Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Tað er tykist longu sum eitt fjart minni, tá føroyska kvinnu­ lands­liðið púra óvæntað vann á Turkalandi í innleiðandi HM undan­kappingini. Við sigrinum vunnu føroysku kvinnurnar seg til HM undankappingina, har øll tey sterkastu liðið eru við, men síðani hevur ikki verið nógv at gleðast um. Føroyska liðið hevur tapt 8-0 fyri Kekkia og Íslandi, 11-0 fyri Týsklandi og seinast 5-0 fyri Slovenia. -Føroyskur kvinnufótbóltur er eini 15 til 20 ár aftanfyri mann­ fólka­fótbóltin. Tað er lætt at fella í eina grøv, har vit halda at tapini eru pínlig, men alternativið er at sita heima og so høvdu vit staðið í stað, sigur Pætur S. Clementsen, lands­liðvenjari hjá kvinnum. Hann setur her orð á tær nógvu av­bjóðingarnar, sum føroyskur kvinnu­landsliðsfótbóltur hevur, men hevur eisini fleiri loysnir. Sam­stundis greiðir hann frá ser­ligu støðuni, sum ein føroyskur lands­ liðs­venjari er í. Oyrini í maskinuna Úrslitini tala fyri seg. Føroyska kvinnu­landsliðið megnar als ikki at geva sterkastu mótstøðuliðunum mótstøðu. Serliga 11-0 tapið í Týsklandi sær illa út, men faktist er Pætur S. Clementsen glaður fyri, at vit ikki spældu væl. Kvinnu­ landsliðsvenjarin greiðir frá. -Aftaná dystin helt eg at vit kanska høvdu gjørt tað væl hóast alt, men aftaná sá eg, at vit ikki høvdu gjørt tað so gott. Tað var ein lætti, tí tað kunnu vit gera nakað við. Tað er ongin orsøk at teirra spælararnir standa leysar tá tær skora. Vit kunnu dekka tær betri og kunnu halda eitt sindur meiri upp á bóltin, sigur Pætur S. Clementsen. Soleiðis er tilgongdin hjá kvinnu­landsliðsvenjaranum. Hann hyggur ikki eftir tí stóru myndini, men heldur eftir øllum teimum lítilu tinginum, sum kunnu blíva betri. - Tað iðrar meg, at vit tapa 5-0 fyri Slovenia, tí tær skora ov nógv mál. Feilirnir vit gera nú eru væl færri og minni, enn at byrja við. Vit síggja framgongd, hóast áskoðarin møguliga bara sær at vit tapa stórt, sigur landsliðsvenjarin. Eitt bragd at koma víðari Fyri landsliðsvenjaran, so er tað eitt bragd, at føroyska landsliðið kom víðari úr innleiðandi bólkinum móti Luksemborg, Montenegro og Turka­landi. - Vit yvirprestera til kappingina í Føroyum og enda frammanfyri Turka­landi og Montenegro, sum eiga at vera betri enn vit. So koma vit í ein harðan bólk, har Týskland og Ísland eru nógv betri, meðan Kekkia og Slovenia eru eitt sindur nærri okkum, men okkara spælarar eru ikki vanar við, at verða so trýstar so nógv í fleiri dystum, greiðir Pætur S. Clementsen frá. Hann heldur, at serliga tapini fyri Slovenia og Kekkia eru ov stór. -Um vit spæla móti Kekkia aftur í dag, so vænti eg at vit høvdu klárað at lúkað nøkur mál vekk. Vit síggja eisini í dystinum móti Slovenia herfyri, at vit eru við allan dystin og tora at spæla. Eg fari so langt sum at siga, at vit knekka eina kodu har, sigur Pætur S. Clementsen. Ov fáar spælarar Størsta avbjóðingin hjá føroyska lands­liðsvenjaranum er, at hann hevur ov fáar spælarar at velja í millum. Serliga tá samanborið verið við eitt nú Týskland. -Vit hava 300 vaksnmanna­ spælar­ar hjá kvinnum, og tá telji eg Old Girls við. Týsk­land hevur næstan 300 fótbólts­menn­ingar­ sentur, sigur Pætur S. Clement­sen bros­andi. Til samans eru 1.400 kvinnuligir spælarar í Føroyum, tá allar eru taldar við. Nú er avbjóðingin at fáa fleiri at spæla fótbólt. -Vit mugu fáa fleiri spælarar at spæla. Gentur sum dreingir. Tað hevði eisini verið gott at fingið eina mentan, har kvinnufótbóltur verður hægri virdur. Tað gera vit millum annað við at feløgini hava kvinnu­ lið. Í løtuni hevur gentu og kvunnuspælarin ikki somu møgu­ leikar sum ein drongur, sigur lands­ liðs­venjarin og leggur afturat: -Tað er nógv góð tilboð til gentur­nar, sum velja at spæla fót­ bólt, tí tað eru fleiri U-landsliðið og tað eru menningarkappingar, sum UEFA rindar fyri. Tað ger at tað eru nógvar avbjóðingar, sigur Pætur S. Clementsen. Hann vísir eisini á, at tað er týdningarmikið at fáa fleiri spælarar, so tað blíva fleiri lið í føroysku kappingini. Hevur verður eisin víst til, at ein spælari í føroysku kappingini ikki spælir nógvar kappingarføra dystir, millum annað tí tvey av liðnum, EB/Streymur/Skála og KÍ, eru væl betri enn hini. -Tað stutta av tí langa er, at vit hava ov fáar spælarar at velja í millum. Tað eru kanska bara 25 til 30 spælarar, sum eru upp á tal til lands­liðið, sigur landsliðsvenjarin. Lætt at fara niður við høvdinum Sambært landsliðsvenjaranum, so eru framstig at síggja á fleiri støðum. Hóast vit eru fá og ikki hava somu møguleikar sum fleiri av mótstøðulondnum, so eru tað nøkur ting vit kunnu gera nakað við. Okkara mugu blíva betri fyri, orka betri og gera meiri styrki­ venjing, so vit kunnu klára at berjast ímóti. Tað er ein partur, um øll kunnu gera nakað við, tí hatta kunnu øll. Har hava spælararnir verið seriøsar og vant hart. Tað er eitt positivt tekin og ein orsøk til, at vit kláraðu okkum so væl, sum vit gjørdu hóast alt, sigur lands­liðsvenjarin og leggur afturat: -Móti Slovenia spæla vit væl við í seinna hálvleiki. Tað er 24. novembur og tað sigur eitt sindur. Vit hava fleiri spæalrar, sum eru fyrst í 20 unum og halda tær fram, so verður tað betri. Kanska enntá onkur fer av landinum at royna seg. Tað er nakað, sum kann flyta nakað her og nú, er niðurstøðan hjá Pæturi S. Clementsen. -Tað er nemt at fara niður við høvdinum og fella í grøvina, at hetta er pínligt og so framvegis. Pætur S. Clementsen, kvinnulandsliðsvenjari: Føroyska kvinnulandsliðið hevur fingið oyrini í maskinuna í HM undankappingini. Fýra tap á til samans 32-0 er ikki hugnaligur lesnaður, men alt er ikki dapurt. – Alternativið var at sita heima, so høvdu vit staðið í stað, sigur Pætur S. Clementsen ALTERNATIVIÐ VAR AT SITA HEIMA