mánadagur 27. november 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
Málveitsla
Tað manglaði ikki undirhald og
serliga ikki mál, tá ið menninir hjá
StÍF í gjár fingu vitjan av VÍF, sum
stríðist við at halda samband við
oddaliðini H71 og VÍF, ið hava hug
at renna undan.
Gongdin í fyrra hálvleiki var
sera jøvn, og tað stóð á púra jøvnum
tað mesta av fyrra hálvleiki. Eitt
brotskast í evstu løtu, sum StÍF
skoraði uppá, gav teimum eina
tepra 16-15 hálvleiksleiðslu.
StÍF var tepurt omaná fyrstu
løtuna í seinna hálvleiki, men
á odda 19-17 fingu teir tvær
útvísingar, sum komu at kosta
teimum og gav VÍF viðvind, sum
eisini legði seg á odda 21-19.
Tað kom eisini at kosta StÍF dýrt,
at teir misnýttu heili fimm brotskøst
í seinna hálvleiki. Tað hevði hug at
skrædna, og eina løtu var VÍF á odda
31-25, men StÍF gav ikki upp og fekk
bart seg heilt upp til eitt mál á muni.
Tættari enn tað sama kom
StÍF tó ikki, og VÍF vann hendan
undirhaldandi
dystin
36-35.
Sveinur Justinussen gekk á odda
hjá heimaliðnum við átta málum,
meðan Filip Jojic skeyt heili 15
fyri gestirnar. Har var eisini Julian
Olsen í máhýri. Hann skeyt 12 mál.
VÍF heldur við sigrinum rímiligt
samband við oddaliðini, meðan
StÍF stríðist í botninum og hevur
seks stig á næstaftasta plássi.
Nú bragdaði
Eftir fýra tap á rað hevði Team
Klaksvík á pappírinum ein góðan
møguleika fyri at fáa vent gongdini,
tá ið aftasta liðið í FTZ-deildini, KÍF,
var á vitjan í Klaksvík í gjár.
Tað gekk eisini sum eftir ánni
hjá heimaliðnum fyrstu løtuna, tí
eftir lítlari løtu vóru teir á odda
4-0. KÍF hevði ikki fingið nakað mál
tá ið sjey minuttir vóru spældir,
og hetta hóvaði sjálvsagt ikki
venjaranum, sum gjørdi skjótt av
og tók timeout.
Hetta munaði væl, tí KÍF fekk
eftir hetta trý mál á rað og minkaði
til 4-3. Tað var tó Team Klaksvík,
sum var omaná í fyrra hálvleiki
og varðveitti eina rímiliga leiðslu.
Team Klaksvík fór til hálvleiks á
odda 15-13.
KÍF megnaði eftir einari lítlari
løtu í seinna hálvleiki at vinna
seg upp á javnt, og hendan javna
gongdin
var
eisini
hon,
sum
myndaði seinna hálvleik. Fyrsti
javnleikurin var við støðuna 17-17.
Tað leikti javnt á heilt til í evstu
løtu, tá ið toppskjúttin hjá Team
Klaksvík, Ludvík Súnason, avgjørdi
dystin við málinum til 26-25, ið
eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Ludvík Súnason skeyt átta mál
fyri Team Klaksvík, meðan Magnus
Müller var besti málskjútti hjá
gestunum við sjey málum.
Team Klaksvík er á einum
deildum triðja plássi saman við
VÍF við 10 stigum, meðan KÍF er á
aftasta plássi við trimum stigum.
FTZdeildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
Neistin
11
278
244
34
17
2
H71
10
266
248
18
15
3
VÍF
9
272
262
10
10
4
Team Klaksvík
10
228
250
-22
10
5
Kyndil
10
236
235
1
9
6
StÍF
10
262
278
-16
6
7
KÍF
10
252
277
-25
3
StÍF – VÍF
35-36 (16-15)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Allan
Norðberg 6, Djóni J. Petersen
6, Jógvan G. Joensen 3, Pætur
Joensen 3, Jóannes Prestá 3, Pætur
Johansen 3, Martin Danielsen 2,
Marius Joensen 1
Útvísingar: 4 x 2 minuttir
VÍF: Filip Jojic 15, Julian Olsen 12,
Sjúrður Olsen 4, Miki Sørensen 3,
Hallur Árason 1, Andrias Eriksen 1
Útvísingar: 7 x 2 minuttir
Team Klaksvík – KÍF
26-25 (15-13)
Team Klaksvík: Ludvík Súnason
8, Sámal á Tjaldrafløtti 7, Vilhelm
Vilhelmsen 5, Hørður F. Sigtórsson 2,
Birgir Poulsen 2, Finnur Hansson 2
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
KÍF: Magnus Müller 7, Rúni Joensen
6, Ási Dam 4, Andrias Nielsen
2, Janus Jakobsen 2, Hans Eli
Sigurbjørnsson 2, Jákup Trygvason 2
Útvísingar: 5 x 2 minuttir
Eitt tætt vikuskifti
Menninir hjá VÍF fingu harðvunnan og tepran sigur á útivølli ímóti StÍF, og so fekk
Team Klaksvík eisini tvey kærkomin stig eftir tepran heimasigur ímóti KÍF