mánadagur 27. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
BOGASKJÓTING
Um vikuskiftið skipaði bogaskjóti
felagið Tambar fyri kappingum
í Havn. Leygardagin skutu børn
og ung 12 metrar, og sunnudagin
skutu tey vaksnu 18 metrar. Hjá
teimum ungu vann Baldur Unason
finaluna 6-0 ímóti Regini Lützen.
Hjá teimum vaksnu í compound
vann Nikkel Petersen finaluna
147-140 ímóti Anju Eydnudóttir, og
í recurve var tað Oddmar Nielsen,
ið vann finaluna 6-4 ímóti Jastrid
M. Jensen. Næsta kapping verður
vikuskiftið 9. og 10. desembur í
høllini hjá Vágaskot í Miðvági.
FIMLEIKUR
13 ára gamli Askur Holm Magnason
varnn í gjár gull í lopi um hest í
DM í amboðsfimleiki. Hann fekk
karakterin 14,3, sum er heili 0,9
stig hægri enn silvurvinnarin.
Umframt gull í lopi um hest,
fekk Askur bronsu í beinsveiggj
og í eini nýggjari kapping, so
nevndum spesialelementi. Hann
var einans 0,3 stig frá at vinna
bronsu í gólv-kappingini. Fyri
tveimum
vikum
síðani
luttók
hann í DM í amboðsfimleiki fyri
lið og tá vunnu hann og Greve
Gymnastik, sum hann umboðar,
silvur. Askur Holm Magnason
er fleirfaldaður føroyameistari í
amboðsfimleiki í sínum aldurs
bólki, og fekk fyrr í ár eitt fimta
pláss í Norðurlandameistarakapp
ingini í lopi yvir hest. Hann er før
oyskur landsliðsfimleikari og hevur
fyrr eisini vunnið suðurenska
meistarheitið fyri lið umboðandi
Torbay Olympic Gymnastics úr
landslutinum Devon.
FLOGBÓLTUR
Tað var toppdystur í meistara
deildini hjá monnum leygardagin,
har Fleyr, sum var á øðrum plássi,
var á vitjan í Klaksvík hjá odda
liðnum, Mjølnir. Mjølnir vann tey
bæði fyrstu settini 25-14, 25-19 og
stýrdi ímóti einum tryggum sigri,
men Fleyr kúgvendi dystinum og
vann tey bæði næstu settini 25-22
og 32-30. Í fjórða setti hevði Mjølnir
nakrar dystarbóltar. Fimta og
avgerandi sett gjørdist ein sannur
gysari, har liðini bæði høvdu eina
rúgvu av dystarbóltum. Tað endaði
við at koppa til Mjølnir, sum vann
avgerandi settið 24-22 og harvið
marathon-dystin, ið vardi yvir
tveir tímar, við úrslitinum 3-2.
Mjølnir økti harvið um leiðsluna
í meistaradeildini, har teir nú eru
seks stig framanfyri Fleyr. Teir
hava 17 stig, meðan Fleyr hevur 11
stig.
Fleyr er fyribils nýtt oddalið í
meistaradeildini hjá kvinnum, har
tær í gjár vunnu greiðan 3-0-sigur
á útivølli ímóti SÍ. Settúrslitini
vóru 25-20, 25-20, 29-27. Fleyr er nú
eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum
tó hevur spælt ein dyst færri. TB
fekk kærkomin stig á kontuna,
tá ið tær leygardagin fingu vitjan
av botnliðnum í meistaradeildini
hjá kvinnum, nevniliga Drátti.
TB-sigurin var sannførandi 3-0.
Settúrslitini vóru 25-18, 25-21, 25-23.
Hetta vóru seinastu dystirnir í ár,
og næsta umfar í landskappingini
verður spælt 14. og 15. januar næsta
ár.
HONDBÓLTUR
Áki Egilsnes átti aftur týðandi
leiklut, tá ið KA Akureyri leygar
dagin vann níggjunda sigurin út
av níggju møguligum í næstbestu
íslendsku deildini. Mótstøðuliðið
hesaferð var Valur U. Valur, sum
var á heimavølli, var á odda 12-9 í
hálvleikssteðginum, men KA fekk
vent gongdini í seinna hálvleiki
og vann dystin 25-23. Áki Egilsnes
skeyt seks av málunum, og føroyski
høgri bakkurin er nú toppskjútti
hjá KA við 39 málum. Nevnast
skal, at hann vegna skaða í hondini
einans hevur spælt við í fimm
dystum.
Helgi H. Hoydal skeyt eitt mál,
tá ið Odder fríggjadagin spældi
26-26-javnleik
á
útivølli
ímóti
Lemvig-Thyborøn
í
næstbestu
donsku deildini. Jónas G. Djurhuus
skeyt tvey mál í 22-21-tapi ímóti
Ajax København, og Rói Berg Han
sen skeyt somuleiðis tvey mál, tá
ið hann og liðfelagarnir í FIF fingu
ársins fyrsta sigur við 27-24-sigri
ímóti
Frederikshavn
FI.
TMS
Ringsted er oddalið við 18 stigum,
Randers HH hevur 17 stig og Odder
við Helga H. Hoydal á liðnum er
nummar trý við 16 stigum.
KURVABÓLTUR
Dystur var leygardagin í Trygd-
kappingini millum Hamar 1 úr
Havn og Háv úr Klaksvík. Dysturin
var tættur gjøgnum allan dystin,
og var tað ikki fyrr enn ímóti
endanum, at Hamar slapp framum
Háv og kláraði at halda leiðsluna
teir seinastu minuttirnar. Hávur
kom væl frá byrjan, og tað sást, at
teir ikki vóru komnir til Havnar fyri
at tapa. Hávur fór skjótt framum og
kláraði at fáa eina leiðslu uppá sjey
stig, so fyrsti fjórðingur endaði 10-
17 til Háv. Í øðrum fjórðingi vóru tað
leikarnir í Hamar, ið bardust fyri at
fanga Háv aftur, og tá farið var til
hálvleiks, vóru teir einast aftanfyri
við trimum stigum. Í triðja fjórðingi
vóru tað bæði liðini, ið skiftust um
at vera frammanfyri. Fyrst Hamar,
síðani Hávur, so aftur Hamar,
so Hávur, og at enda fór Hamar
framum við fýra stigum. Her var
tað serliga Kristian Jakobsen við
átta stigum í fjórðinginum, ið
hjálpti at fáa Hamar framum. Fjórði
fjórðingur var eins spennandi sum
triði, og tað stóð longi á jøvnum,
men endin var, at Hamar kom
framum og endaði dysturin 47-
43 til Hamar. Toppskjútti hjá
Hamar var Kristian Jakobsen, ið
fekk 16 stig, og toppskjútti hjá
Hávi var leikandi venjarin, Rainer
Latupeirissa, ið eisini fekk 16 stig.
Komandi vikuskifti verður aftur
dystur á skránni, tá Hamar 2 tekur
ímóti føroyameistarunum úr Ravni
av Toftum.
TALV
32 ára gamli stórmeistarin Nikita
Maiorov úr Hvítarusslandi vann
sannførandi aðru altjóða almennu
talvkappingina í Runavík, sum
endaði í gjár. Javnleikur í gjár
móti russiska spaniólanum Oleg
Korneev tryggjaði Maiorov sigurin
í Runavík Open 2017. Maiorov
endaði einsamallur á odda við 7½
stigi fyri níggju umfør - eitt heilt
stig frammanfyri fýra aðrar, sum
gjørdust javnir á øðrum plássi.
Maiorov var ósigraður í Runavík;
vann seks talv og telvaði trý jøvn.
Maiorov gongur tjúgu ratingstig
fram eftir góða úrslitið í Føroyum,
og vinnur seg upp á styrkitalið
2540 - tíggju stig lægri enn Helgi
Dam Ziska. Hvítarussland er sum
øll onnur lond, ið sprottin eru úr
fyrrverandi Sovjettsamveldinum,
eitt land við sterkari talvsiðvenju.
Nikita Maiorov er í løtuni nummar
níggju í yvirlitinum yvir bestu
telvarar í heimlandinum, og hevur
tí ikki umboðað Hvítarussland á
nakrari talvolympiadu. Javnir á
øðrum plássi í Runavík gjørdust
Srinathan Narayanan úr India, Oleg
Korneev úr Spania, Igor Khenkin
úr Týsklandi, Yi Xu úr Kina og tann
einans 13 ára gamli Sarin Nihal úr
India.
Eingin av føroysku telvarunum
gjørdi nakran vørr í Runavík
Open. Yvirhøvur vóru úrslitini
soleiðis, sum væntandi var. Tað
er næstan undranarsamt, hvussu
gott samsvar var millum úrslit
og styrkismeting. Høgni Egilstoft
Nielsen var styrkismettur nummar
18 og endaði nummar 18. Rógvi
Egilstoft Nielsen var styrkismettur
nummar 19 og endaði nummar
19.
Sjúrður
Thorsteinsson
var
styrkismettur
nummar
27
og
endaði nummar 27. John Rødgård
var styrkismettur nummar 20 og
endaði nummar 22. o.s.fr. Helgi Dam
Ziska var ikki við hesaferð orsakað
av at hann er upptikin við at leggja
seinastu hond á bókaútgávu um
talvleið hansara. 59 telvarar vóru
við í hesi kappingini, sum ætlandi
verður fyriskipað aftur næsta ár.
Altjóða talvkappingin í Føroyum er av á hesum sinni, og so hava føroyingar í fimleiki og hondbólti gjørt
um seg uttanlands hetta vikuskiftið, har tað herheima hevur verið gongd í eitt nú kurvabólti og flogbólti
HVÍTARUSSI
VANN
RUNAVÍK
OPEN