Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 19 EYÐUN KLAKSTEIN N ú er fjórða krimi­ bókini í røðini um William Hammer ávegis. Rit­høvundin Jógvan Isaksen, sum síðani 1990 hevur skrivað 13 føroyskar krimibøkur, hevur lagt seinastu hond á nýggja bók, sum hann kallar Heljarportur. – Eg havi skrivað føroyska bókmentasøgu á donskum máli í ár, og tí byrjaði eg ikki fyrr enn fyrsta oktober at skriva nýggju krimi­bókina. Tað hevur verið sera intenst síðani, men nú er bókin send til prentingar, sigur Jógvan Isaksen. Hansara fyrsta krimibók var Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sum kom út í 1990. Tann bókin var um Hannis Martinsson, og samanlagt hevur Jógvan Isaksen skrivað 10 bøkur um váttliga journalistin, sum kann reka dramatiskar fløkjur upp. Í 2012 kom fyrsta krimisøgan um William Hammer og serligu Skansa­deildina, sum er mannað við fólki, ið løgreglan kundi hugsað sær at sloppið av við. Nú er fjórða bókin í røðin á veg. Í Heljarportur verður William Hammer sendur vestur á flog­vøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løg­regluna. Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann eftir sera ógvusligar hend­ ingar í seinastu bókini. William fær bara at vita, at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki á flogvøllinum, og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond, so kann hann veita teimum hana. Vend kemur í ein dag millum jól og nýggjár, tá ið Før­oyar fáa vitjan av einum saudi-arabiskum prinsi við fylgi. Hann er komin fyri at gera stórfingnar sáttmálar, og politikarar og vinnulívsfólk eru á gosi. Teir nógvu gestirnir flyta inn á Hotel Føroyar, sum hesar dagar­nar verður ambassada hjá Saudi-Arabia. William Hammer er kortini vísur í, at annað enn væl­vild er handan arabisku vitjan­ina. Heljarportur kemur út um mánaðarskiftið. William verður sendur á flogvøllin Jógvan Isaksen hevur skrivað nýggja krimi um William Hammer Nú kemur fjórða krimibókin um William Hammer og Skansadeildina – Tað verður framhaldandi eingin ivi um, at Skarv er ein føroysk barr, sigur Siri Thorsteinsson, sum nú rekur føroyska skeinkistaðið í Keypmannahavn MYND: EYÐUN KLAKSTEIN