mánadagur 27. november 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
um dalar og fjøll og klintrast í bjørg
unum sum 67 ára gamal. Tað er ein or
søk til, at eg havi valt mær ein yngri
høvuðspersón – William, sum bleiv
fjøruti í seinastu bókini, sigur Jógvan
Isaksen.
– Tað er ikki vist, at eg eri liðugur
at skriva um Hannes Martinsson, men
nú er tað meira William Hammer, eg
skrivi um. William er juristur og ser
vandur hermaður, hann starvast í
løgregluni, og hann væl yngri enn
Hannes.
Jógvan Isaksen roknar við, at hann
eisini komandi árini fer at skriva
krimibøkur – tað er líkasum blivið ein
vani.
Nýggja krimibókin eitur Heljar
portur, og hon kravdi ein miðvíst
arbeiði eftir stuttari tíð.
– Eg havi skrivað fyrra part av før
oysku bókmentasøguni á donskum
máli, og hon kom út í september, og
tástani var tað arbeiðið av. Tað vil siga,
at eg fór ikki í gongd við hesa seinastu
krimibókina fyrr enn fyrsta oktober,
so skrivingin hevur verið rættiliga
intens. Eg havi passað arbeiðið hjá
mær á universitetinum, men annars
havi eg bara sitið og skrivað – 12 tímar
hvønn dag gerandisdagar og viku
skifti. Skuldi eg náa at fáa bókina út
fyri jól, var ikki annað at gera, enn at
seta meg at skriva og verða sitandi,
sigur Jógvan Isaksen.
Spurningurin er so, hvat hendir, tá
ið løgreglumaðurin William Hammer
verður sendur á flogvøllin at hjálpa til
við trygdareftirliti, og ein saudi-arab
iskur prinsur lendur í Vágum.
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Hyggi at einum filmi á Netflix ella HBO Nordic.
Annars er tað besta, eg veit, at standa á skíðum og at
sigla við seglum.
Hvør er besti lutur, sum tú eigur?
– Ilt er at siga, hvør lutur er tann besti, men kanska sekstanturin hjá abba mínum, Óla
Hans í Syðrugøtu, sum er gjørdur í Liverpool í 1924. Eg arvaði hann, tí abbi mín hevði lært
meg at brúka hann, tá ið eg var smádrongur.
T
R
LD
– Eg verði noyddur at finna uppá og brúka
hugflogið, um eg skal skriva krimisøgur í
Føroyum, sigur Jógvan Isaksen, sum nu er
akutellur við sínari fjúrtandu krimibók
Mynd: Eyðun Klakstein
UM JÓGVAN
ISAKSEN
Jógvan Isaksen er 67
ára gamal og úr Havn
– bæði foreldrini vóru
ættað úr Gøtu – og
síðani 1970 hevur
Jógvan verið búsitandi í
Danmark. Síðani 1986
hevur hann verið lektari
í føroyskum bókmentum
og máli á Københavns
Universitet. Jógvan
Isaksen hevur síðani
sjeyti árini skrivað bøkur
– nógvar um bókmentir
og list – og samanlagt
hevur hann skrivað 48
bøkur higartil. Síðani
1990 hevur Jógvan
Isaksen verið kendur sum
krimihøvundur og hevur
nú skrivað 14 føroyskar
krimibøkur.