hósdagur 23. november 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 137
27
eigur, og keisaran tað, sum hann
eigur”. Hetta legði hann soleiðis
út, at tað ráddi fyrst fremst um
at hava Gud í hjartanum, so kann
politikkurin koma í aðru røð.
Kl 6 var eg í kirkju fyri at hoyra
tann í hesum døgum umstrídda
prestin Absalon Joensen, ættaður
úr Klaksvík.
Absalon Joensen “messer
prægtigt og synger godt, men
hans prædiken i dag var ganske
Aandløs”.
...
H.P. Hansen vísir til Absalon
Joensen, sum “han som tog den
af Tingakrossurs redaktør malede
altertalve ned i Fuglefjord kirke.”
Tað var nógv skrivað um hetta
í Tingakrossi í 1914. Kristin var
sum vanligt hvassur í penninum.
Forsøgan er tann, at Kristin í Geil
hevði málað altartalvuna. Tað
hevði verið nakað av stríð um
hetta í Fuglafirði, tí Kristin varð
av mongum roknaður fyri at vera í
so ókristiligur. Summi hildu, at ein
slíkan mann kundi tey ikki hava til
at mála altartalvu. Onnur hildu
kortini, at so hugtakandi, sum
altartalvan var, so kundi tað ikki
vera heilt galið við kristiligheitini
hjá Kristini. Hon bleiv eisini
hangandi.
Annars verður sag frá ólavsøk
uni, at tað vóru nógv “bedemøder”.
Tað var ikki so løgið, tá ið hugsað
verður um allar menninar, sum
vóru til sjós, og har eingin mamma
ella kona visti, um tey sóust aftur.
H.P. greiðir eisini frá, at
“ungdommen danser overalt og
hele Natten. Her var Kapsvømning
og Boldkamp i Eftermiddag”.
Grindin sum steðgaði
sosialismuna
Nú skuldi slagið um sosialismuna
standa, og um hetta skrivar H.P.
Hansen:
Tað er ikki talan um nakra
sosialistiska rørslu í Føroyum. Víst
er nokk so nógv av liviháttinum í
Føroyum sosialistiskur, men tað er
so eingin politikkur í tí.
Á Tvøroyri er eitt nýtt men lítið
fakfelag, hetta var nýstovnaða
Fylking. Havnar Arbeiðsmanna
felag varð stovnað árið eftir.
Í Havn hava nøkur ung eitt
sosialdemokratiskt felag, sum
hevur biðið meg um at halda ein
almennan fyrilestur um sosial
ismu, áðrenn eg fór avstað aftur.
Fundurin varð ásettur til sunnu
dagin 1. august kl. 4 í losjuni í Havn.
Reyðar plakatir vórðu hongdar
upp í gøtunum, og tað tyktist at
vera stórur áhugi, í hvussu er í
“visse Kredse”. Mær varð tó fortalt,
at nakrar av plakatunum vórðu
skræddar niður aftur.
Hølið var fult av fólki. Tey
flestu hildu seg fyrst aftarlaga í
salinum. Tey tordu ikki rættiliga
at vísa teirra forvitni. Men við at
vissa tey um, at “eg ætlaði ikki at
eta tey” eydnaðist at fáa tey flestu
fram til sitiplássini fram móti
talarastólin.
Kl. 4 ½ stod jeg og talte om
Emnet: “Hvad er socialisme?” i
Logebygningen i Thorshavn. Der
var mødt godt 100 Mennesker af
Thorshavns 1.800 Indbyggere.
Pludselig lyder paa Gaden
udenfor Raabet: Grindaboð! Og
ud farer Menneskemængden.
Jeg hørte Raabet og forstod det
ganske dunkelt, men optaget,
som jeg var af mit Emne, talte jeg
videre.
Sysselmand Samuelsen farer
hen på telefonstationen og spørg
er, hvor Grinden er og faar at vide:
De driver den syd for Sørvaag
Bjerge hen imod Midvaag.
Mødet var altsaa hævet, ganske
interessant forresten. Det var
første gang en kendt dansk Social
demokrat skulde tale på Færøerne,
og saa kom der Grind, lige som han
beyndte at tale, og Grindedrabet
kan ingen staa for.
Det driver dem ud af Kirken
under Præstens Prædiken og
Lagtingsmændene løber fra Lag
tingets Forhandlinger midt under
Mødet.
Her var einki at gera. Tað kundi
heldur ikki koma upp á tal at taka
fundin upp aftur. Men sum H.P.
Hansen skrivar: De var gaaet glip
af min Førstehaandsviden om,
hvad Socialismen er, men de havde
ad anden Vej og for en Tid faaet
Spisekamrene fyldte.
H.P. kundi “fristes til at komme
igen ad Aare, og fortælle dem, hvad
de ikke denne gang fik at vide.”
Dimmalætting skrivaði um
henda fund: Utvivlsomt vil det
Møde, som H.P. Hansen i Søndags
paabegyndte, blive det han bedst,
han bedst vil huske. Han oplevede
ved den lejlighed noget for en
Politiker ganske enestaaende.
Longu 3. august fer Hans
Peter Hansen avstað aftur við
Tjaldrinum. Hann kom ikki aftur
til Føroya, í hvussu er ikki í hesum
ørindum.
Henda søguliga grindin legði
beinini 1. august í Miðvági. Hon
var 360 hvalir.
Grindaskemt
Tíðindastovan Ritzau fekk eisini
stuttleikka burtur úr hesum.
Roskilde Tidende hevði hesa
skemtiligu grein:
Man siger nok, at Ritzau Bureau
er en kedelig og tør Indretn
ing, men dette gælder ikke for
Færøerne. Den Mand, der sidder
deroppe for Ritzau, er en gudbe
naadet Humorist. Der ligger en
Overdaadighed af lune i denne
lille Situationstegning.
Hr. Folketingsmand H.P. Han
sen har samlet de Færø Mænd
om sin Pult for at forklare dem
mysteriet om den internationale
Socialisme. Han har givet sit Fore
drag den pirrende Titel “Hvad er
Socalisme?” Han har faaet vel
begyndt. Han har tag i Forsamling
en. Folketingsmanden er let paa
virket af det historiske Øjeblik, da
Socialismens Banner skal plantes
paa Færøernes jomfruelige Grund:
Ærede Vælgere paa Færøerne!
Hvad er Socialisme?
En dør springer op, og en
Mand i Færingernes Dragt med
den lange Hue flagrende viser sig
i døraabningen, rødere i Ansigtet
end Folketingsmanden og slynger
ind i Forsamlingen det lille Ord:
Grind!
So verður greitt frá, hvussu
fundarfólkið leyp á dyr, og hildið
verður áfram:
Færingerne faar saaledes aldrig
at vide, hvad Hr. H.P. Hansen fra
Skive mener Socialisme er. Men
det Spørgsmaal melder sig for os
andre, om de egentlig har Belæring
behov. Viser den lille Episode
forviget af Ritzau bureau ikke, at
de kære Færinger har et ganske
godt begreb om, hvad praktisk
Socialisme er? Det er Grind! Er
Svaret ikke udtømmende?
Gamle Harald Jensen, [kendur
danskur javnaðarpolitikkari],
har for et par Aar siden forklaret
Problemet paa den Maade, der
ikke fjerner sig langt fra den fær
øske. Han sagde: “Vi spiser, mens
Maden er paa Bordet!” Færingerne
siger kort og godt: “Grind”, og saa
trækker de Kniven.
Salig afdøde Karl Marx har
skrevet 8 lærde Bind om, hvad
Socialisme er. Hvis der er Humør
i livet paa den Skive Hansen, for
slaar han paa næste kongres at
kassere disse 8 Bind og samtlige
Borgbjergske [ein annar kendur
oddamaður í danska javnaðar
flokkinum] Programmer og er
statte dem med den fyndigere og
mere populære definition fra Fær
øerne: Grind!
Heimkomin til Danmarkar
legði H.P. Hansen upp til eitt
eljustríð við sjálvstýrismenn í
blaðskriving og á fólkatingi.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá beiska orðaskiftinum
millum H.P. Hansen og føroyskar sjálvstýrismenn og um
gøluna, sum endar hansara politiska lív.
Ættarfólkini hjá H.P. Hansen, sum eru upprunin til
hesa søgu: Vinstrumegin, abbasonurin Ejner Hau
Hansen, høgrumegin langabbadóttirin Mariann
Hau. Millum teirra er Erik, maður Mariann.
Vitjað varð eisini í Syðrugøtu
Andrass Samuelsen helt longu í
1915, at Líggjas bóndi kundi gera
fortreð fyri “danskhedens sag”.
Hetta var neyvan skeivt mett!
Tað var her í losjuni í Havn, at søguligu fundurin var hildin.
Frk. Vang
Vit sóknaðust í fyrst partinum eft
ir, hvør frk. Vang, har H.P. Hansen
helt til í Havn, mundi vera.
Viggo Chistiansen veit at siga,
at hon er Christianna Maria
Vang (1863-1951), bóndadóttir úr
Frammistovu í Kaldbak. Ein
kendur bróðursonur var Knút
Wang.
Frk. Vang kom til Havnar í
1880’unum. Hon helt hús hjá Hans
Madsen Nielsen, sum var dani og
kendur lærari í Suðuroy. Hann
flutti til Havnar og búði á Landa
vegi 3. Tá ið hann doyði í 1902,
keypti hon húsini og hevði pen
sionat í teimum.