Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Hvussu stórur partur av Havnini skal vera friðast og setast av til grøn øki? Tað er ein spurningur, sum tók seg upp á seinasta býráðsfundi í Havn. Og tað eru býráðslimir ymiskir á máli um. – Tað er ein alt ov stórur part­ur av Havnini, sum liggur í krunka­ svarta myrkri um náttina, held­ur Helena Dam á Neystabø, bý­ráðs­ lim­ur fyri Javnaðarflokkin. Annika Olsen, borgarstjóri held­ ur tvørtur ímóti, at tað munnu vera nógvir høvuðstaðir, sum øvunda Havnini, at tað eru so nógv fríøki í býnum. Fyri nøkrum árum síðani samd­ ust býráðið og landsstýrið um at friða alt strekkið av Boðanesi, heilt niðan í Hoydalar, og at gera tað til eitt frílendi. Sjøtul varð sett á arbeiðið í 2009 og tað var ein gleðiligu dag­ur, tá ið Annika Olsen, tá­ver­andi lands­ stýris­kvinnu í inn­lendis­mál­um, og Heðin Mort­en­sen, táverandi borg­ ar­stjóri í Havn, ganga við klíputong úti á Boðanesi og kliptu stik og píkatráð, sum Marin Katrina Frýdal tók til á býráðsfundi. Við hesum sloðaðu tey fyr at fólk skuldu sleppa at ganga í økinu, ótarnað av stiki og píkatráði. Fyrr í ár varð ein ætlan løgd fram, sum varð kallað størsta frí­ lendis­ætlan í Føroyum. Ætlanin kostar slakar 13 milli­ ónir og tað lá í kortunum, at Landið og kommunan skuldi seta eina millión av um árið í part. Alt ov avmarkandi Men býráðslimir eru ikki heilt samd­ir um, hvussu umfatandi ein slík frílendisætlan skal vera. Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er alt ov avmarkandi at friða eitt so stórt øki, sum talan er um her, tí tað forðar fyri, at nakað verð­ ur gjørt á økinum yvirhøvur. Hon heldur at sjálvandi skulu vit hava frílendi og grøn øki. Men hon heldur samstundis, at tað skal vera mark fyri, hvussu umfatandi frið­ing skal skal vera á einum øki, sum hesum, tí eftir hesi ætlanini sum nú liggur í kortunum, eru allir møgu­leikar at gera nakað sum helst, útihýstir, Hon hevur eisini havt sama sjón­ ar­mið um Hoydalar, sum ætlanin eis­ini er at friða. Í hesum sambandi helt Helena Dam á Neystabø, at tað sum nú liggur í kortunum, forðar fyri, at nakað sum helst kann gerast uppi í Hoydølum, og hon heldur tað vera skeivt, at myndugleikarnir púra frásiga sær møguleikan at gera nakað sum helst í Hoydølum, sum ikki passar inn í bygningarnar, sum longu eru har. Og á seinasta býráðsfundinum stað­festi hon, at tað er ein ómetaliga stór­ur partur av Havnini, sum er fevndur av hesi frílendisætlanini av Boðanesi til Hoydalar, og sum sostatt er fullkomiliga friðaður. –  Eg haldi ikki, at Havnin skal vera eitt stórt savn, og tað eru alt ov stórur partar av býnum, sum liggja í bølamyrkir um næturnar, held­ur hon. Helena Dam á Neystabø heldur, at ætlanin, sum nú fyriliggur, er alt ov avmarkandi, og fer at forða fyri, at hesi veldugu økini kunnu gagnnýtast til okkurt gagnligt, tað verið seg skúlar, Fróðskaparsetur, ella okkurt annað. Hon vísir á, at hetta er ikki ein spurningur um antin ella, tí tað ber væl til at samansjóða eitt frílendi við ymiskt virksemi, og her er tal­ an um eitt ómetaliga stórt øki, sum klív­ur Havnina í tvey, men har einki kann gerast. – Tað hevði borið væl til at býtt alt økið sundur í grøn øki, sam­ stundis sum at eitt universitet, eitt ellis­heim, ella okkurt annað, var har eisini. ALT OV STÓRUR PARTUR AV HAVNINI LIGGUR SVARTUR GRØN ØKI Býráðslimir í Havn eru ikki samdir um, hvussu stórur partur av Havnini skal friðast og leggjast av til frílendi Skal hetta vera frílendi ella byggilendi – ella eitt sindur av hvørjum? Spurningurin hevur nú tikið eg upp í býráðnum í Havn, um, hvussu stórur partur av Havnini skal friðast. Hendan myndin niðan ímóti Hoydølum, er ein partur av frílendinum, og hon er úr bóklinginum um frílendisætlanina