Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Her eru londini Her síggjast tey 32 londini, sum eru við í HM-endaspælinum í Russlandi. Niðanfyri eru tey býtt eftir hvørjum styrkislagi tey eru í. Bólkarnir verða býttir við einum liði úr hvørjum styrkislagi. Lutakastið verður í Kremlin nú fríggjadagin. Lag 1 Russland, Týskland, Brasilia, Portugal, Argentina, Belgia, Pólland, Frakland Lag 2 Spania, Peru, Sveis, Ongland, Kolumbia, Meksiko, Uruguay, Kroatia Lag 3 Danmark, Ísland, Kosta Rika, Svøríki, Tunesia, Egyptaland, Senegal, Iran Lag 4 Serbia, Nigeria, Avstralia, Japan, Marokko, Panama, Suðurkorea, Saudi Arabia Vinnarin 237 mió. kr. Nummar tvey 175 mió. kr. Nummar trý 150 mió. kr. Nummar fýra 137 mió. kr. Nummar 5-8 100 mió. kr. Nummar 9-16 75 mió. kr. Nummar 17-32 50 mió. kr. Land Miðalodds Týskland 6,00 Brasilia 6,05 Frakland 6,45 Spania 8,25 Argentina 8,88 Belgia 13,31 Ongland 19,83 Portugal 23,32 Kroatia 31,87 Uruguay 38,87 Stuttsøgd um HM HM-endaspælið verður spælt í døgunum frá 14. juni til 15. juli, og dystirnir verða spældir í 11 býum: Moskva, Skt. Pætursborg, Ekaterinburg, Kazan, Samara, Volgograd, Nizhny Novgorod, Saransk, Rostov-on-Don, Kaliningrad og Sochi. Finalan verður spæld á nýmvælda Luzhniki Stadium í Moskva, har pláss er fyri 81.000 áskoðarum. Tvey lond eru við í HM-endaspælinum á fyrsta sinni. Tey eru Ísland og Panama. Ísland er nummar 22 á heimsstyrkislistanum hjá FIFA, har Panama er nummar 56. Hinvegin er hetta fyrstuferð síðani 1958, at Italia ikki er við í HM-endaspælinum. Hetta tíðarskeiðið eru teir blivnir heimsmeistarar tvær ferðir, nevniliga í 1982 og í 2006 Tað verður mett, at áleið 15.000 sjálvboðin fara at arbeiða í sambandi við HM-endaspælið í Russlandi, og at onnur 20.000 fara at arbeiða sum sjálvboðin í teimum ymisku býunum í sambandi við kappingina. Russland royndarkoyrdi ymiskt í sambandi við Confederations Cup fyrr í ár – tá vóru 5.000 sjálvboðin til arbeiðis. Upprunaliga var ætlanin, at HM-endaspælið skuldi spælast á 16 leikvøllum í 13 ymiskum býum. Vegna stóru fjarstøðurnar og fyri at minka um ferðingina hjá londunum, so eru býirnir Krasnodar og Yaroslavl tiknir av listanum. Ístaðin verður HM-endaspælið spælt á 12 leikvøllum í 11 ymiskum býum. Kevin Kuranyi, fyrrverandi áleypari á týska landsliðnum, sigur seg tilreiðar at vera at hjálpa Panama, haðani hann er hálvur frá og fyri ein part eisini er uppvaksin. Hann er 35 ára gamal og hevur ikki spælt fótbólt síðani í fjør, men hann sigur seg eisini vera tilreiðar at hjálpa í øðrum leikluti, eitt nú sum ítróttarstjóri ella mennari. So nógv vinna tey Í síðsta mánaða kunngjørdi FIFA ta peningapuljuna, ið spæld verður um. Felagsskapurin hevur sett hálva triðju milliard av í vinningum til tey liðini, sum hava spælt seg víðari. Peningurin verður býttur soleiðis út: Favorittar at vinna HM - støði er tikið í miðaloddsinum hjá 29 veddingarfyritøkum Vladimir Putin kom í septembur við HM-steypinum til Luzhniki Stadium í Moskva Ekaterina Bocharova hevur teknað maskottin, ið kallast Wolf Zabivaka Andrey Arshavin var ein av umboðsmonnunum at fáa HM til Russlands