hósdagur 23. november 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
25
av.fo
Stuðul til
uppihaldspening
fyri seinna hálvár 2017
- umsóknarfreist
Umsókn um stuðul til uppihalds
pening fyri seinna hálvár 2017
saman við kvittanum fyri goldnum
barna ella hjúnafelagagjøldum,
skal vera Almannaverkinum í hendi
í seinasta lagi 5. desember 2017.
Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn
barna ella hjúnafelagagjøld eru
goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki
neyðugt at lata inn kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 5.
desember 2017 kunnu ikki væntast at verða
avgreiddar fyrr enn í juni 2018.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av
gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald
frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi
útlendskum myndugleika sendast inn saman
við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at
gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert
rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara undir oyðubløð.
Á heimasíðu okkara av.fo undir familja og børn
er meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli 2017
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2017,
skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli
2018. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur
rætturin til stuðul av goldnum upphæddum
2017 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí
sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn
rættstundis”
PROKLAMA
Tey, ið hava krøv í búnum
eftir Elsebeth Kristinu Adam,
undir Kráarbrekku 1, 700
Klaksvík, f. 211023, d. 3.
januar 2017, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðir frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaðu.
Tikið er við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðadagin og sendast
undirritaðu, Frúutrøð 4, 100
Tórshavn, vísandi til j.nr.
20170437 saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
Tórshavn, tann 15.
november 2017
Fríða Patursson, adv.
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingur til Uttanlandstænastuna
Umsóknarfreist 12.des. 2017
Radiografur til Røntgendeildina
Umsóknarfreist 1. Des. 2017
Varaleiðari til barnadeildina
Umsóknarfreist 1. Des. 2017
Sálarfrøðingur til farloyvisstarv
Umsóknarfreist 24. Nov. 2017
Sálarfrøðingar til Psykiatriska depilin
Umsóknarfreist 8. Des. 2017
Kostrøktarstarvsfólk til køkin
Umsóknarfreist 6. Des. 2017
Introduktionsstilling i Intern medicin
Umsóknarfreist 12. Des. 2017
Verkætlanarleiðari til THS
Umsóknarfreist 6. Des. 2017
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
AÐALFUNDURIN 2018
Formansval og nevndarval
Ársaðalfundur Maskinmeistarafelagsins verður í mars mánað
2018.
Á hesum aðalfundi skal formaður veljast fyri komandi trý ára
skeið. Harafturat skulu veljast tveir nevndarlimir fyri komandi
tvey ára skeið.
Verandi formaður Páll Hansen hevur boðað frá, at hann tekur
ikki við afturvali til formansstarvið. Tað er sostatt greitt, at
nýggjur formaður skal veljast.
Sambært lóg felagsins skulu uppskot til formansval og nevnd-
arval vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2017.
Um formansstarvið
Í lóg felagsins er ásett:
Valdur formaður játtar at taka við starvinum sum fulltíðar-
settur formaður felagsins. Formaðurin verður løntur sambært
lønartalvuni fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá tí almenna
á landi, íroknað eftirløn. Harumframt fær formaðurin viðbót.
Nevndin ásetur lønarstig og viðbótarstig.
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Dánjal
Design í likvidatión,
Landavegur 2, 100 Tórshavn,
skrás. nr. 5463, sks. nr.
3-89/2017, verður einhvør, ið
hevur krøv biðin um,
skrivliga at venda sær til
bústjóra, advokat Birita
Sandberg Samuelsen, SÓKN,
J. H. Shrøters gøta 7, 100
Tórshavn, j.nr. 10375, innan 4
vikur eftir at hetta er
kunngjørt, og boða frá
hesum krøvum, uppgjørd
við møguligum rentum á
trotadegnum tann 27.
oktober 2017.
Skjalprógvan fyri krøvunum
og makaskjal av fráboðanini
skulu sendast við.
Tað verður innkallað til
skiftifund mánadagin tann
15. januar 2018, kl. 9.30, í
skiftirættunum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn, at
royna fráboðaði krøv og
møgulig onnur krøv. Ein listi
við krøvunum og við
tilmælum bústjórans og
fráboðanum liggja til
eftirskoðan í skiftirættinum 2
vikur innan skiftifundin.
Á fundinum kann búgvið
verða endað sambært § 143,
stk. 1, í konkurslógini.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 17. november 2017.
ALMENN ÚTBJÓÐING - MOBILE FIRST
Útbygging av fartelefonnetverkinum í Grønlandi.
Tele Greenland A/S bjóðar hervið út omanfyrinevndu uppgávu.
Fyri nærri kunning vitja heimasíðu okkara:
www.telepost.gl/da/licitationer
FRÁ VÁGS KOMMUNU
Skattalistin fyri 2016 liggur alment frammi
á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 27.
november til og við mánadagin 11.
desember 2017.
Vágs Kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við
G BREYÐ
2 FYRI
25.-
VANL. 1495–2795
FYRI POSAN
15.-
VANL. 3295
KIMS KIPS
Miðnám á Kambsdali:
Økutossi og
Calanus aftur
í undirvísing
s8-9
Skúvoy:
Lundin
hevur havt
tað gott s4
uga
num
ska
tilboð
VIKUSKIFTIS-
LAMBS
KULOTTUSTEIK
FESK ELLA FYLT. 1/2 KG
5
Eyðun hevur Parkinson:
Eina hon á
steypinum
Blaðmaður:
Hóanir ein partur
av tí s12-13
Tað var sum at fáa deyðadóm, men tað gekk ba
hevði eg fótað mær aur, sigur Eyðun Ásason,
tá ið hann fekk staðfest Parkinson. Nú skal han
og sunnudagin hevur hann konsert í Salt fyri a
er ei seinasta, go minni við sær til skurðviðg
Víkingur:
SJÚKA
RÍKAR
MÆR LÍ