hósdagur 23. november 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
21
nógv út sum ein barnagarður. Vit
hongdu toy yvir klædnarúmið
hjá børnunum, settu rulluborð
uttanfyri vesið við deodorant,
tyggigum, hárspray, klárðum
neglalakki til nylonsokkarnar um
hol kom á teir, og ørðum neyðsynjar
produktum. Vit høvdu verið í
gongd eina løøøøtu, so komu teir
enduliga við blómunum – tað sum
bara skuldi taka tveir tímar bleiv
til fimm tímar. So enduliga kundu
blómurnar setast í krukkurnar.
Tann eina stovan bleiv gjørd til
eitt hugnaligt barnarúm, har tey
børnini sum vóru við kundu hugna
sær við chipsi, dippi og øðrum.
Tað sum bleiv bíða sum longst við,
var at seta bommborðið upp við
øllum 29 kg av bommum, tí tað var
skjótt at ein ella báðar tvær mýs
fingu sær burturav. Til endans var
bara eftir at fáa sangheftini uppá
pláss og borðplanin fullfíggjaðan,
sum by the way var gjørdur uppá
15 minuttir hehe. Nú nærkaðist
klokkan midnátt, so vit bæði
vórðu send til hús í song og at gleða
okkum til sjálvan dagin, tí tvær av
vinkonunum hjá mær vóru eftir og
skuldu orna restina.
Tann stóri dagurin:
Kl 07.45 leygarmorgunin skuldi eg
upp og tað einasta eg skuldi hugsa
um, var at busta tenn og taka
pyntið til hárið, sum vóru orduligar
blómur við og so eisini slørið.
Sjálvandi gloymdi eg so blómurnar
og slørið... typiskt. Eg mátti so pent
ringja til babba og biðja hann koma
við tí. Eg var hjá frisørini í Divine
á Glyvrum í 3-4 tímar og vit høvdu
góða tíð. Eg fekk morgunmat frá
henni, og enntá eisini roykjipausur,
og nervarnir, tað var tá ein býur í
Kina. Fotografurin kom at taka
nakrar myndir klokkan 10 og tað
var skjótt, so hevði hann fingið
sínar myndir. Hann fór so víðari
at taka myndir av Gestur, sum
frammanundan hevði verið
hjá Salong Haldu og fingið sett
sær hárið. Heimkomin aftur frá
frisørini, var hann um at skíta í
buks so nervøsur hann var. Hann
var noyddur at lata seg í beinaveg
og var hann í føroyskum klæðum,
sum mamma hansara og mamma
mín høvdu gjørt. Ímeðan hann so
gekk og bíðaði eftir klokkuni, fór
hann trippandi yvir til nábúgvan,
sum eru vinfólk okkara.
Tá eg so enduliga var liðug hjá
frisørini fór eg heim til mammu
og babba at lata meg í og var
fotografurin longu har, so eisini
eg mátti skunda mær at lata meg
í, so hann kundi fáa sínar myndir.
Tað var bara brúðarkjólan eg
skuldi í og var tað skjótt ornað.
Kjólin varð bílagdur í Januar frá
dressilyme.com uppá mát. Hann
passaði næstan perfekt, tí tað
vóru bara stropparnir, sum skuldu
styttast eitt sindur, men tað gjørdi
svigermor í eini handavending. Eg
kom so sjálvandi í eina krisu, tí
slørið var við at detta úr og ongin
slapp at fixa tað, so tað bleiv ringt
eftir frisørini, sum kom sum eitt
snarljós og hjálpti mær. Eftir
krisuna hjá mær vóru øll so klár,
og fóru tey oman í kirkjuna. Nú
vóru so bara eg og beiggi mín, sum
skuldi koyra meg eftir, so vit góvu
okkum góða tíð. Tá klokkan so var
4 minuttir yvir 14:00, so hildu vit,
at vit eisini máttu fara at ragga
okkum, tí prestur hevði sagt, at eg
skuldi koma klokkan 14:07. Eg bleiv
koyrd oman í kirkjuna av beiggja
mínum í einum Toyota Mark 2.
Komin oman í Rituvíkar
Kirkju, síggi eg so allar tær fittu
brúðargentirnar í gongini. Tvær
vóru 12 ár, ein 4 ár og ein 2 ár
og allar í føroyskum klæðum,
sum vóru gjørd til endamálið.
Blómutyssini vóru líka sum mítt
brúðarblómutyssi, men bara minni,
har vit høvdu reyðar og hvítar
bóndarósur, bláar hortensiur og
eucalyptus greinar í – blómutyssini
vóru tískil ikki púra rund.
Eg sá fyri mær løtuna, tá eg
fór gangandi inn kirkjugólvið –
tútbrølandi – men eg kláraði at
halda mær og græt ikki. Løtan í
kirkjuni var heilt fantastisk og
prædikan hjá prestinum var so
deiliga persónlig, akkurát sum vit
ynsktu tað. Tá onkrir ávísir sálmar
komu, tá kláraði eg so ikki at halda
mær meira og byrjaði at gráta.
So gjøgnumførd sum vit
vóru, so høvdu vit bílagt okkum
sápubløðrur ístaðin fyri at hava
rís, tí eg tímdi ikki at hava rís
allastaðni, tá vit skuldu takað
myndir við kirkjuna. Vit fóru so í
brúðarbilin, sum forrestin var ein
Scania R620 trekkjari. Vit koyrdu
eitt sindur runt og fóru so inn aftur
í kirkjuna at taka familju myndir,
og aftaná tað portrait myndir, har
eg var noydd at ofra meg út í tað
váta grasið við mínum gull glitrutu
stilettum/sandalum. Eftir at hava
tikið fleiri myndir, byrjaði tað so
smátt at blíva kalt, so vit skundaðu
okkum niðan í kirkjugarðin at
taka eina mynd, har vit løgdu eitt
knppholsblomstur á grøvina hjá
ommu og abba mínum. Nú hildu
vit, at vit vóru liðug, men kom eg
so í tankar um, at ein vinkona hevði
sagt nakrar dagar frammanundan
brúdleypið, at vit máttu minnast
til at taka eina púra vanliga mynd,
har vit bara stóðu og hugdu beint
fram, og faktist er tað myndin, sum
vit bæði eru allar glaðast fyri. Vit
høvdu síðani deilt tær allar, allar
síðstu uppgávurnar út til tvær
vinkonur, so tá vit komu niðan í
barnagarðin var alt klárt. Vit høvdu
eisini fingið tær til at læna tveir
hitablásarar at hava í teltinum og
tað høvdu tær eisini ornað, ímeðan
vit høvdu tikið myndir.
Veitslan
Teir 140 innbodnu gestirnir
byrjaðu so smátt at koma kl 18.00.
Teir fingu tikið myndir av sær
av fotografinum – OPH foto – og
so eisini myndir til gestabókina.
Vit høvdu syrgt fyri, at gestirnir
komu eitt sindur tíðliga, so tað
var klárt at fáa matin eitt sindur
yvir klokkan 19. Mín sann, um
tað riggaði! Tað varð borðreitt við
húsasúpan sum forrætt, lambskjøt
við vanligum eplum, rómaeplum,
grønmeti og sós til høvuðsrætt,
og so vóru bingokúlu-smákøkur
settar á borðið, so man fekk okkurt
søtt aftur við kaffinum.
Vit høvdu eitt deiligt kvøld og
til borðstjórar høvdu vit Jonhard
Hansen og John Andersen, sum
eru kendir frá Vespureiðrinum.
Teir vóru also líka stuttligir til
brúdleypið, sum teir eru, tá ið teir
eru í Vespureiðrinum. Teir fingu øll
fólkini við uppá tað og tá man hugdi
útyvir fjøldina, so sá tað eisini út
til, at øll hugnaðu sær. Teir komu
við tí góða hugskotinum um, at fyri
man skuldi heilsa uppá tey man sat
hjá og vita hvør hoyrdi til hvønn, so
máttu vit í gongd við at syngja. Vit
sungu “Lítli fingur, lítli fingur hvar
ert tú?”, men ístaðin fyri at syngja
“lítli fingur lítli fingur...”, so bleiv
tað til familjan hjá brúðarparinum,
vinfólk og so framvegis. Prestur
– Ovi Brim – kom so eitt sindur
seinni, so Jonhard stendur so
fittur og syngur, og so kemur
John leypandi og sigur, “sig hvar
er prestur, hvar er prestur, hvar ert
tú?”, so kemur prestur leypandi inn
syngjandi “HER ERI EG, HER ERI
EG” og svaraðu gestirnir so “godag
godag godag”. Tað var nokk eitt av
hæddarpunktunum á veitsluni
.. hehehe. Talur og sangir vóru
eisini, og fleiri roykjipausur vóru
ímillum, sum vórðu stýrdar við eini
dómarafloytu, Tað var alt so deiliga
passaligt, tí tá kundu tey sum vóru
í føroyskum klæðum køla seg niður
og – ella man fekk sær bomm frá
bommbuffetini.
Borðhaldið var nú komið at
enda og alt skuldi ruddast av. Vit
høvdu syrgt fyri fýrverki, fyri at
fáa allar gestirnar út úr høllini, so
pláss var fyri at rudda vekk og gera
klárt til eitt stórt køkuborð – tí vit
valdu ikki at hava nakra dessert.
Vit hildu, at fyrst hava dessert og
so køkuborð, tað bleiv eitt sindur
óneyðugt. Eftir borðhaldið, var
høllin nú eitt dansigólv og man
kundu fáa sær køkur, um man
hevði hug til tað. Vit dansaðu
fyrst føroyskan dans, við tí nýggju
brúðarvísuni, har eitt fitt par av
Húsum og Klaksvík kom at skipa.
Síðani dansaðu vit brúðarvalsin,
har vit høvdu fingið LM band
at spæla undir og teir spældu
eisini til dansin. Eftir hetta, kom
brúðarkøkan á borðið, sum Jórun
Skorheim køkur hevði gjørt.
Vit
høvdu
ein
heilt
einastandandi dag, har alt bara
var perfekt – men veðrið kundi
havt verið betri hehe. Uttan alla tað
góðu hjálpina, høvdu vit ikki kunna
fingið ein so væl eydnaðan dag, og
høvdu vit nokk heldur ikki hildið
okkum innan fyri okkara budget
– 100.000 krónur – tí, at nógvar av
uppgávunum vóru DIY, sum vit
fingu hjálp til. Tað er bara at byrja
nóg tíðliga at fyrireika, tí tað eru
øgiliga nógv ting, ið skulu fáast
uppá pláss til eitt brúdleyp – meir
man fyrireikar í góðari tíð, minni
stress verður dagarnar uppundir
sjálvt brúdleypið. Tá dagurin
so enduliga kemur, so er bara at
slappa av og njóta hvørt sekund, tí
dagurin gongur ómetaliga skjótt.
Vit vildu helst hava, at veitslan
bleiv hildin her í bygdini, og so
vildu vit eisini helst hava eitt
brúdleyp, sum ikki var líka sum
hjá øllum øðrum og tað haldi eg
vit fingu. Tað besta við degnum
var nokk, tá vit søgdu ja til hvønn
annan og bommborðið var eisini
lekkurt hehe. Vit hava ikki verðið
á brúðaferð enn, men tað verður
nokk í næsta summar.