Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 22 JÓLAKONSERTIR ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO S paniastova í Klaksvík 6. desember er legends­ kvøld við Martin Christian Restorff. Tónleikaslóðin hjá MC er imponerandi og saman við Rudolf Joensen verður farið ígjøgnum longu tónleikakarrieru hansara, og saman við Húsorkestrinum fer MC eisini at framføra nakrar av klassikarunum heilt aftur til Meist­arans hond. Í Miðstovuni er hugnalig jólakafé við gløgg, kaffi og rís a la mande. 16. desember er Teitur aftur í gomlu Klaksvíkini og bjóðar til konsert í Spaniastovu - eina av mest fornu tónleikapallum í Føroyum.  Teitur er framúrskarandi við klaveri, hann borgar fyri høg­ari tónleikaligari góðsku og undir­ haldi. Hann spælir eisini nøkur jólaløg hetta kvøldið. M entanarhúsið í Fuglafirði Tríggjar teir fyrstu leyg­ardagarnir í adv­ ent vitjar matstovan Frumbiti í Ment­anarhúsinum í Fuglafirði. Matstovan, ið til dagligt húsast í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, leggur seg eftir at gagnnýta føroyskar rá­vørur, og gevur sítt boð uppá føroyska køkin í 2017. Hesi leygarkvøldini, eftir mál­ tíð­ina frá Frumbita, verður ein kon­sert í Mentanarhúsinum við ym­iskum tónleikarum. Leygarkvøldið 2. desember spæl­ir Lena Anderssen kvartett í Mentanarhúsinum, og Lea Kamp­ mann hitar upp. Aftrat sær hevur Lena – umframt mannin hjá sær Niclas Johannnesen – Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi og Ólav Olsen á trompet og tangentum. Lena og bólkur fara at framføra løg av seinastu útgávuni Eagle JÓLAKONSERTIR Jólini nærkast í hvørjum, og jólakonsertirnar eru vorðnar siðvenja hjá mongum okkara, sum fara á eina ella fleiri góðar konsertir í tíðini upp undir jól. Tað eru nógvar ymiskar konsertir kring landið hesar vikurnar, og her hava vit savnað saman nakrar úr ymiskum økjum í landinum