mánadagur 27. november 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
Árni Gregersen
GREINING: Hendan samgongan
setti sær fyri at skipa fiskivinnuna
av nýggjum.
At hetta skuldi gerast hongur
saman við, at samlaða politiska
skipanin í 2007 avgjørdi at seta
lógina um vinnuligan fiskiskap úr
gildi 31.desember 2017.
Enn er ikki komið á mál.
Hendan samgongan hevur verið
fyri ógvuliga hørðum ákoyringum
frá andstøðuni, umframt at vinnan
– ofta av ymsískum orsøkum- hevur
víst uppskotinum um nýskipan frá
sær.
Ein kann eisini av røttum siga,
at samgongan hevur duga sítt pol
itiska handverk ómetaliga illa.
Tá ið stórar lógarbroytingar
skulu gerast – og sum í hesum
føri í høvuðsvinnuni – so er fyrsta
kravið, at samgongan sjálv semist
um, hvat skal gerast.
Tað er ikki hent í hesum føri.
Líka síðani fyrsta dag hevur
stríð verið innanhýsis um ymisk
viðurskifti í nýggja uppskotinum.
At kjak er um eina so kollveltandi
broyting er heilt náttúrligt, men
almenningurin hevur sæð eina
uppgerð í samgonguni, sum neyvan
er sædd fyrr.
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir
til ósemjurnar, men tað var ikki
gamalt, at tá ið talan var yum stór
mál, at samgongan so fer út um
geilar at kjakast um innihaldið.
Sæð í bakspeglinum, so eru helst
tvey álvarslig mistøk gjørd.
Samgongan
hevur
ongantíð
megnað at “selt” nýggja uppskotið
í samgonguni. Leiðararnir hava ikki
dugað nóg væl at geva einstøku
tingfólkunum beinleiðis ognarskap
í uppskotinum.
Við øðrum orðum hava leiðar
arnir ikki dugað nóg væl at kunna
millum teirra, sum í seiansta enda
skulu samtykkja skipanina.
Hitt er, at alar broytingar hjá
vinnuni verða gjørdar í einum.
Tá ið tað er sagt, so er tað eyð
sýnt, at hetta er ikki nøkur løtt upp
gáva.
Undanfarna samgonga royndi
at putlast við tað sama, men har
bar so als ongan veg. Eisini har
var beinleiðis opið stríð millum
Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Tað endaði við, at tá ið vit komu
til valið í 2015, var onki hent, men
klokkan gekk framvegis og enda
liga evstamarkið nærkaðist enn
skjótari.
1.januar 2018 er ongin lóg um
vinnuligan fiskiskap. Kann vera,
at lóg um fyrisiting av sjófeingi er
samtykt, men spurningurin um,
hvat hendir, verður lógaruppskoið
ikki samtykt, stendur opin.
Tá ið ongin lóg er, so liggur flot
in, men soleiðis verður tað ikki.
Álitið á tey fólkavaldu er hóast alt
so mikið, at Løgtingið í endanum
av komandi mánaða ger okkurt, so
flotin ikki liggur við bryggju í 2018.
Tað gevur als onga meining.
Fiskivinnan er hildin fyri gjøldur í
drúgva tíð. Fiskivinnan eigur sjálv
andi eisini ein part av skuldini, men
fyrst og fremst er tað politiska
skipanin.
So til spurningin hjá Kára P. Høj
gaard, Sjálvstýri , um hvat hendir:
Tað er upp til okkara háttvirda
Løgting at taka støðu til. Tá er
spurningurin so avgerandi, at hann
ikki kann liggja í hondini á lands
stýrismanninum við fiskivinnu
málum.
Tá ger Løgtingið eina fyribils lóg
so flotin sleppur at fiska – politiska
skipanin at rudda upp.
Men higartil fær ein óbúgvin
politisk skipqan dumpikarakter
fyri handfaringina av fiskivinnu
nýskipanini.
Politiska skipanin
dumpikarakter í
fiskivinnunýskipan
Eftir 10 árum finst enn ongin semja um, hvussu
fiskivinnuskipanin fer at síggja út eftir 1.januar
Tí gjørdi Løgtingið av at broyta
lógina, so at fiskidagatalið í roynd
og veru er sett fyri 12 mánaðir
skeiðið fram til 31. august 2018, hó
ast fiskiárið av lógartekniskum or
søkum bert er sett fram til árslok
2017.
Blandað skipan
Hesi viðurskiftini hava við sær, at
umsitingarliga skal myndugleikin
arbeiða eftir tveimum skipanum í
2018.
Sum
lógaruppskotið
leggur
upp til, so eru tað fleiri viðurskifti,
sum eftirlit skal halddast við eftir
nýggju lógini, enn tað skuldi – ella
var gjørt – í lógini, sum er galdandi
í dag.
Umsitingarliga fer skipanin at
krevja meira fólk enn tað, sum er
galdandi í dag.
Umframt at halda skil á veiðu
rættindunum, skal skipanin eisini
í størri álvara ansa eftir hvør eigur
einstøku skipini.
Lógin leggur klárt upp til, at
føroyingar skulu eiga veiðurætt
indini og at útlendingar skulu úr
skipanini í seinasta lagi um seks ár
– íslendingar fáa tó eina skiftistíð
uppá sjey ár.
Eitt annað sum kemur afturat
lógini um fyrisiting av tilfeingi, er
lógin um veiðugjald.
Hon er heldur ikki endaliga
samtykt enn, men tann lógin fer
at krevja eina heilt aðra roknskap
arskipan afturat tí, sum longu er í
dag. Hendan skipanin skal tryggja,
at almenni kassin fær tað, sum lóg
in ásetir at hann skal hava.
Tey sum finnast at hesi skipan
ini siga, at hetta verður ein sera tor
før skipan, tí gjaldið verður ásett
beinanvegin, men sjálv avrokningin
verður ikki gjørd fyrr enn meira
enn eitt ár seinni.
Hetta er ætlað, sum ein skipan,
sum líkist fyribilsskattaskipanini.
Her er tað bara soleiðis, at viður
skiftini á marknaðinum kunnu
broytast í mun til tað ásetta gjaldið
– bæði uppeftir og niðureftir.
Uppboðssøla
Nú framvegis, tá ið hesar reglur
verða skrivaðar, er ongin semja um,
hvussu stórur partur av teimum
kvotum, Føroyar eiga og hava,
skulu seljast á uppboðssølu.
Lógaruppskotið um fyrisiting av
tilfeingið sigur, at 25 prosent skal
seljast um eina almenna uppboðs
sølu. Harumframt skal landsstýris
maðurin ráða yvir sjey prosentum
sum menningarkvotu.
Serliga í uppsjóvarvinnuni og
hjá trolarunum, sum royna í Bar
enthavinum, verður funnist at
hesum partinum av uppskotinum.
Reint praktiskt hevur hetta við
sær, at tann tillutaði parturin av
kvotunum minkar 32 prosent –
altso ein triðing av tí hesi skipini
hava nú.
Skulu tey tryggja sær størri
part, so skulu tey keypa rættindini
á uppboðssølu.
Sum nevnt aðrastaðni fer lógin
um sjófeingi at kosta meira í um
siting.
Í viðmerkingunum til lógarupp
skotið verður sagt, at við lógarupp
skotinum fylgja øðrvísi krøv og
treytir til umsiting og eftirlit, sum
føra við sær størri byrður í umsit
ingini av lógini og harvið størri tørv
á fígging.
Uppskotið ber millum annað í
sær uppboðssølu av veiðirættind
um, nýggja kvotuskipan, umsit
ingarætlanir, herdar reglur um at
veiða skal upp á land í Føroyum, og
herdar reglur um útlendskan ogn
arskap og kapital.
“Tað er trupult neyvt at áseta
meirútreiðslur av uppskotinum,
men øktu krøvini til eftirlitið gera,
at nógv meira peningur má setast
av til eftirlit, bæði til skip, manning,
eftirlitsfólk og skrivstovufólk.”
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur í skrivandi
stund ikki semju í samgonguni fyri uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi.
Vinnan hevur bíðað í 10 ár eftir politisku skipanini, sum enn ikki er komin á mál.