mánadagur 27. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá handilsskipið Vitin
herfyri var í dokk á Skála,
svumu nakrar sildir í dokkini.
Tað er TJ-myndir, sum eigur
hesa myndina
Vilmund Jacobsen
Seinastu nógvu árini hava føroy
ingar fiskað nakað av búrfiski í
altjóða sjógvi, og meðan føroyingar
vilja halda fram við at fiska eftir
búrfiski, vil ES banna allari veiði
eftir djúpfiskaslagnum.
Fiskiskapurin eftir búrfiski er
fevndur av yvirskipaðu samtykt
ini fyri fiskiskap eftir djúphavs
fiskasløgum, sum semja er um at
leingja fyri 2018.
Av og á hevur verið vent aftur
til roktúrin á búrfiskaveiði hjá
Boðastein í 1998, tá skipið landaði
dýrastu ísfiskalast, sum nakrantíð
var landað í Føroyum.
Eftir bert fýra fiskidøgum norð
ur úr Asorunum, fekk skipið, sum
tá var heimahoyrandi í Fuglafirði,
millum 240 og 250 tons av búrfiski,
sum teir seldu á Tvøroyri fyri um
leið 3,5 miljónir krónur.
Tað er langur vegur á leiðirnar
norður úr Asorunum, og nevndi
túrur hjá Boðasteini vardi í 12
dagar, sum tó ikki er stórt meira,
enn ein vanligur ísfiskatúrur undir
Føroyum plagdi at vera.
Men, fyri manning og reiðarí var
hetta ein minniligur ísfiskatúrur
- ja, ein rættiligur roktúrur av
teimum heilt stóru í føroyskari
ísfiskavinnu.
Tað var Kristian Martin Peter
sen í Fuglafirði, sum avroknaði
manningina fyri nevnda búrfiska
túr í 1998. Hann sigur, at mann
ingarparturin fyri túrin var umleið
110.000 krónur.
- Men, við búrfiski var tað altíð
sum at fáast við lottarí. Eg meini,
at longsti túrur hjá Boðasteini var
27 dagar, og tá skipið henda túrin
kom heim aftur av leiðunum við
Asorurnar, var einki at avreiða - 0
kilo og 0 krónur, sum hann tekur
til.
Kristian Martin Petersen, sum
í dag er reiðari á línuskipinum
Sandshavinum og skrivari í Felagn
um Línuskipum, vísir á, at soleiðis
kundi tað ganga við fiskiskapi tá, og
hetta er framvegis galdandi í dag.
Í hesum sambandi tekur hann
eitt dømi um eitt línuskip, sum her
fyri gjørdi ein roktúr undir Føroy
um, sum fjølmiðlarnir tóku til.
Men, stokkur var hjá skipi og
manning.
- Eg prátaði við sama línuskip nú
í kvøld, og nú fáa teir ikki vektina
í agni aftur á línuna, sum skiparin
tók til.
Tað merkir, at sama línuskip,
sum bert stutt frammanundan
hevði rokfiskiskap, nú dró púrasta
svart.
- At kanna sær bitan av livandi
fiski hevur altíð verið og fer altíð
at verða svikaligt, sigur Kristian
Martin Petersen, línuskipareiðari
og skrivari í Felagnum Línuskip.
Nýggj
støð í
Leirvík
Vilmund Jacobsen
Eysturkommuna skal hava
nýggja tilbúgvingarstøð, sum
skal byggjast á gomlu ferju
leguni í Leirvík, har eitt nú
El-Teknik
hevur
bygt
sín
virkisbygning.
Arbeiðið at byggja støðina
er boðið út, og nakrir arbeiðs
takarar hava fingið høvi at
bjóða.
Sambært ætlanini verður
lisitatión hin 5. desember, og
ætlanin hjá Eysturkommunu
er, at arbeiðið upp á nýggju
tilbúgvingarstøðina skal byrja
um ársskiftið og verða liðugt
næsta ár.
Í Eysturkommunu siga tey,
at stórur tørvur er á nýggjari
tilbúgvingarstøð og støðin,
sum nú skal byggjast, verður
umleið 600 fermetrar stór.
- Sløkkiliðið leigar í løtuni
hølir í Leirvík, og útgerð hjá
okkum er á goymslu ymsa
staðni í kommununi, sigur til
búgvingarleiðarin hjá Eystur
kommunu, Sørin S. Djurhuus.
SELATRAÐ: Vegna trupulleikar á
reinsiverkinum á Selatrað, verða fólk biðin
um at kóka drekkivatnið. Arbeitt verður
við at loysa trupulleikan. Tað vistu tey
í Sjóvar kommunu at siga í morgun.
Húkur
dregur
svart
Í fiskiskapi gongur
misjavnt, og í løtuni
lata teir, sum reka
húkaveiði, illa at
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru bara fimm línu
skip til fiskiskap, og hesi fiska øll
undir Føroyum og á Reykjanes
rygginum.
Trý av skipum eru frystiskip
og tey bæði, sum eru á ísfiskaveiði,
koma neyvan inn at landa hesa
vikuna.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta
tey, at nøkur línuskip fara at loysa
fyrst í hesi vikuni, nú veðrið er
batnað.
Útlitini til útróður hesa vikuna
eru
góð.
Streymurin
verður
hampiligur, og veðrið verður helst
eisini brúkiligt.
Men, latið verður illa at útróðr
inum í løtuni.
- Fiskiskapurin hjá útróðrar
bátunum hevur verið vánaligur,
men vit vóna, at her verður broyt
ing til tað betra, siga tey á Fiska
marknaði Føroya.
Eftir roktúr fiskaðu teir ikki fyri agn
Fyri fáum døgum síðan gjørdi eitt línuskip roktúr undir Føroyum,
men bert stutta tíð eftir fiskaðu teir ikki fyri agn
Nøkur línuskip eru til
fiskiskap undir Føroyum,
men flestu eru nýliga byrjaði
túr. Mynd: Tilvildarlig
Tað gongur aftur og fram í fiskiskapi – viðhvørt verður rokast, og aðrar tíðir fiska teir ikki fyri agn