Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 Í annaðkvøld - týskvøldið - klokkan 20 verður almennur fundur um demens á Giljanesi, har Maria og Rólant í Skorini fara at hava framløgu Fleiri skip loysa Nú illveðrið hesaferð er av, og veðurútlitini eru betri, fara eisini fleiri skip at loysa Vilmund Jacobsen Fimm partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og vænt­ andi koma eitt ella tvey pør inn at landa seinni í hesi vikuni. Skipini, sum liggja, fara út aftur, nú veðrið er batnað. Fríggjadagin vóru trígg­ir djúpvatnstrolarar til fiski­ skap. Ein av hesum frystir veið­ina umborð, og hinir báð­ir koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Nú veðrið hevur verið so vánaligt, liggja allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara eisini at loysa, nú veð­ ur­lík­indini eru batnaði. Fríggjadagin lógu øll garna­skipini við bryggju, men tey fóru væntandi út aft­ur um vikuskiftið og koma helst inn aftur at landa seinni í hesi vikuni. Hesi eru útlitini í nýggj­ astu metingunum hjá Fiska­ markn­aði Føroya fyri hesa vikuna. Eftir metingunum at døma, verður hetta ikki nøk­ ur stór vika í landingum. Hetta kemur so eisini at merkja, at lítil ráfiskur kem­ ur upp á land til fiskavirkini at arbeiða. Men, soleiðis sum veð­ur­ útlitini eru í løtuni, og skipini nú fara út aftur, bíðar okkurt betri fyri framman. Arnhold í fast starv í Klaksvík Vilmund Jacobsen Fríggjadagin var móttøka í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík í sambandi við, at Arnhold Jensen tekur við føstum starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi hin 1. desember. Síðan 1. januar hevur hann verið avloysari á Læknamiðstøðini, og sostatt hava hann og familjan longu búð í Klaksvík í nærum eitt ár. Tey fullu skjótt og væl til, og frá 1. desember er Arnhold at rokna sum fastur kommunulækni í læknadøminum. Tað var hetta, sum varð hátíðarhildið fríggjadagin, og tað var Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, sum helt røðu og ynskti nýggja læknanum tillukku og vælkomnum. Umboð fyri alt heilsuverkið í Norðoyggjum vóru við til móttøkuna. Í røðu síni legði Beinta Klakstein dent á stóra týdningin og tryggleikan, sum fylgir við starvinum sum kommunulækni. - Tað er mær ein ómetaliga stór gleði at ynskja tær tillukku við starvinum og tær og familjuni vælkomnum til Klaksvíkar. Tú hevur kanska hoyrt, at vit í Klaksvík hava lyndi til at gerast rættiliga góð við okkara læknar. Tá vit hava fingið læknar, vilja vit ikki av við teir aftur! Beinta Klakstein segði, at tey í Norðoyggjum eru fantastiska glað fyri at hava fingið júst Arnhold til lækna, og hon segði seg vóna, at hann verður lækni í Norðoya læknadømi í nógv góð ár. - Skuldi tað hent seg, at vit noyðast av aftur við teg, mugu vit sjálvandi síggja til, at hetta verður í sátt og semju – og uttan mannaði herskip á pollinum, sum forkvinnan í trivnaðarnevndini skemtiliga tók til. Hon legði aftrat, at Norðoyggjar ikki bara hava fingið ein ungan og dugnaligan kommunulækna. - Vit hava eisini fingið eina familju, sum longu hevur funnið seg til rættis og er byrjað at geva sítt íkast til býin, segði Beinta Klakstein. Hvalbiar kommuna ynskir at samla alla sóknina, og tí fara tey at hava eitt savnandi jólahald í sóknini leygardagin 2. desember við ymiskum tiltøkum á skránni. Hevur nú gjørt setanarprógv til limirnar at brúka  - Øll, sum eru sett í starv í meira enn ein mánaða og sum í miðal arbeiða meira enn átta tímar um vikuna, skulu hava setanarprógv, sigur Vinnuhúsið Vilmund Jacobsen Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt setanarprógv til limirnar at brúka, og prógv­ ini fara at gera tað lættari at uppfylla lógarásettar skyld­ ur. Tað veit Vinnuhúsið í dag at siga. Víst verður á, at talan er um dagførdar leistir til setanarprógv, sum eru løtt at fylla út og sum upp­ fylla treytirnar í lóg um setanarprógv. - Setanarprógvini, sum nú eru tøk, eru fyri arbeið­ar­ ar, handverkarar og starvs­ menn. Vinnuhúsið veit eisini at siga, at tað er ein skylda hjá arbeiðsgevara at lata starvs­ fólkum sínum setanarprógv. - Øll, sum eru sett í starv í meira enn ein mánaða og sum í miðal arbeiða meira enn átta tímar um vikuna, skulu hava setanarprógv. Vinnuhúsið veit at siga, at setanarprógvið skal verða latið í seinasta lagi ein mán­ aða eftir, at setanin er byrjað. - Um arbeiðstíðin er minni enn átta tímar í miðal í fyrstuni og síðan hækkar, skal setanarprógv latast, tá arbeiðstíðin seinastu fýra vikurnar í miðal er hægri enn átta tímar um vikuna. Lagt verður aftrat, at fyri løntakarar, sum eru byrjaðir í starvinum fyri 1. juni í 2008 og sum framhaldandi eftir 1. juni í 2008 eru í starvi, er ein skiftisskipan galdandi. - Eftir henni hevur arbeiðsgevarin skyldu til eftir áheitan frá løntakara at lata setanarprógv í seinasta lagi tveir mánaðir eftir áheitanina. Sagt verður eisini, at um broytingar eru í set­ anartreytunum, ásetir lógin, at arbeiðsgevarin í seinasta lagi ein mánaða eftir, at broytingin fær gildi, gevur løntakara skrivlig boð um hetta. - Við nýggju leistunum til setanarprógv verður lættari hjá arbeiðsgevarum at røkja lógaráløgdu skyldu sína, sigur Vinnuhúsið sum eisini vísir á, at setanarprógv eru tøk á heimasíðuni www. industry.fo   Útlit eru ikki til tær nógvu ísfiskalandingarnar verða hesa vikuna