mánadagur 27. november 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ransin N. Djurhuus leggur floytina:
Tróndur Arge
Hann er avkláraður og greiður á
málinum. Hann kunnger stutt og
greitt, at hann er givin sum dómari.
Tað gongur heldur ikki long tíð, so
viðgongur hann eisini, at hann er
givin, tí hann ikki bleiv valdur sum
FIFA-dómari fyri Petur Reinert.
Tað ljóðar sum ein fornermaður
dómari, ið tveitur floytuna í illum,
men soleiðis er als ikki. Ransin N.
Djurhuus er avkláraður og skilur
eisini avgerðina, at gera 27 ára
gamla Kára á Høvdanum til FIFA
dómara, hóast hann ikki er heilt
samdur í henni. Havnarmaðurin
metir nú, at tað er ongin orsøk at
halda fram sum dómari, tí hann
ikki hevur møguleikan at koma
upp á ovasta trin innan døming.
Eg standi á næstaovasta trini
num, men sleppi ikki á ovasta trin.
Eg eri somikið ítróttarmenniskja, at
eg vil heldur finna hurðina sjálvur.
At venja fleiri ferðir um vikuna
og døma hvønn sunnudag, uttan
møguleika at koma víðari, tað er
ikki eg, sigur Ransin N. Djurhuus.
Hann hevur dømt í 11 ár og er
avkláraður við nýggju støðuna – og
hon er endalig.
Hevur dømt alt hann kann
Fríggjadagin kunngjørdi Fótbólts
sambandið, at Petur Reinert gevst
sum altjóða dómari. Ransin N.
Djurhuus er ein av teimum, sum
er innstillaður at taka við eftir leir
víkinginum, men er ov stuttur. Í
somu løtu verður ein avgerð tikin.
Í stuttum er tað nokk tað, at
eg havi dømt í 11 ár. Byrjaði í 2006
og havi dømt tað, sum eg kann í
Føroyum. Eg havi verið í øllum
norðurlondum
við
dómaraút
veksling, havi verið á øllum skeið
um og dømt steypafinaluna. Eg
standi á næstovasta trini, men
sleppi ikki upp á ovasta trin, sigur
Ransin N. Djurhuus og leggur
afturat:
Eg havi avleverað floytu, fløgg
og kort, og tað verður ikki tikið
fram aftur. Heldur ikki til breiddar
fótbólt ella sum eygleiðari. Kanska
eg dømi onkran ungdómsdyst fyri
HB, sigur 36 ára gamli dómarin.
Hann heldur ikki, at hann kann
eygleiða dómarar, sum hann hevur
dømt saman við og vísir til, at tað
eisini mangan er torført hjá einum
spælara at blíva venjari stutta
aftaná.
Ongin gularót
Fyri Ransin N. Djurhuus hevur
málið altíð verið at røkka eitt
longri og seta sær nýggj mál. Hann
var eisini innstillaður til altjóða
dómara, tá hann fyri trimum árum
síðani meiðslaði sær knæið á skíð
feriu. Síðani hevur hann arbeitt
fyri at koma fyri seg aftur, men tá
hann ikki bleiv valdur hesa ferð,
so fór motivatiónin eisini at døma.
Hann skilir avgerðina hjá FSF.
Eg havi sagt tað við fleiri, at
Kári á Høvdanum er ein ungur og
væl trimmaður dómari, sum kann
kann formast til teirra stíl. Tað havi
eg fulla virðing fyri. Eg eri kanska
ov egin sum dómari, men eg tilskili
mær tó eisini at kunna gevast, tá eg
ikki kann røkka longri. At døma og
vera í einum dómaratoymið, sum
ikki sleppur longur, tað er ikki mín
stílur, sigur Ransin N. Djurhuus,
sum leggurat, at tað hetta ikki er
einsamalla orsøkin.
Tað eru nógv ting, sum spæla
inn. Eg sleit krossbandið fyri
trimum árum síðan. Tað hevur
tikið tíð at koma fyri seg, og 2017
hevur kanska verið mítt besta ár.
Tá tað ikki er nokk, so bleiv hetta
kjansurin at gevast uttan at verða
fornermaður, sigur havnarmaðurin
og sigur víðari.
Um eg fekk gularótina, so hevði
eg lagt alt fyri at gjørt tað væl. Men
at fara frá FIFA-dómara til bara at
døma sunnudag í Føroyum, tað
er ikki motiverandi longur. Tað
er ikki nakað við at tíma, men tað
eru avbjóðingarnar, sum gera at
tú dømur. Tann dagin tú ikki ert
motiveraður, so mást tú gevast,
sigur Ransin N. Djurhuus.
Hann ætlar sær heldur ikki
verða eyðgleiðir, tí uttan altjóða
dómarastatus, so sleppur hann
bara at verða eygleiðari í Føroyum.
Eg síggi meg ikki sum eyðg
leiðar hjá monnum, sum eg havi
dømt saman við. Tað er sum við
spælarum, sum blíva venjarar
beinanvegin. Eg kann heldur ikki
blíva altjóða eygleiðari, tí tú skal
hava verið altjóða dómari og tað
blívi eg ikki. Tað skal altíð verða
okkurt nýtt at stremba eftir, sigur
nú fyrrverandi dómarin.
Nemus stuðlar soninum
Tað er ikki eftir ongum, at Ransin
N. Djurhuus er dómarin. Pápin,
Nemus N. Djurhuus, er fyrrverandi
altjóða dómari og bleiv síðani
valdur frá.
Hann hevur verið í eini líknandi
støðu og skilur væl, at eg gevist nú.
Tað er deiligt at kunna verða erligur
og takka fyri seg, áðrenn tú kemur
í eina støðu, har tú møguliga blívur
súrur ella bittur. So vil eg heldur
koma víðari í mínum lívi og tað
skilur babba væl, sigur Ransin N.
Djurhuus.
Ein onnur orsøk til, at 36 ára
gamli havnarmaðurin ikki ivast í at
taka avgerðina er nakað, sum hann
lærdi tá beiggi hansara, Reimar,
brádliga doyði.
Eg lærdi millum annað, at tú av
Tá tað nú bleiv greitt, at hann ikki bleiv FIFA dómari, hevur 36 ára gamli Ransin
Napoleon Djurhuus valt at leggja floytuna – Eg eri ikki fornermaður, men avkláraður.
Eg kann ikki uppnáða meiri innan døming og velji tí at gevast, sigur havnarmaðurin
FÓTBÓLTUR
TAKK FYRI