Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen H etta er framhald av søguni um danska fólka­tingsmannin fyri Social­demokratiska flokk­in, H.P. Hansen, sum í 1915 kom til Føroya at slóða fyri einum javn­aðarflokki. Men hetta gekk ikki eftir vild. Hann ferðaðist eisini kring landið at kanna samfelags­við­ur­ skift­ini, og hann greiðir frá: Tann 22. juli fór eg til Nólsoyar saman við realskúlalæraranum Skaalum, har hann skuldi hava eftirlit við frálæruni í skúlanum. Her hevði verið ein gamal lær­ ari, sum fyri einum hálvum ári síð­ani var farin frá fyri aldur. Men nú var komin ein nýggjur ungur lær­ari, og “det syntes, at den unge Lær­ers Paavirkning havde baaret bedre Frugt.” Hesin lærarin var Símun Sim­ on­sen, ættaður úr Norðragøtu. Hann tók við 1. Januar 1915 og var lær­ari í Nólsoy alla sína tíð. Símun var ein framúr lærari, sum hevur merkt fleiri ættarlið av nóls­oyingum. Hann hevði eisini onn­ur álitisstørv sum at vera dekn­ur. Seinnapartin vóru vit í urðini og fleygaðu. Vit møttu eini neyta­ konu við sínum tveimum dyllum á bak­inum. Hetta gjørdi hon tvær ferðir um dagin fyri at mjólka tvær kýr. Gongdin aftur og fram tók 3 tímar. Tað sama var við torvi. Menn kunnu fara tvær ferðir um dagin eftir torvi. Byrðan var 100 pund hvørja ferð. Sosialisma í Nólsoy Kongsbóndin Hans Mikal Hansen fortaldi mær, hvussu tey fíggjaðu vatnveitingina í bygdini. Vatnið verður veitt í ein brunn, haðani rør verða løgd til øll húsini. Ein fyritøka í Havn legði vatn­ veitingina, og kommunan legði kostnaðin út. Hetta varð goldið aft­ur á tann hátt, at fólk lótu tígg­und av síni inntøku til vatn­ verkið. Tíggjunda hvørt lamb, hvør tíggindi veiddur fiskur og tígg­indi hvør veiddur fuglur fór til at gjalda vatnveitingina. Tey, sum einki áttu, rindaðu tískil ikki nakað. Tá ið eg segði við Hans Mart­in, at hetta var jú sosialisma, gjørd­ist hann ógvuliga bilsin. Til Kirkjubøar Í Kirkjubø vitjaði eg Jóanns bónda og beiggja hansara, Sverra. Vit hugdu eftir bóndaskapinum og “Edderfugleøen” (man vera Kirkju­bøhólmur). Eisini tosaðu vit leingi um stríðið millum Sam­ bands­flokkin og Sjálvstýris­flokk­ in. Jóannes vil ikki viðurkenna, at hugsað verður um loysing frá Dan­mark. Ætlanin er bara at fáa sjálv­stýri. Hann heldur lítið um, at Oliver Effersøe og aðrir sam­ bands­menn leggja teir undir at hava ætlanir, sum teir ikki hava. Hann viðurkennir kortini, at stríðið veruliga ikki snýr seg um meira ella minni sjálvstýri, “men hvad der er i vejen, det siger jeg ikke til Dem”! Men eg fekk kortini ta fat­ an, at veruliga endamálið var at sleppa undan donsku embætis­ monn­unum og danskari ávirkan. Endamálið var eisini at stuðla landbúnaðinum, so oyggjarnar kunnu breyðføða seg sjálvar. Hann trúði uppá, at hetta kundi bera til. Jóannes greiddi eisini frá um bispin Ostenfeldt, sum hevði verið í Tórshavn, men sum ikki vildi vitja Kirkjubø, hóast Jóannes hevði bjóðað bæði ross og bát til ferðina. Hann helt, at tað vóru donsku embætismenninir, sum høvdu ligið í buktini. Tann unga kona Sverra Pat­ ursson, Agnes Lindemann, ættað úr Keypmannahavn, var enn meira “selvstyregal end hendes Mand og Svoger, men hun vil ikke vide af nogen Løsrivelse fra Danmark at sige. Hun kan ikke lide Embedsmændene, men nogen Grund derfor kan hun ikke angive. Sverre Paturssons Grunde for Hadet til Embedsmændende er heller ikke videre Solide. Andrass ræddist Líggjas bónda Tann 24.juli fór eg við mjólka­ bátinum Ruth inn á Skálafjørðin. Andrass Samuelsen møtti mær í Søldarfirði. Vit fóru til gongu til Fuglafjarðar, men vit steðgaðu á í Syðrugøtu. Har vitjaðu vit fyrst keypmannin, Absalon Jacobsen, seinni kendur sum Absalon á Skála. Har tosaði vit um gøluna sum hevði verið, tá ið Rasmus á Háskúlanum á fólkafundi hevði mælt føroyingum til at koma “nærri Noregi”. Hetta var ógvu­ liga illa upptikið av sam­bands­ monn­um. Vit vóru eisini inni hjá Per í Húsgarði, har vit fingu pannu­ køk­ur. Per var íðin sjálv­stýris­ mað­ur. Hann eigur “en 24 aarig gamm­el Søn, der har vært i Norge og lært til Agronom. Sønnen er deraf bleven ganske norsk kulret. Samuel­sen venter megen fortræd fra den unge Bondes Side for Dansk­hedens Sag.” Eftirtíðin vísti, at hesum hevði Andrass alla grund til at ótt­ast fyri. Sonurin var Líggjas, sum seinni tók við festinum hjá páp­ anum. Hann gjørdist av mest ídnu fólkafloksmonnum. Tað eru frásagnir frá Gøtu um teir ógvus­ ligu politisku fundirnar frá tíðini hjá Líggjasi. Hann doyði annars í góð­um árumí 1951. Nú er eri eg fleiri dagar í Fugla­ firði saman við Andrass Samuel­ sen. Vit eru í kirkju, fara til fjals og spæla kort. “Ind imellem taler vi om færøske Forhold”. Ólavsøkuaftan fari eg við Be­ skytt­eren úr Fuglafirði til Havnar. Ólavsøkan í 1915 Tað er eitt sindur forkunnugt at fáa eina frásøgn frá ólavsøkuni hetta árið, soleiðis sum P.H. Han­ sen upplivir hana. Longu dagin fyri, Ólav­søku­ aftan, kom ein hópur av fólki til Havn­ar, og ólavsøkudag komu enn fleiri. Tað bleiv ikki arbeitt. Tjaldrið lossaði ikki, og sjálvt mjólk­arbáturin, Ruth, fór ikki út á bygdirnar eftir mjólk. Veðrið var gott, og nógv fólk var at síggja alla staðni. Handlarnir vóru afturlatnir frá kl. 10 til kl. 3 seinna­partin. Kl. 10 fóru teir 22 tingmenninir við amtmanninum á odda og sjey prestum skrúðgongu úr ting­hús­ in­um í kirkjuna, sum var stúgv­ andi full av fólki. Taluna helt presturin Moe, kend­ur missiónsmaður. Hetta var ein góð og klók tala, har teksturin var: “Gevið Gudi tað, sum hann Í fyrsta umfari vitjaði Hans Peter Hansen sambandsmenn, men hann vitjaði eisini í Kirkjubø. GRINDABOÐINI, SUM SEINKAÐU FØROYSKU SOSIALISMUNA 2. partur Perman á dagbókini