Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 24 SÍMUN ABSALONSEN Jørn Astrup Hansen hevur í Sosialinum tann 2. nov. eitt aftursvar uppá eina tíðargrein, sum eg skrivaði tann 4. okt. um skatta­málið hjá Eik. Grein mín var parvíst ein persónlig faklig meting­ um hetta mál umframt ein ábreiðsla á KVF, sum frá fyrsta degi hevur havt partsstøðu í skatta­ málinum. KVF hevur lýst málið so ósak­liga, at eg meti tað vera brot á kring­varpslógina. Í aftursvarinum frá Jørn Astrup er als einki nýtt um skatta­málið. Hetta er endurtøka av tí, sum hann áður hevur skrivað. Høvuðs­ boðskapurin er tann sami: Nýggi Eik bankin hevði einki tap av banka­yvirtøkuni, av tí at Finansiel Stabilitet bar tapið. Tað er rætt at Finansiel Stabili­ tet hevði stórt tap ísv bjarg­ingina av Eik, men at halda uppá, at nýstovnaði bankin av somu orsøk einki tap hevði í samband við yvirtøkuna, er grugg og mjørka­ tos. Nýggi bankin livir sítt lív sum egið føroyskt sjálvstøðugt skatta­ subjekt, uttan mun til hvussu eigari bankans í Keypmannahavn velur at handla ognarlut sín í nýggja Eik. Jørn Astrup vísir til før­oysku partafelagslógina og rokn­ skaparreglur fyri bankar, og alt gott um tað, men hann vísir ikki til nakra rættarkeldu á skattaøkinum, hvørki lógir, kunngerðir, rundskriv ella líknandi. Og av tí at hetta er eitt skattamál, eru tað júst skattareglur, ið eru viðkomandi í hesum máli. Tann 12.10.2010 varð eitt nýtt parta­felag tikið upp í føroysku parta­felagsskránna. PF Eik Banki Føroya varð stovnað av danska móðurfelagnum Finansiel Stabilitet. Stovnarin setti 2 mia kr. í reiðum peningi í nýggja bankan. Alt annað líka er eginognin í nýggja Eik nú 2 mia. kr. Men nýggi bankin yvirtekur, frá gamla Eik, ognir mettar til 11,0 mia kr. og rindar 11,5 mia kr fyri hetta. Yvir­ tøkan gevur sostatt eitt tap uppá ½ mia kr, og tað skilir hvør handils­ skúlanæmingur, sum hevur lært bókhald á grundstøði. At nakar vil royna at burturforklára hetta tapið sum ikki eksisterandi er heilt óskiljandi. Hvussu hetta tap skal viðgerast rokn­skaparliga, er ein annar spurn­ingur. Og hvussu tapið skal viðgerast skattliga, er ein triði spurningur. Og tað er júst hesin triði spurningurin, sum er aktuellur í hesum máli. Jørn Astrup tykist ikki at skilja, at roknskaparrættur og skatta­ rættur eru ymiskir lógar­karmar, sum byggja á ymiska løg­speki, venda sær til ymiskar áhugabólkar, og har samfelagsligu endamálini við lógarsmíði eru ymisk. Júst tí kunnu týðandi frávik vera ímillum skattaroknskap og roknskap. Tað er konsensus tvørtur um landamørk, at skatta­rokn­skapur kann liva sítt lív við stóru­m frávikum til vanligar rokn­ skaparreglur. Tað undrar meg ikki sørt, at bankafólk nú eru vorðin fremstu skatta­serfrøðingar hjá KVF, meðan veruligur fakligur skattakunnleiki verður hildin uttanfyri. Tey tvey størstu grannskoðaravirkini í Danmark, Deloitte og PWC, hava givið responsum um skatta­ málið hjá Eik. Deloitte og PWC grannskoða í dag 70% av danska fíggjarheiminum. Báðar grann­ skoðarafyritøkurnar meta, at Eik hevur frádráttarrætt fyri undir­ balansu. Deloitte metir enntá, at Eik hevur fullan frádrátt longu fyrsta árið sambært §31 í skattalógini, og tí er ikki neyðugt at leita til §35a um goodwill. Eftirsum Deloitte umboðar hetta meira víðgongda sjónar­miðið um frádráttarrætt, kann eg til stuttleika nevna, at Deloitte er í dag grannskoðari hjá Finansiel Stabilitet. So er at vóna at Henrik Bjerre-Nielsen hevur álit á sínum grannskoðara. Men allar hesar viðkomandi upp­lýsingarnar frá fremstu fakligu ekspertisu á skattaøkinum, verða duldar av teimum miðlum, sum hava útpeikað seg sjálvan til sannleiksvitni í hesum máli. Í dokumentarsendingunum hjá KVF sleppur eingin uttanhýsis ser­frøð­ ingur til orðanna, uttan bert teir, ið hava sama sjónarmið sum Jørn Astrup, og slíkur arbeiðsháttur styrkir ikki um trúvirðið hjá lisens­ fíggjaðum journalistikki. Tá nýggi Eik fór undir at reka bankan víðari, fekk bankin við í keypinum frá gamla bankanum: Heima­síðu, logo, brand, know-how (starvsfólk), telefonnummar, um­ framt 20-30.000 kundakontaktir. Har­umframt fekk nýggi bankin enntá loyvi at brúka navnið EIK og varðveitti skrásetingarnummarið 9181. Hesi immateriellu aktiv, sum eru umfatað av skattalógini §35a, tryggjaðu nýggja bankanum eina smidliga yvirtøku, sum kund­ in merkti lítið og einki til. Hesi aktiv vóru eisini við til at tryggja nýggja Eik eitt fíggjarligt ”kick­ start”, sum beinan vegin sást aftur í grundrakstri bankans. Men hesi týðandi aktiv, sum bæði eru keypt og goldin, eru sambært Astrup virðisleys, tí afturvendandi út­ søgnin er: ”Der var ingen goodwill”. Tá eg skrivaði mína grein ”Karakter­morð fyri almennar lisens­pengar”, vóru mínar atfinn­ ingar ikki júst vendar ímóti Astrup. At KVF í hesum máli hevur verið í lummanum hjá honum, er ikki ábyrgdin hjá Astrup. Tann ábyrgdin liggur hjá KVF leiðsluni. Men skal eg eftirmeta mína grein frá 4. okt, kann eg siga beint út, at eg skrivaði einki, sum eg ikki kann standa við í dag. Tvørtur­ ímóti! Greinin rakti helst nógv betur, enn eg sjálvur grunaði. T.d. var mítt git um, at Eik valdi at góðtaka null-goodwill og rinda skatta­rokningina fyri at fáa frið, púra rætt. Tað eri eg fullvitandi um í dag. At Eik slepti skattamálinum og góðtók eitt good-will uppá 0, var ein dáragerð av teimum heilt stóru. Eitt klokkureint sjálvmál - tað ásannar bankin í dag. Men tað er ikki revsivert at bera seg býtt at. Ein stórur partur av Føroya fólki hevur kortini ikki innlit skatta­málið, og hví skulu tey tíma at seta seg inn í tað? Men við tí pondus sum Jørn Astrup hevur, fara tað altíð at vera tey her á landi, sum góðtaka hansara sjónarmið, bert tí Astrup sigur tað. Men skal mann úttala seg um eitt skattamál, er neyðugt at koma við skattligum grund­gevingum, og tað ger Astrup ikki. VIÐMERKING VIÐMERKING TIL JØRN ASTRUP: Eitt partafelag er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt!