Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 23 R KRING LANDIÐ In The Sky, umframt løg av undanfarnu útgávunum Letters From The Faroes, Let Your Scars Dance og Can’t Erase It. Somuleiðis vera onkur løg, ið ikki eru útgivin enn, á skránni. 9. december bjóðar Teitur á eina tónlistarliga ferð inn í krás fyri oyru og sál, tá hann fer á pall í Mentanarhúsinum. Hetta er onnur av trimum konsertum, ið verða í Mentanarhúsinum trý tey fyrstu vikuskiftini í advent. Teitur hevur ferðast kring allan heim við sínum sangum og framført fyri fullum ítróttarstadiumum eins væl og lítlum klubbum. Hann hevur spælt fyri kongum, drottn­ ing­um, forsetum og øllum øðrum kring heimin, men leygarkvøldið 9. desember kemur hann til Fuglafjarðar. Enn er ikki kunngjørt, hvør spælir í Mentanarhúsinum leygar­ dagin 16. desember. T øting í Gøtu: Leygardagin 25. november er konsert við Glataðu spælimonnunum í Tøt­ ing. Hetta var ein føroyskur tón­ leika­bólkur, sum var mest virkin í 1980-árunum. Bólkurin gav út eina lp-plátu í 1982 við heitinum Glugga­mynd, talan er um vísu og fólka­tónleik.  Tvey systkin úr Vági, Pauli og Jacobina Hansen (nú Jacobina Ellingsgaard), sungu sangirnir, sysk­ini bæði hava smíðja tey flestu løgini, fleiri teirra til yrkingar hjá T.N. Djurhuus, tó hevur skaldið Jóanes Nielsen skrivað yrkingina Til Boga og allar nýføðingar í verð­ ini, sum var fyrsti sangur á plátuni. Gluggamynd stendur enn tann dag í dag, sum ein varði í Føroyskari tónleikasøgu. Nú 35 ár seinni, hevur tú høvi at uppliva hendan sera forkunnuga og serliga bólk í Tøting í Syðrugøtu, og tey ið koma at mynda bólkin verða Jacobina Ellingsgaard - Sang, Pauli Hansen - Sang og gittar og Arnbjørn Sivertsen - gittar L økshøll í Runavík Á fjórða sinni verður stóra jólakonsertin, Jól við Løk­in, hildin í Løkshøll. Kon­sert­ ir­nar í ár verða 9. og 10. desember. Eins og undanfarin ár verða tað bæði solistar og bólkar, ið koma at fram­føra saman við fantastiska hús­orkestrinum undir leiðslu av Jákupi Justinussen. Í 2014 var ein konsert, í 2015 var ein konsert og ein eykakonsert, og í 2016 var ein konsert og tvær eyka­konsertir. Sostatt er ein kon­ sert komin afturat á hvørjum ári, og allar konsertirnar hava verið útseldar. Eisini í ár eru væl um­ tóktu konsertirnar útseldar, og Runa­víkar kommuna boðar frá, at enn ikki er avgjørt, um ein konsert verð­ur afturat. S alt á Tvøroyri Mikudagin 13. des. hev­ur Eivør konsert í ment­an­ arhúsinum Salt á Tvøroyri, har hon saman við egnum bólki, strúkarum og gestatónleikarum fer at framføra egin løg og jóla­ sangir. N orðurlandahúsið Kom og njóti jólagleðina saman við Eivør, tá hon fer á pall í Norð­urlanda­ hús­inum. Tvær útseldar konsertit eru hóskvøldið 14. desember, og tí verður ein eykakonsert fríggja­ kvøldið 15. desember. Á konsertini fer hon at framføra nøkur av sínum egnu løgum og jólasangir, ið henni dámar væl. Um­framt sín egna bólk, fara strúk­arar og gestatónleikarar at fram­føra saman við henni. Hvørj­ ir jólagestirnir vera, mugu vit spent bíða eftir, tí tað verður ikki av­dúkað fyrr enn á konsertini. Jóla- og familjukonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er í Norð­ urlandahúsinum leygardagin 2. og sunnudagin 3. desember. V esturkirkjan í Havn 2. desember spælir Teitur sálmar og sangir Í samband við re­ forma­tiónshátíðarhaldið gav Det Kgl. Vajsenhus í mai út nýggja kirkju­songbók. Bókin er lýst at vera margfaldar tulkingar av kristna trúarlívium og tilveru í sam­tíðini. Av teim 229 sálmunum eig­ur Teitur átta teirra. Hesir átta eru nú týddir til føroyskt og fer tón­listamaðurin at syngja og spæla teir og aðrar í Vesturkirkjuni leyg­ar­dagin 2. desember.