mánadagur 27. november 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Øssur Dalbúð vendir
heimaftur til barndóms
felagið, NSÍ. Áleyparin
hevur seinast spælt við
HB, men hevur seinastu
lestrarárini í Danmark
eisini spælt við BK Frem.
Føroyski hondbólts
spælarin, Jóhan á Plógv
Hansen, kemur aftur á
vøllin eftir átta mánaðar
drúgvan skaða. Hann
og liðfelagarnir vinna
ímóti TTH Holstebro, og
Jóhan fær 10 minuttir á
vøllinum.
Dia Midjord verður
settur í starv sum
kvinnulandsliðsvenjari
í hondbólti. Hann tekur
við eftir Scott Harrinton,
ið er fluttur til Kina, og
at hjálpa sær fær hann
Sophus Dal-Christiansen.
Føroyska
kvinnulandsliðið í
fótbólti tapur fjórða
dystin á rað í HM-
undankappingini.
Hesaferð er talan um
útidyst ímóti Slovenia,
sum verður taptur 5-0.
Petur Reinert gevst sum
altjóða fótbóltsdómari.
Hann hevur trupulleikar
við hælsinuni og
velur at gevast. Kári
J. á Høvdanum tekur
samstundis við sum
nýggjur altjóða dómari.
Argentiska fótbólts
stjørnan, Lionel Messi,
leingir um sáttmálan
hjá sær við FC Barcelona
fram til 2021. Nýggja
prísskelti hansara er
5,21 milliardir krónur.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
- Petur Reinert, fráfarandi FIFA-dómari
- Lionel Messi eftir at hava longt við FC Barcelona
Dreymur mín er at spæla restina av yrkisleiðini
í Barcelona, og við nýggja sáttmálanum
eri eg væl á veg at fáa ynskið uppfylt
Eg kom ásamt við dómaraleiðaran hjá
FSF, at tíðin var komin at leggja kongin
og lova yngri kreftum framat
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Peter H. Niclasen
Aldur: 49
Yrki: Lærari / borðtennisspælari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 11
2. Tvær
3. Kina (Ma Long)
4. 9
5. Pætur S. Clementsen
6. Runavík Open
7. Rebekka Ziska Dahl
8. Tony Pulis
Hey Peter! Hvussu leingi
ætlar tú tær at halda á
við at spæla borðtennis?
- Ja, handan spurningin havi eg
fingið nú javnan tey seinnu árini -
og helst av røttum. Men hinvegin
er tað jú eisini ein háttur at pleyga
teg sjálva. Eg havi ikki hugsað meir
um tað enn sum so, at dagurin
kemur, tá tað av natúrligum ávum
er liðugt.
Hvussu nógv tíð hjá tær
fer við borðtennis?
- Nú fer borðtennis ikki við so
nógvari tíð. Fyrr nýtti eg meir tíð
til borðtennis, og orkaði eisini at
venja meir. Men nevndararbeiði
og venjaraleiklutur krevja sítt, so
samanumtikið fer ikki so lítil tið í
borðtennishøpi.
Hevur tú lagt spælistílin
um við árunum?
- Ja. Á ungum árum var eg sera
álopssinnaður leikari. Spældi tætt
við borðið og var í álopi alla tíðina.
Hetta kravdi skjótt beinarbeiði, og
tað havi eg ikki í dag. Tí er mín
spælistílur broyttur til at vera
meir taktiskur, har eg hugsi meir
um hvar eg skal sláa bóltin – og
hvør stendur hinumegin borðið.
Hvussu er støðan í
føroyskum borðtennis
í løtuni?
- Føroyskt borðtennis er í eini
broytingartíð.
Borðtennissam
bandið leggur eina menningar
ætlan til rættis, ið verður kunn
gjørd fyrst í komandi ári, har
dentur verður lagdur á felags
arbeiðið í føroysku feløgunum,
umframt at ungdómslandslið fáa
fleiri avbjóðingar.
Hvussu sær framtíðin út í
føroyskum borðtennis?
-
Væntandi
og
vónandi
fer
menningarætlan
borðtennis
sambandsins saman við nýggju
borðtennismiðstøðini í høllini á
Hálsi at hava við sær, at talið á
leikarum og feløgum økist, eins
og ein natúrligur kontinuitetur
verður í landsliðsarbeiðinum. Heilt
frá A-landsliðnum, har kvinnurnar
jú vunnu gull í tvímansleiki við
oyggjaleikirnar á Gotlandi – og til
ungdómslandsliðini, ið framyvir
skulu lyfta føroyskt borðtennis
víðari fram á leið.
Í borðtennis hevur Asia nærum
altíð verið mílalongdir framman
fyri Evropa, og serliga er tað Kina,
ið hevur borðtennis sum tjóðar
ítrótt, sum skarðar framúr og
næstan ikki er til at vika.
Nøkur fá undantøk hava tó
verið, men tað hevur eisini kravt
nakað heilt serligt. Eitt av hesum
undantøkunum var í 1989, tá ið
Svøríki heima í Gøteborg megnaði
at koppa Kina. Hetta var í HM-
kapping fyri lið, har teir vunnu
finaluna ímóti Kina, og hendingin
er alment kend sum “Bragdið”.
Svenska sjónvarpsstøðin SVT
hevur gjørt ein dokumentar um
hetta bragdið, sum enn tann dag
í dag javnan er uppi at venda og
verður brúkt sum dømi um at alt
– við hørðum arbeiði – ber til.
Sjónvarpsliðið hevur savnað
menninar, sum vóru á svenska
landsliðnum
og
við
til
at
fremja bragdið. Teir eru Mikael
Appelgren, Jörgen Persson og
Jan-Ove Waldner, og allir luttaka
í sendingini.
Tað verður hoppað eitt sindur
runt í tíðarrøðini, men tað eru
sjónbond
frá
barnsbeini
hjá
leikarunum, tá ið teir sum vaksnir
vinna og fram til teir sum eldri
menn í dag hugleiða um gyltu
tíðina saman.
Nakrir partar av sendingini
eru brot úr dystum, og leikararnir
greiða frá samstundis og gera tað
ógvuliga spennandi at fylgja við.
Teir fýra hittast eisini heima
hjá eina teirra, og hýrurin í send
ingini, sum hevur nógv afturlit
til tað farna, er hugnaligur og
skemtingarsamur. Menninir hava
eina rúgvu av søgum at greiða frá,
men sanniliga eisini nøkur gull
korn um hvat tað krevst fyri at –
ímóti øllum vánum – at vinna seg
upp á hægsta tindin.
HYGG UM: Um tú hevur hug at
síggja hvussu ein stríðir seg upp
á toppin.
IKKI HYGG UM: Borðtennis og
aðrir einstaklingaítróttir ikki siga
tær nakað.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Ein
góð blanding av action og góðum
íblástri.
HVAT SIGUR TÚ? Hetta kann
geva íblástur til øll í einstaklinga
ítrótti!
FAKTA:
Dokumentarurin
er
lítlan tíma til longdar, og tað er
svenska sjónvpsstøðin SVT, sum
framleiddi hann í 2012.
Dokumentarurin:
Bragdið
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu nógvar bóltar skalt tú vinna fyri at vinna eitt
sett í borðtennis?
2 Hvussu nógvar servur hevur tú í borðtennis, áðrenn
mótstøðuleikarin skal serva?
3 Úr hvørjum landi er heimsins besti
borðtennisspælari?
4 Hvat ryggnummar hevur Áki Egilsnes í íslendska
felagnum KA?
5 Hvussu eitur venjarin hjá kvinnulandsliðnum í
fótbólti?
6 Hvussu eitur talvkappingin, ið verður telvað í
Runavík í hesum døgum?
7 Hvussu eitur føroyska kvinnan, ið er altjóða meistari
í jiu-jitsu?
8 Hvussu eitur West Bromwich-venjarin á myndini, ið
fekk sekkin í síðstu viku?