mánadagur 27. november 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit skulu læra okkum at
seta hetta í ein samanhang
og skilja, at tað er stórur
munur á, men at vit kunnu
gera nakað við tað. Tað
kropsliga er blivið betri.
Spælararnir í bruttohópinum,
einar 25 spælarar, hava fingið
eitt tilboð um at fáa venjingar
program og annað, sigur lands
liðsvenjarin.
Tað verður eisini lagt nógv fyri
við eitt nú eftirmeting við sjón
bandi, so spælararnir síggja fram
gongd, síggja hvat tær skulu gera
betri og hvussu tær hava klárað
seg.
Hart at gera alt, men tapa
Fyri Pætur S. Clementsen sjálvan,
so hevur tað verið krevjandi, at
standa á síðulinjuni. Hann hevur
verið ungdómslandsliðsvenjari hjá
millum annað U17 landsliðnum í
nógv ár, áðrenn hann í 2009 fór til
Danmarkar undir útbúgving, har
hann millum annað var venjari í
Lyngby.
- Tað er hart at síggja, at øll
gera sítt besta, men at tú spælir
móti liðum, sum eru so nógv betri.
Men tá sært tú eisini hvør klárar
skerini, men eg skuldi líka venja
meg við tann leiklutin aftur, sigur
landsliðsvenjarin og fortelur víðari:
-Í Lyngby spældu vit móti
nógvum
eins
góðum
liðnum,
meðan
tú
sum
føroyskur
ungdómslandsliðvenjari kann blíva
fillaður sundur, har tú ongan sum
helst møguleika hevur. Hinvegin,
tá vit so spældu móti feløgum sum
AC Milan og vóru við undirlutan,
var lætt hjá mær at verða róligur og
tað undraðust hinir á, heldur Pætur
S. Clementsen skemtiliga fyri.
Einki at skammast av
Føroysku
kvinnurnar
hava
nú frí fram til fyrst í januar frá
felagsvenjing, men allar hava fingið
hvør sína venjingarskrá, sum tær
skulu fygja. Tær hava spælt nógv
fleiri kappingarføra dystir í ár,
enn kanska nakrantíð fyrr. Pílurin
peikar rættan veg, men tað er
ótrúliga langt á mál
-Í juni møta vit Slovenia. Tá vóni
eg, at vit kunnu prógva fyri øllum
á Tórsvølli, at vit hava flutt okkum
lang, sigur Pætur S. Clementsen og
endar við at fortelja, tá hann møtti
týska landsliðsvenjaranum.
-Hon segð, at tað er ótrúligt at
vit eru viðm og at vit einki hava at
skammast av. Vit eru ikki størri enn
ein íbúðarblokkur í Týsklandi. Tað
passar og alternativið var at sita
heima. Tað ger Turkaland við sínum
næstan 80 milliónum íbúgvum,
sigur Pætur S. Clementsen at enda.
trondur@sosialurin.fo