Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 HETTA ER ÓTRÚLIGA VÁNALIGT LÆKNALOYSI Tað er ikki bara at biðja fólk flyta heim, tá ið umstøðurnar eru so vánaligar, at tey ikki so frægt sum sleppa til ein kommunulækna, heldur smábarnamamma í Havn Áki Bertholdsen –  Hetta er ótrúliga vánaligt! Tað heldur Jóhanna av Steinum. Hon er ein av mongum fólkum í Havn, sum merkja læknatrotið á sín­um egna kroppi. Hon hevur ein son, sum er knapp­liga ársgamal, og tey hava havt brúk fyri kommunulækna nakr­ar ferðir. Men støðan er tann, at tey hava ongan lækna. Tá ið hon hevur ringt til kommunulæknan, fær hon at vita frá einum automatiskum tele­ fon­svarara, at viðtalan er stongd til fjórða desember, men at tá kemur ein avloysari. Men nú er tað eisini nakað síð­ ani, at tey høvdu ein fastan lækna. –  Tær seinastu, nógvu ferðirnar, vit hava verið hjá lækna, hevur tað verið ein nýggjur lækni, sum hevur sitið í stólinum. Eg havi verið tolin og havi forklárað alla sjúkrasøguna av nýggjum hvørja ferð, onkuntíð á føroyskum, onkuntíð á donskum og einaferð á enskum, sigur hon. –  Men tað er rættiliga møðsamt ið einum smábarni, leggur hon afturat. Men nú er so ongin lækni og hon sigur, at tá ið hon so hevur ringt til Heilsutrygd fyri at fáa ein annan lækna, fær hon bara at vita, at tað er ongin lækni. Tey siga, at tað einasta, eg kann gera, er at ringja runt til hinar læknarnar í Havn og spyrja um onkur av teimum kann taka ímóti okkum. Ber tað ikki til hjá tí fyrsta, má eg ringja til tann næsta og tann næsta aftur, inntil onkur forbarmar seg yvir okkum.
   – Hetta er ótrúliga vánaligt. Tað er ikki bara at biðja føroyingar flyta heim, tá ið umstøðurnar eru so vána­ligar, at tey ikki so frægt sum fáa ein kommunulækna, heldur hon.
 Nú eru vit yvir 50.000 fólk í Føroyum, og fólkatalið veksur alsamt, men hetta eru viðurskifti, sum eiga at vera ílagi, leggur hon afturat Børn sleppa ikki til kanningr Jóhann av Steinum er verri enn so einsamøll um at vera í hesi støðuni. Heilsutrygd upplýsti fyri www. in.fo, at tað eru heili 6.344 havn­ar­ fólk, sum ongan fastan komm­unu­ lækna hava. Og av teimum eru tað 225 fólk í Havn, sum ongan komm­ unu­lækna hava yvirhøvur. Tað merkir, at fólk, sum vilja flyta til Havnar at búgva, fáa ikki nakran lækna. Ikki minst eru tað mammur við smábørnum sum harmast og tær greiða frá, at børnini sleppa ikki til regluliga barnakanningar, sum tey hava rætt til, og tey sleppa heldur ikki framat at verða koppsett, sum tey hava rætt til. Tað sama ger seg galdandi við barnakonum, tí tær sleppa heldur ikki altíð til kanningar, tær hava rætt til.   Tað eru eisini útisetar, sum siga, at hetta fær tey at aftra seg við at flyta aftur til Føroya. Tað er sostatt ikki bara bústaðarneyðin, sum kann forða fyri, at fólkatalið veksur. Fleiri, sum eru flutt av bygd til Havnar, siga, at tey hava varðveitt sín upprunaliga kommunulækna á bygd fyri yvirhøvur at sleppa til lækna.  Og tað eru tey, sum ferðast úr Havn og vestur í Vágar, tá ið tey hava ørindi hjá Kommunulækna, og tað eru eisini tey, sum fara heilt til Suðuroyar.    Eru fullgreið um trupulleikan Egil á Bø stjóri í Heilsutrygd, segði við www.in.fo, at tey eru fullgreið yvir trupulleikan, men í roynd og veru er tað bara ein máti at loysa trupulleikan upp á – og tað er at fáa fleiri kommunulæknar í starv.  Trupulleikin er nevniliga, at lækn­ar vilja ikki átaka sær starv í Havn tí tað er so nógv fólk knýtt at viðtalunum, at teir hava ikki samvitsku til at átaka sær so stóra arbeiðsbyrðu, tí vandi er fyri, at teir fáa ikki røkt arbeiðið til lítar, og tá kunnu mistøk henda. Áki Bertholdsen –Støðan er keðilig, men útlit eru fyri batum. Tað sigur Sirið Stenberg, lands­ stýriskvinna í heilsumálum. Sum greitt verður frá í hinari greinini her á síðuni, eru tað fleiri havnarfólk, sum ongan komm­unu­ lækna hava. Sirið Stenberg sigur, at roynt verður at bøta um trupulleikan. Í tí sambandi játtaði Løgtingið í heyst pening til ein kommunulækna afturat í Havn og í sambandi við fíggj­arlógina fyri næsta ár, er lagt upp til, at játta pengar til ein aftur­ at. –  Tá vera tað 13 kommunulæknar í Havn og tað skuldi bøtt mun­andi um trupulleikan, sigur, lands­stýris­ kvinnan. Tískil vónar hon, at tað fer at bera til at fáa umsøkjarar til størv­ ini og at tað ber til at fáa fleiri komm­unulæknar at átaka sær fast starv í Havn, tí skipanin við so nógvum avloysarum, sum er nú, loys­ir ikki trupulleikan. Men tað er ikki bara neyðugt við pengum, tað er eisini neyðugt við hølum, og tað er ein spurningur, kommunan hevur ábyrgdina av. Og Sirið Stenberg sigur, at fyrsta dagin fer hon á fund við Tórshavnar býráð um hølisviðurskiftini hjá komm­unulæknunum í Havn. Í hes­ um sambandi fara tey eisini at tosa um hølini til læknarnar, sum skulu hava tey nýggju størvini. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð sigur Annika Olsen, borg­ ar­stjóri, at kommunan hevur ikki røkt hesa uppgávuna nóg væl. Og hon sigur, at hetta er ein spurn­ ing­ur, býráðið fer at taka upp, og miðjað verður eftir at hava eina loysn um tríggjar vikur. –  Tað er ikki bara at biðja føroyingar flyta heim, tá ið umstøðurnar eru so vánaligar, at teir ikki so frægt sum fáa ein kommunulækna, heldur Jóhanna av Steinum, smábarnamamma í Havn við ongum kommunulækna Hava biðið um pengar til fleiri læknar í Havn LÆKNALOYSI Gongst sum ætlað verða 13 kommunulæknar í Havn næsta ár