Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Eg havi ikki so nógvar dreymir um at vitja fremmand lond, sum eru fjar frá Europa. Tað er líka við, at eg sigi sum Ebba Hentze einaferð segði: Tað er eingin grund at fara út um Europa, tí alt tað vakrasta finst her. Annars kanska Japan ella New Zealand. Hvørjar krimibøkur dámar tær serliga væl? – Mær dámar so ómetaliga væl nógvar krimibøkur, men til dømis amerikanski høvundurin Michael Connelly og so svenskarin Leif G.W. Persson eru millum favorittarnar. Fara vit longri aftur, er tað Raymond Chandler. Eyðun Klakstein Mong munnu hava lisið onkra av krimibókunum um Hann­es Martinsson, sum hevur verið part­ ur av før­oyska bók­menta­heim­ in­um síð­ani 1990, og ivaleyst eru fleiri, sum hava lisið allar tær 10 bøk­urnar um fram­fýsna journal­ istin. Jógvan Isaksen, lektari í før­ oysk­um bókmentum á lærda há­ skúl­anum í Keyp­manna­havn, skriv­ aði í 1990 eina krimisøgu mest sum av til­vild, og hóast hann eftir aðru bókina í 1994 tók langan steðg frá krimibókum, slapp hann ikki und­ an sínum egn­um skugga, og síðani 2005 hevur hann skrivað 12 krimi­ bøkur – mest sum eina um árið. – Mær hevur altíð dámt væl at lisið krimibøkur, og eg havi lisið, síðani eg var smádrongur, men tað var av tilvild, at eg fór at skriva krimi. Eg fekk eina teldu, sum hevði floppy disk, og fólk søgdu mær, at tað var stór­ur vandi fyri at missa til­farið. Mitt meðan, tú skrivaði, kundi okkurt henda, og so var alt vekk, søgdu tey. – Tí tordi eg fyrstu tíðina ikki at skriva mítt ordiliga til­far á telduna, tí eg stúrdi fyri at missa tað. Eg helt fram at skriva á skrivimaskinu, men fyri at læra meg at brúka teld­ una, byrjaði eg at skriva eina krimi­ søgu. Ætlanin var als ikki at skriva eina skald­søgu, men tað kom ein kap­ittul fyri og annar eftir, og eg mundi vera komin í helvt, tá ið tað gekk upp fyri mær, at her var ein bók á veg. Eg upp­livdi tað sum eina full­komna tilvild, at eg skriv­aði Blíð er summarnátt á Føroya­landi, sigur Jógvan Isaksen. Tá ið hann var liðugur við bók­ ina, kendi hann seg ikki vísan í, at hann skuldi geva bókina út. –  Eg hevði ummælt í nógv ár, men eg dugdi als ikki at meta um, hvørt mín krimi­bók var verd nakað sum helst. Tí sendi eg bók­ ina til pápa, sum læs rætti­liga fitt, og hann helt, at hon kundi væl gev­ ast út. – Tann næsta bókin, Gráur Okt­ ob­er, varð skrivað av berum vilja og treiskni, tí tá hevði eg fingið eina lítla dóttur, sum var sjúk av barka­ hosta. Samstundis, sum eg skuldi skriva, fekk eg ikki sovið, tí dóttirin var sjúk, so ta bókina bardi eg meg ígjøgn­um, sigur hann. Tók steðg Jógvan Isaksen hevur síðani sjeyti­ árini verið sera virkin rit­høvundur og hevur nú skrivað heili 48 bøkur. Størri part­urin av bókunum hava verið um bókmentir, um lista­fólk og mentan. Í 1990 kom fyrsta krimi­ bók­in, og sein­astu 12 árini hevur hann verið sera virkin sum krimi­ høv­undur, umframt at hann eis­ini hev­ur skrivað bók­menta­bøkur. Eftir tær báðar krimi­bøk­urnar í nítiárunum, sum vóru sera væl mót­tiknar, tók Jógv­an drúgvan steðg frá krimi­skrivingini og skriv­ aði meira bókmentatilfar, sum hon­ um dámdi væl at fáast við. –  Hvørjaferð fólk spurdu meg, hvat eg fekst við, fór eg at tosa um tað, sum eg skriv­aði, men tað tímdu tey ikki at hoyra um. Tey vildu held­ur vita, nær eg fór at skriva eina nýggja krimi. So tað end­aði við, at eg yvirgav meg, og síð­ani 2005 havi eg mest sum skriva eina krimi um árið, sig­ur Jógvan Isak­ sen. Eftir 10 bøkur um journal­ist­in Hannes Martinsson, hev­ur Jógv­ an Isaksen funnið sær nýggjan høv­uðs­persón, fyrr­verandi jekara­ soldátin William Hammer, sum nú starv­ast fyri løgregluna og er nakað yngri og meira kont­ant­ur í fram­ ferð­arhátti. Men líkamikið hvør høv­uðs­per­ són­urin er, og hvørj­ar um­støðurnar annars eru, byggir krimisøgan á eitt myst­erium og eitt plott. – Ein krimisøga hevur brúk fyri einum hugskoti, tí onkrastaðni skal mann seta á. Summir rithøvundar hava eina neyva ætlan fyri, hvussu teir ætla skriva bók­ina og vita, hvat teir ymsu kapitull­arnir skulu snúgva seg um. Soleiðis havi eg tað ikki. Eg havi ein stuttan syn­op­sis, eitt stutt yvirlit yvir, hvønn veg eg ætli mær, men fyri tað mesta veit eg ikki, hvaðar leiðin gongur. Tá ið tú situr og skrivar sovorðið tilfar, hendir tað ofta, at skriv­ingin tekur yvir og førir teg aðrar vegir, enn tú av fyrstan tíð hevði ætlað tær, sigur Jógvan Isaksen. – Eg seti mær nøkur punkt upp, eini fimm til tíggju, men so fylgi eg kanska tveimum ella trimum, og so má eg broyta rest, tí tá eri eg farin ein heilt annan veg við søg­uni. Við hvørt kann eg blíva yv­ir­raskaður av, hvar søgan end­ar, sigur hann. Gott hugflog Dramatikkur, spenningur, dráp og ógvusligar hendingar eru at finna í krimibókunum hjá Jógvani Isak­ sen, og allar ganga fyri seg í før­ oyska sam­felagnum, sum er kent sum eitt friðarligt samfelag, har álv­ar­som brotsverk eru sjáld­som. Fyri nøkrum mánaðum síð­ani var Jógvan Isaksen í Buda­pest, har hann helt fyri­lestur á lærdum há­ skúla. Har greiddi hann frá um at skriva krimisøgur í einum sam­felag utt­an álvarsaman krim­inalitet – Crime in a society without crime. – Eg verði noyddur at finna uppá og brúka hug­flogið, um eg skal skriva krimi­søgur í Føroyum. Før- ­oy­ar eru eitt tað minst krimin­ ella landið í heim­in­um, og tað eru sera fá dráp og morð í Føroyum, so skuldi eg bygt mínar krimibøkur á veru­ligar umstøður, var sera lítið at skriva um, sigur Jógv­an Isaksen. – Eg royni at skriva um okk­urt, sum eg sjálvur haldi vera áhuga­ vert, og eg royni at blanda tað før­oyska samfelagið uppí, so tað ikki bara verður ein krimisøga um løgreglufólk og brotsfólk. Tað før­oyska samfelagið er pallurin í mín­um søgum, og eg dugi ikki at ímynda mær, at eg kundi skrivað krimi­søgur, sum ganga fyri seg aðrastaðni enn í Føroyum. Fyri­ treyt­in hjá mær fyri at skriva krimi eru Før­oyar. Jógvan Isaksen brúkar veruligar søgu­ligar hend­ing­ar í sínum krimi­ bók­um, og tær verða partur av gátuni í bókini, sum annars er merkt at hugflogi og íspunnum hend­ingum. –  Við hvørt detti eg um onkur hug­skot, og við hvørt leiti eftir onkr­um. Tað kann verða, at eg lesi í Før­oya søga ella kanni, hvussu tað var við onkrari serligari hend­ing. Í bókini Adventus Dom­ini brúkti eg eina gamla hending, sum eg kom framá. Seinast í 1300-talinum vitj­ aðu tveir italskir sjómenn úr Ven­ esia í Føroyum, og eg hugsaði, at teir kanska vóru komnir við onkr­ um til Føroya, og so kemur søgan út frá tí. Hannes eldist Kendasti høvuðspersónur í før­ oysk­um krimi­bók­ment­um er Hann­ es Martinsson. Vátt­ligi journal­ isturin, sum dugir at greiða fløkt mál, var við í fyrstu krimi­bók­ini hjá Jógv­ani Isaksen í 1990, og sam­ an­lagt eru 10 bøkur við Hannesi í høv­uðs­leik­lut­in­um. Í 2012 skrivaði Jógv­an Isak­sen fyrstu bókina um William Hammer og so­nevndu Skansa­deildina, og nú kemur fjórða bók­in í hes­ari røð. – Ein orsøk til, at eg eri farin eitt sindur frá Hannes Martinsson er, at hann eld­ist jú. Fólk spyrja meg eitt sindur speiskliga, hvussu gam­al Hann­es nú man vera. Tá eg byrjaði at skriva um Hannes, var hann um 40 ára aldur, javngamal við meg, so eg kann ikki hava Hannes renn­andi JÓGVAN GJØRDIST KRIMI­HØVUNDUR AV BERARI TILVIL Ein nýggj telda gjørdi, at Jógvan Isaksen fór at skriva krimi. Tá ið hann helt ein longri steðg frá krimiskrivingini, varð hann í heilum spurdur, nær næsta krimisøgan kom. Tá yvirgav hann seg, og síðani 2005 hevur hann skrivað heili 12 krimibøkur