EYÐUN KLAKSTEIN
(Keypmannahavn) Skarv í Keyp
mannahavn hevur verið í gjøgnum
mangt og hvat, síðani skeinkistaðið
í Pilestræde lat dyrnar upp fyrstu
ferð í 1975. Mangan hevur sólin
skinið á Skarv, og tá ið brotasjógvar
onkuntíð hava rakt, hevur Skarv
staðið ímóti og hildið fram á leiðini.
Tað var vágbingurin Daniel
Petur Thorsteinsson, sum fekk
hugskotið um eitt stað fyri før
oyingar í Keypmannahavn, og
hann var sera drúgvur í rakstrinum
av staðnum. Hann var farin um tey
sjeyti, tá ið hann framvegis stóð í
hurðini og helt skil á ferðsluni
inn og út av Skarv. Tá var sagt,
at Daniel Pauli mundi vera elsti
duravørður í Danmark. Tá ið hann
takkaði fyri seg fyri stívliga tveim
um árum síðani, hevði hann rikið
staðið í umleið fýrati ár. Tá yvirtók
dótturin Skarv.
– Tíðin var komin, at pápi
skuldi taka seg aftur. Hann hevur
altíð ynskt, at staðið skuldi koyra
víðari sum Skarv og vera eitt stað
fyri føroyingar. Hann spurdi meg,
um eg vildi taka yvir, og fyrst
segði eg nei. Síðani hugsaði eg um
tað og broytti hugsan, sigur Siri
Thorsteinsson.
– Eg ivaðist, tí tað er eitt øðrvísi
lív at reka eitt stað sum Skarv.
Tað er ikki eitt gerandisarbeiði
frá 8 til 4. Tú skalt arbeiða nógv
um vikuskiftini og um náttina,
og tað kann verða trupult at hava
eitt sosialt lív við síðuna av. Tað er
hart upp á nakrar mátar, men tað
gevur frælsi upp á aðrar mátar. Tá
ið eg vigaði tað upp ímóti hvørjum
øðrum, varð niðurstøðan, at tað
skuldi nokk fara at bera til, sigur
hon.
Kennir alt til Skarv
Siri Thorsteinsson hevur nú havt
ábyrgdina av Skarv í gott tvey ár,
men hon hevur havt Skarv tætt inn
at sær, síðani hon var ung genta.
– Eg kenni ikki til annað, enn at
vit hava havt Skarv í familjuni, og
eg byrjaði sjálv á ungum aldri at
hjálpa til og arbeiða á Skarv, sigur
hon.
– Fyrstu árini búðu vit í Før
oyum, og tá var pápi mín niðri í
tveir mánaðir og heima í tveir mán
aðir, og eg saknaði hann, hóast tað
ikki var øðrvísi enn at hava ein sjó
mann sum pápa.
– Tá eg var 12 ára gomul, fluttu
vit niður at búgva, og tá vóru vit
meira saman. Mamma byrjaði
at arbeiða á Skarv, men hon var
eisini nógv heima, og tað var deiligt
at koma heim úr skúla, og so var
mamma heima, sigur Siri.
Eisini mótgongd
Skarv hevur upplivað góðar tíðir
og minni góðar tíðir, men 42 ár eftir
byrjanina savnast føroyingar fram
vegis á barrini mitt í Keypmanna
havn.
– Skarv hevur gjøgnum árini
havt nógvar upp- og niðurtúrar, og
nú er Skarv á veg uppaftur, sigur
Siri Thorsteinsson.
– Fyri umleið trimum árum
síðani gekk skeiva vegin hjá Skarv.
Ein orsøk var, at tað komu onkur
keðilig ting á Skarv. Eitt av teimum
vóru lummatjóvar, og nógv fólk
upplivdu at missa telefonina ella
gjaldskortið, og áðrenn vit upp
dagaðu, hvussu umfatandi trupul
leikin var, hevði Skarv fingið eitt
keðilig umdømi millum fólk. Tað
gjørdi, at nógv fólk hildu seg vekk,
og tað tekur tíð at broyta umdømið
til nakað gott aftur.
– Nú gongur Skarv rætta vegin.
Vit eru sloppin av við lumma
tjóvarnar, tí vit hava sett kamera
upp og hava fleiri fleiri duravørðar,
so nú kunnu fólk aftur kenna seg
trygg á Skarv, sigur Siri Thorsteins
son.
Seint opið
Tað var ein tíð, tá ið Skarv hevði
opið hvønn dag, men nú hevur
barrin bert opið fríggjadag og
leygardag.
– Fyrr hevði Skvarv opið hvønn
dag í vikuni, og tá kom nógvir før
oyingar, sum millumlendu í Dan
mark, á Skarv um kvøldarnar. Tann
tørvurin er ikki longur. Vit hava
roynt at hava opið bæði mikudag
og hósdag, men tað lukkast ikki
ordiliga, og tí hevur Skarv nú bert
opið fríggjakvøld og leygarkvøld,
sigur Siri Thorsteinsson.
Skarv hevur seint opið. Leygar
morgun lata tey aftur klokkan
hálvgum sjey, og sunnumorgun
strekkja tey tað heilt til klokkan
hálvgum átta. Tað kemur eisini
onkuntíð fyri, at Skarv hevur enn
longri opið, um nógv fólk eru í
býnum.
– Hetta kemst av føroyingunum.
Føroyingar koma seint í býin og
halda leingi á. Vanliga koma nógv
fólk á Skarv um 4-tíðina, og so
hava vit valt at hava opið til móti
morgni. Fyrr plagdu vit at lata aftur
klokkan 4, men tað hevur flutt seg,
tí føroyingar koma alt seinni í býin,
og teir avgera, nær vit hava opið,
sigur Siri Thorsteinsson.
Føroyskur samleiki
Samleikin hjá Skarv hevur altíð
verið føroyskur, hóast onnur fólka
sløg eisini hava dámt væl at støkka
inn á gólvið.
– Skarv er fyrst og fremst eitt
stað fyri føroyingar, men vit liggja
í Keypmannahavn, og tí koma
eisini onnur fólk inn á Skarv. Vit
hava nakað av grønlendingum á
vitjan, og soleiðis hevur tað altíð
verið. Grønlendingum dámar væl
at vera har, sum føroyingar eru.
Íslendingar byrja eisini at koma
aftur á Skarv, sigur Siri Thorsteins
son.
Skarv bjóðar hugna og tónleik
fríggjakvøld og leygarkvøld, og
serliga væl umtókt eru kvøldini,
tá ið føroyskir tónleikarar spæla.
– Føroyingum dámar sera væl
livandi tónleik við føroyskum tón
leikarum. Vit høvdu ein steðg við
livandi tónleikinum herfyri, men
vit eru byrjað upp á tað aftur og
fara at gera meira við tað fram
eftir. Tað koma fleiri fólk, tá ið vit
hava livandi tónleik. Fyri einum ári
síðani fóru vit eisini undir sokallað
Open Mike við donskum skemtar
um tíðliga fríggjakvøld, og tað
halda vit eisini fram við.
Framtíðin hjá Skarv er greið.
– Skarv skal halda fram, sum tað
er nú. Tað skal meira livandi tón
leikur inn, og vit vóna, at vit fara
at fáa fleiri føroyingar oftari á
gátt. Onnur fólk eru sjálvandi væl
komin, men tað verður framhald
andi eingin ivi um, at Skarv er ein
føroysk barr, sigur Siri Thorsteins
son.
SIRI STRÍÐIST
FYRI FØROYSKUM
SKARV
– Skarv skal eisini frameftir verða eitt stað fyri føroyingar,
sigur Siri Thorsteinsson, sum hevur yvirtikið Skarv í
Keypmannahavn frá pápa sínum, sum rak tað í góð fjøruti ár