Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 20 Marjun greiðir frá: Gestur bað meg fara út, tí vit skuldu hugna okkum og eta døgurða. Av tí, at vit ikki fingu hildið valentine’s dag 14 Februar, tí Gestur var í Danmark tá, so hildu vit hann 14. Mars. Hann hevði gjørt døgurða allan dag og var tað ein trý rættað matskrá. Tá vit so komu til dessertina, fór hann út eftir onkrum og kom inn aftur við einum blómutyssi, sum hevði reyðar, bláar, og hvítar blómur. Alt var gjøgnum hugsað! Talið av blómum, slagið og litirnir – Tað vóru 10 blómur, sum merkir “vilt tú giftast við mær”, so vóru bláar blómur, sum merkja “ trúskapur” reyðar blómur sum merkja “kærleiki og gleði” og hvítar blómur, sum merkja “rein og jomfrúligheit”. Allir teir litirnir saman í einum blómutyssi siga = fríggjaríð. Hann fór so á knæ, og vísti mær blómutyssið uttan at siga nakað, og tá visti eg alt fyri eitt, hvat klokkan hevði sligið. Tað var sum í reklamunum “sig det med blomster”, so hann fekk eitt stórt grátandi ja frá mær. Áðrenn tann stóra dagin: Tann 10-06-2017 var so tann stóri dagurin. Vit høvu bestemmað okkum tvey ár frammanundan, hvussu vit vildu hava brúdleypið og hvar. Temaði sum vit so valdu til brúdleypið, vóru litirnir úr Merkinum, og so eisini náttúrulitir. Vit fingu nógvan íblástur frá Pinterest og tað er í hvussusoer tín besti vinur, tá ið tú skalt fyrireika eitt brúdleyp og vilt hava tað perfekt. Borðpyntið bleiv so til krukkur, har øll familjan fekk ordrar at goyma krukkur. Tær vóru fyltar við ymiskum grønum greinum og so vóru nøkur fá blomstur, sum minna um summardáan eisini í. Í krukkunum, sum ljósini vóru í, høvdu vit koyrt steinar í, sum Gestur hevði vaskað og turkað í bakarovninum. Á páskum sama ár var so øll familjan boðin at koma at eta hjá okkum, og eftir at hava etið, vóru tey sett í sving við at vaska krukkur. Tey málaðu eisini fløgg (sum tók nokkso langa tíð at gera) og foldaðu serviettar. Hetta, tí vit ikki tímdu at brúka tíð uppá tað beint uppundir brúdleypið. Vit høvdu keypt bomm í Týsklandi til tað vælumtøkta bommborðið eitt hálvt ár frammanundan. At fara út at leita eftir dúkum, sum vóru pappír, sum larma bara man reisir seg upp tímdu vit heldur ikki, so vit keyptu okkum toy úr IKEA og gjørdu vit so dúkarnar sjálvi. Tíbetur fekk man góða hjálp! Navnaskeltir og pappírsbóltar vóru bíløgd av Wish og so høvdu vit eisini keypt okkum eitt telt, sum skuldi brúkast sum durður. Hósdagin áðrenn brúdleypið sluppu vit inn í Barnagarðin við Stórá í Rituvík – har brúdleypið skuldi verða – at gera klárt og tíbetur hvødu vit biðið nógv fólk koma at hjálpa okkum at fyrireika. Tað skuldi sera nógv gerast fyri at fáa eina óintressanta høll at verða hugnaliga. Vit hongdu tyll og ljósketur uppundir lofti, so at tað ikki merktist at tað var so høgt upp. Fløggini vórðu hongd á rimarnar, so at vit fingu tað sum var temaði inn í høllina eisini. Borðini skuldu síðani setast upp var tað ein verri ein, tí tá komu nógvar meiningar fram. Tíbetur funnu vit so eina geniala loysn, har vit settu tey upp soleiðis, at borðið hjá okkum og foreldrunum hjá okkum var á einari scenu uppá longs í høllini, og so vendu allir gestirnir uppá tvørs. Nú komu øll at síggja hvønn annan. Vit dekkaðu síðani borðini, og royndu at rudda høllina sum frægast, tí vit høvdu drigið servisuna, allanvegin av Húsum til Rituvíkar. Tað var nevniliga Viljin v/ Hannebeth og Magna Garðalíð, sum stóðu fyri matinum. Fríggjadagurin kom so, og tað fyrsta sum tá var á skránni, var at Gestur skuldi til Havnar í Fípuna í SMS eftir blómunum og hevði hann ein vinmann við. Tá ein tími var eftir, til vit sluppu inn í barnagarðin aftur, fekk eg eitt uppkall, har Gestur so fittur spurdi um alt var ok, tí teir vóru altso uppstegðaðir í Kollafirði. Eg var bara púra kul og segði, at tað nokk mundi fara at ganga. Tann fyrsti sum so kom at hjálpa at rigga til, var so beint settur at spula túnið, tí tað var fult í sandi. Fleiri fólk komu so afturat, og vórðu tey so sett at seta teltið upp, sum skuldi brúkast sum durður. Har høvdu vit eisini gávuborðið og eitt borð, har gestabókin kom at liggja (Gestabókin var eitt sindur annaðleiðis, tí gestirnir skuldu sjálvi taka mynd við polaroid kamera og skriva teirra navn undir myndina). Teltið varð so eisini brúkt til at taka myndir av gestunum, har vit høvdu gjørt okkum ein vegg av einari plátu, har restin av greinunum, vórðu brúktar til at pynta við. Tað gekk bert ein lítil løta, so stóð teltið uppi og so var bara eftir at gera, at barnagarðurin ikki sá so Marjun & Gestur Marjun Nord á Líðini er 26 ár og ættað úr Rituvík. Hon er útlærd krambakvinna, men starvast til dagligt á lagrinum hjá Univice í Runavík. Gestur á Líðini er 27 ár og ættaður av Glyvrum. Hann er útlærdur lastbilamekanikari og starvast til dagligt hjá Kjartan Simonsen í Klaksvík. í dag búgva tey bæði í Rituvík. VIT HØVDU EIN HEILT EINASTANDANDI DAG FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO! BRÚDLEYP