Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Vertir á fyrsta sinni: Pætur Albinus Kappbjóðingin um at sleppa at hýsa HM-endaspælinum í 2018 fór av bakkastokki longu fyrst í 2009. Upprunaliga vóru tað nýggju møguligir vertir, ið bjóðaðu seg fram. Meksiko tók seg skjótt burturúr og Indonesia varð úti­hýst av FIFA vegna vantandi stuðul frá landsmyndugleikunum, og tá ið Avstralia, Japan og USA so hvørt eisini trektu seg aftur, so vóru einans fýra møguligir vertir eftir: Russland, Ongland, Spania/Portu­ gal og Holland/Belgia. 2. desembur í 2010 skuldi enda­ liga atkvøðast fyri hvør skuldi gerast vertur fyri HM-enda­ spæli­num í 2018. Tað er høvuðs­ nevndin hjá FIFA, mannað við 22 nenvdarlimum, ið sleppur at at­kvøða. Í fyrsta umfari skuldi tað landið, ið fekk fæst atkvøður, takast burturúr. Tað gjørdist Ong­ land, sum einans fekk tvær at­ kvøður í fyrsta umfarinum og har­ við ikki slapp at vera HM-vertur á øðr­um sinni. Í seinna og avgerandi atkvøðu­ um­farinum var rættiliga breið semja um, at Russland skuldi vera vert­ur fyri HM-endaspælinum í 2018. Russland fekk 13 út av teimum 22 atkvøðunum. Spania/Portugal fekk sjey atkvøður, meðan Holland/ Belgia einans fekk tvær atkvøður. RUSSLAND SKAL PRÓGVA SÍTT VIRÐI HM 2018: Fyri fyrstuferð í søguni verður HM-endaspælið hjá monnum spælt í Russlandi. Breið undirtøka var fyri Russlandi sum vertstjóð, og stórtjóðin leggur nógv fyri í strembanini eftir at prógva seg sum virðiligir vertir