Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. november 2017 · Nr. 138 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Jóan Símun Edmundsson og OB vunnu í gjár 3-0 á Hobro. Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin og skoraði fyrsta málið í dysti­ num. Sigurin hevur við sær, at OB liggur í topp seks, sum gevur atgongd til meistaraendaspælið. OB byrjaði væl og longu aftaná eitt korter legði tofta­ maðurin heimaliðið á odda, eftir eitt innlegg. - Tað var sera væl gjørt av Anders K. Jacobsen í okkara høgru síðu, har hann sleppur til baklinjuna. Hann fær lagt bóltin innfyri, har eg sleppi frammum teirra verjuspælara og fái prikað hann í málið við uttaru síðu av vinstra fóti, greiðir Jóan Símun Edmundsson frá. OB var omaná í dystinum og hevði bóltin meir. Tí var tað ikki heilt óvæntað, tá Anders K. Jacobsen beint fyri hálvleik økti um leiðsluna. Tað endaði við at Rasmus Festersen staðfesti 3-0 sigurin eitt korter fyri tíð. -Um dystin kann sigast, at vit vóru góðir til at fáa teir út at renna nógvar metrar á einum góðum, men tungum vølli. Tað var sera um­ráðandi fyri okkum at skora tíðliga, og harvið fáa teir longur framm á vøllin, ið gjørdi at tað bleiv betri pláss ímillum teirra ketur, sigur tofta­ maðurin. Hetta er annað málið hjá føroyska lands­liðs­ fram­herjanum í hesum kappingar­árinum. Hann spældi í gjár sum áleypari, men hevur fyri tað mesta spælt á vonginum. OB hevur nú 25 stig á fimta plássi. Hallur skaddur Tað var ongin Hallur Hans­ son á vøllinum, tá AC Horsens í dag tapti heili 6-0 fyri FC Nordsjælland. Lands­liðsmiðvallarin hevur fram­vegis trupulleikar við fótinum, sum hann bleiv skurð­við­gjørdur í í summar. Fóturin hevur givið mær trupulleikar líka síðan operatiónina. Nú visur tað seg, at eg havi eitt mini bein­ brot afturat og eisini yvir­ belastning, har sum eg bleiv opereraður, so eg skal halda pausu nú í seks til átta vikur, sigur Hallur Hansson. AC Horsens liggur í løtuni á sjeyda plássi. trondur@sosialurin.fo Tvey hug­ vekjandi prát SUPERLIGAN: Jóan Símun Edmundsson skoraði, tá OB vann í gjár, meðan Hallur Hansson hevur fingið keðiligt boð. Hann er skal sita uttanfyri í upp til átta vikur JÓAN SÍMUN Á BLETTINUM – HALLUR SKADDUR Í blaðnum í dag eru tvær samrøður, sum fingu meg at hugsa eitt sindur. Eg haldi tær eru hugvekjandi, tí tað opna fyri nøkrum, sum vit ikki altíð sleppa so tætt at. Tann eina er við dómaran, Ransin N. Djurhuus, sum gevst at døma, tí hann ikki kann blíva FIFA dómari, meðan hin er við Pætur S. Clementsen, ið er landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Eitt landslið, sum hevur tapt fýra dystir á til samans 32-0. Tað hugvekjandi við samrøðuni við Ransin N. Djurhuus er, at vit sjáldan sleppa heilt tætt at einum dómara og hvat hann hugsar. Vanliga verður domarin bara skeldaður, tá hann ger okkurt skeivt. Tí er tað áhugavert at síggja hvat drívur ein dómara. Sum tú eisini kanst lesa í blaðnum, so er vandi fyri at tríggjar so stórar persónligheitir sum Ransin N. Djurhuus, Lars Muller og Petur reinert allir gevast innan stutta tíð. Tað er nokk ikki at fornerma nakran, tá eg sigi at hetta eru nakrir av teimum dómarunum við litfagrastu persónligheitunum og dømingunum. Nú vóni eg bara, at vit við tíðini finna eins góðar avloysarar. Kvinnulandsliðið stinkar – tær skulu ikki spæla fótbólt Tað er skjótt at detta í negativu grøvina, tá tað kemur til kvinnufótbólt, serliga tá kvinnulandsliðið hevur so stóran mótgang, men av tí saman, so haldi at samrøðan við Pætur S. Clementsen er ótrúliga áhugaverd, tí hon setir tingini í ein samanhang. Tað er skjótt bara at kveista alt frá sær og siga, at hetta er pínligt, men veruleikin er at tað er framgongd í føroysku kvinnufótbólti, men tað kemur at krevja nógv av nógvum, at fáa hetta at flyta seg í stóran mun. Tað er ein sannroynd, at spælararnir, sum eru í bruttohópinum nú, hava og koma at venja meiri hesi bæði árini HM undankappingin er, enn um hon ikki var. Tí dámar mær væl, tá landsliðsvenjarin sigur, at alternativið var at sita heim, og so hevði kvinnufótbólturin bara staðið í stað. Vónandi fáa tit nakað burturúr at lesa ÍtróttarSosialin hesaferð! trondur@sosialurin.fo Jóan Símun Edmundsson