Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Pætur Albinus Kravsigur Eingin hevur megnað at vunnið ímóti kvinnunum hjá VÍF í ár, og neyvan skuldi tað heldur vera í gjár, tá ið tær fóru á vitjan hjá StÍF, sum er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp og ikki hevur fingið nakað stig enn. Tað gekst væl hjá StÍF at fáa tey fyrstu trý málini, men so kom stígur í, og VÍF byrjaði so smátt at renna undan. Støðan í hálvleikssteðginum var 18-8 til vestmannakvinnur. Í seinna hálvleiki helt munurin sær, og tað má óivað metast sum ein sigur fyri blaðunga StÍF-liðið, at tær spældu seinna hálvleik javnt ímóti VÍF. Dysturin endaði 27-17 til VÍF. Erla J. Petersen var eyðsýnd hjá StÍF við sjey málum, meðan fýra leikarar hjá VÍF fingu fýra mál. Tær vóru Marianna Holm Jacobsen, Durita C. Jojic, Agnas Olsen og fyrrverandi StÍF-arin, Heidi Maria Akselsen. VÍF er nummar tvey, eitt stig aftanfyri VB, men hava tær tó spælt tveir dystir færri. StÍF er aftast og hevur einki stig fingið enn. VB sigraði Í gjár hevði VB, sum í ár bjóðar av í toppinum í Hvonndeildini, vitjan av Stjørnuni, og her vóru tað heimafavorittrnir, sum fóru avstað við sigrinum. Tað leikti annars javnt á í løtum í fyrra hálvleiki, og lítla løtu undan steðginum var støðan 9-8 til VB. Tó fekk heimaliðið við nøkrum skjótum málum tryggjað sær eina tryggja hálvleiksleiðslu, sum var áljóðandi 14-9. Í seinna hálvleiki legði VB omaná leiðsluna. Stjørnan hevði eina løtu á 10 minuttir, har tær ikki fingu nakað mál, og hetta gav eitt gott glopp til VB, sum at enda vann dystin við 10 málum, nevniliga 29- 19. Agnes Fallesen var toppskjútti hjá VB við sjey málum, meðan Tóra Eliasen skeyt fimm mál fyri gestirnar. VB lyfti seg við sigrinum upp á eitt einsamalt fyrsta pláss, men tær hava tó spælt tveir dystir fleiri enn VÍF og ein dyst fleiri enn Kyndil. Stjørnan er næstaftast við fýra stigum. albinus@sosialurin.fo Hvonndeildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VB 11 300 221 79 18 2 VÍF 9 273 192 81 17 3 Kyndil 10 273 198 75 16 4 Neistin 11 256 257 -1 11 5 H71 10 217 250 -33 6 6 Stjørnan 10 211 256 -45 4 7 StÍF 11 151 307 -156 0 VB – Stjørnan 29-19 (14-9) VB: Agnes Fallesen 7, Bára K. Mortensen 5, Barbara Hjelm 4, Caroline Ladefoged 3, Mathilde Pedersen 3, Rannvá Johannesen 3, Rúna M. Jacobsen 2, Gurið K. Augustinussen 2 Útvísingar: 1 x 2 minuttir Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Jansy Jacobsen 4, Mina Sirdal 4, Jórun B. Nielsen 2, Miriam Bethuelsdóttir 1, Kristina Poulsen 1, Monika P. Jacobsen 1, Hervør Olsen 1 Útvísingar: 3 x 2 minuttir StÍF – VÍF 17-27 (8-18) StÍF: Erla J. Petersen 7, Karina B. Høgnesen 4, Rebekka Poulsen 2, Durita Hummeland 2, Fríðrún Olsen 2 Útvísingar: 4 x 2 minuttir VÍF: Marianna Holm Jacobsen 4, Durita C. Jojic 4, Agnas Olsen 4, Heidi Maria Akselsen 4, Liljan Djurhuus 3, Randi Virgarsdóttir 2, Kathe Frederiksen 2, Tóra Seloy 2, Sarah Bank Bjerg 1, Ingibjørg Olsen 1 Útvísingar: 3 x 2 minuttir VB og VÍF vóru stórfavorittar at vinna hetta vikuskiftið, og tey bæði greiddu eisini sínar skyldur við at vinna stórsigrar ímóti ávikavist Stjørnuni og StÍF KRAVSIGRAR Í KVINNUDEILDINI