Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Í dag er bert ein stórur mánaður eftir, til lógin sum fyriskipar før­ oysk­an fiskiskap verður sett í gildi. Tað er í hvussu so er tær heilt greiðu útmeldinganar frá lands­ stýris­manninum við fiski­vinnu­ mál­um, Høgna Hoydal, Tjóðveldi. Hóast tað, so er enn eingin enda­ lig semja gjørd um lógina. Hon ligg­ur framvegis eftir 1.viðgerð í vinnu­nevndini hjá Løgtinginum og mangl­ar bæði 2. og 3.viðgerð. Spurningurin er tí fyri vinnuna, hvat hendir á nýggjárinum. Hvørjar avgerndi broytingar fara at gera gerandisdagin øðrvísi hjá teimum, sum virka í vinnuni eftir 1.januar samanborið við viðurskiftini sum tey eru í dag. Grundleggjandi hvørvur tað, sum eitur veiðuloyvi úr skipanini. Hig­artil hevur skipanin verið so­ leið­is, at veiðuloyvir eru knýtt at ein­støkum skipum. Hetta verður broytt nú. Tey umleið 60 veiðirættindi, sum í dag eru knýtt at størru fiski­ før­unum, verða frameftir tillutað feløg­um og einstaklingum, og ikki eig­ara av ávísum fiskifari, sum er grund­reglan í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fiskirættindini verða við hesum loyst frá “stálinum”. Eftir hesi skipan verður tað rættindahavarin sjálvur, ið ger av, hvat fyri skip hann brúkar at fiska við. Sjálvt fiskiloyvið verður út­ skrivað, tá rættindahavarin hevur gjørt av, hvat fyri skip skal hava veiði­rættindini ella partar av rætti­ nd­unum. Treytin er, at fiskifarið skal vera skrásett í føroysku skipaskránni, og eigarin skal lúka somu treytir um ognarviðurskifti og tilknýti til Føroyar, sum verða settar rætt­inda­ hav­arum. Í lógaruppskotinum um fyri­sit­ ing av tilfeingið verður sagt millum annað: “Mett verður, at fleiri fyrimunir eru við at loysa veiðirættindi frá ávísum fiskifari, og at tað í staðin verður felag ella einstaklingur, sum stendur fyri rættindunum.” “Vit fáa eina skipan, sum betri stuðlar undir, at tilfeingið – kvotur og fiskifar – kann gagnnýtast skyn­ samt og optimalt, eins og rætt­ indahavarin sjálvur kann gera av, hvat fyri fiskifar verður brúkt inn­ an fyri teir karmar, ið lógin annars setir, eitt nú, at skipið skal vera skrásett undir føroyskum flaggi.” Heimaflotin Í lógaruppskotinum stendur, at tað sum er nevnt omanfyri kort­ ini ikki er galdandi fyri tann part­in av flotanum, sum varðveitir fiski­ daga­skipanina í 2018 og heldur ikki útróðr­arflotan í 2019. Har verða rættindi fram­hald­ andi latin eigara av ávísum fiskifari í fiskiloyvi. Veiðiloyvi, sum vit kenna tað frá gomlu skipanini, verða avtikin, men við hesum upp­ skot­inum fær fiskiloyvið á summ­ um økjum somu støðu, sum veiði­ loyv­ini høvdu í gomlu skip­anini. Tað eru sjálvandi orsøkir til, at munur verður gjørdur á, um flotin fiskar eftir einari fiskidagaskipan – ella eftir einari kvotaskipan. Høvuðsorsøkin til, at nýggju fiski­loyvini í ávísan mun fáa somu støðu sum gomlu veiðuloyvini, er, at í einari fiskidagaskipan, verður veiðu­trýstið stýrt eftir, hvussu stóra orku skipini hava og hvussu stór sjálv skipini eru. Við kvotaskipan er tað ikki av­ ger­andi fyri veiðutrýstið hvussu stór skipini eru og hvussu stóra veiðu­orku tey hava. Viðvíkjandi fiskidagatali er gjørd ein teknisk skiftisregla, sum ber í sær, at fiskidagatalið í roynd og veru er sett fyri 16 mánaðir, frá 1. september 2017 til 31. desember 2018. Løgtingið samtykti í august 2017 fiskidagar fyri fiskiárið 1. sept­ ember til 31. desember 2017. Politiskt var semja um, at fiski­ dag­arnir eiga at verða ásettir so­leiðis, at vinnan kann leggja fiski­skapin til rættis tvørtur um árs­skiftið, uttan at verða nervað av lógartekniskum viðurskiftum, nú veiðiloyvini við tilhoyrandi rætt­ ind­um detta burtur við ársskiftið. KRØV TIL EYKA UMSITING TÁ NÝGGJA LÓGIN SKAL VIRKA Stór krøv til umsitingina, kemur nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi í gildi á nýggjárinum Samlaða politiska skipanin hevur fulla ábyrgd av fløktu støðuni. Spurningurin er hvat hesi gera 1.januar?