Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139 Áki Bertholdsen – Vit mugu staðfesta, at Tórshavnar Býráð hevur sett javnrættindi til viks, tá ið grundstykki eru til sølu. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn. Tórshavnar kommuna hevur havt tann politikk, at grundstykki verða seld fyri tað, tey kosta kommununi at gera. Men hesa mannagongdina hev­ur núverandi býráðsmeiriluti broytt, tí nú verða grundstykkini seld fyri markn­aðarprís og í Kald­ bak merkti tað, at grundstykki vórðu seld við halli. Nú hevur komm­unan so aftur stykkja fimm grund­stykki út í Nólsoy, og tey verða seld fyri 150.000 krónur, sum er tað, tey hava kostað at útvega. Men nú verða aftur nøkur grundstykki til sølu í Havnini og tey kosta 1,2 milliónir og ein av grundunum til tað, er, at kostn­að­ urin fyri at gera vegin til stykkini, verður taldur upp í prísin á grundstykkjum. Og mátin, Tórshavnar Býráð brúk­ar, tá ið grundstykki verða seld, er fallin Tróndi Sigurðsson fyri bróstið. Á seinasta býráðsfundi staðfesti hann, at Tórshavnar Býráð er rætt og slætt farin at gera mismun á fólki Býráðið hevur sett javnrættindi til viks, men tað mugu vit bara venja okkum við, sigur hann. Hann vísir á, at í Havn verða grundstykki seld fyri Markn­að­ar­ prís, men aðrastaðni verða tey seld fyri kostprís. –  Í Havn skulu grundstykki, sum ikki eru byggibúgvin, seljast fyri 1,2 milliónir. Tað er ikki kost­ prís­ur, tí hetta eru stykki, komm­ un­an hevur eina inntøku av. Hann held­ur, at hetta er ein prísur, tey fægstu hava ráð til at keypa eitt óplan­erað grundstykki fyri. Og hann vil hava at vita, um hetta er tann marknaðarprísurin á grund­ stykkjum. Og hann vildi hava at vita um hetta verður marknaðarprísurin, havn­arborgarar skulu venja seg við í Havn­ini framyvir. So bíligt sum tilber Marin Katrina Frýdal sigur, at bý­ ráðið hevur nettupp lagt seg eftir at selja grundstykkini á bygdunum fyri marknaðarprís. Annika Olsen, borgarstjóri, vís­ ir á, at býráðið roynir at útvega grund­stykki so bíligt, sum tilber, men í Nólsoy ber ikki til at fáa fígg­ ing til eitt dýrt grundstykki, sum kost­ar eina millión. Í Kollafirði eru stykkini seld fyri 250.000 krónur, sum eitt sindur dýr­ari enn í Nólsoy, men tað er marknaðarprísurin í Kollafirði, vís­ir hon á. Men hon heldur, at tað ber ikki til at samanbera Havnina og bygd­ ir­nar í kommununi, tí í sjálvari Havn­ini eru virðini nógvar ferðir hægri enn tey eru á bygd, og tað er eisini nógv lættari at fáa lán til eini hús í Havn, enn á bygd. Men, hvussu farast skal fram viðvíkjandi grundstykkjum í Havnini framyvir, dugir hon ikki at siga, men enda­ málið er, at grundstykkini skulu vera so bílig sum fjør. Hinvegin ásannar hon, at markn­aðarprísurin í Havn er so høg­ur, at tað eru nógv, sum ikki hava ráð til tað. Fagna Carl Johan leygardagin Leygardagin verður rithøv­und­ urin Carl Jóhan Jensen 60 ár. Í sambandi við føðingardagin heiðrar Fróðskaparsetur Før­ oya skaldið í auluni á Náms­vís­ indadeildini klokkan 14 leyg­ar­ dagin, har skaldskapar hansara verður umrøddur og kvøður verða bornar fram. Malan Marnersdóttir, pro­fess­ ari á Føroyamálsdeildini, heldur fyrilestur um skaldskapin hjá Carl Jóhan, og rithøvundurin, Odd­fríður M. Rasmussen, fer at bera fram kvøðu. Vár í Ólavs­ stovu, adjunktur á Náms­vís­inda­ deildini, heilsar høv­und­inum og tað ger hon við at við­gera skald­ søguna”Bókin um tað góða”. Annars verður bæði upplestur og tónleikur eisini á skánni á tiltakinum, sum er alment. Býráðið í Havn ger mismun á fólki MUNUR Á FÓLKI Býráðslimur í Havn vil hava at vita um hetta er prísurin, havnarborgarar skulu venja seg til í framtíðini Tórshavnar Býráð setir javnrættindi til viks og ger mismun fólki tá ið býráðið selur grundstykki, heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur –  So fingu nógvir bólkar hvørt sítt upplivilsi á økinum og tað hevði verið til frama fyri fjøl­broytni á slíkum økjum. –  Annfinn Brekkstein, bý­ ráðs­limur fyri Sambandsflokkin er púra samdur, tí hann heldur, at vit hava ríkiligt at frílendi og grønum økjum í Havn. Vísindaliga prógvað Men aðrir býráðslimir eru grund­leggjandi ósamdir. Ein av teimum er Marin Katrina Frý­ dal, sum heldur, at er tað nakað, ein høvuðstaður skal hava, eru tað frílendi, náttúruupplivilsi, og friðað øki, mitt í býnum, og í so máta er Havnin rættiliga væl fyri. – Tað er vísindaliga prógvað, at er tað nakað, nú­tíð­ar­menn­ iskja hevur brúk fyri, er tað at sleppa í eitt grønt øki beint við, har tey búgva. Hon sigur, at tað gongur sjón fyri søgn, tá ið vit síggja, hvussu nógv fólk brúka tey fríøkini, sum eru í Havnini, tí har er fólk í túsundatali. – Meina vit tað í álvara at vit skulu hava øki til náttúru­ upplivilsi, ber ikki til at hava bygningar, og annað virksemi har eisini. Tað kann ikki sam­ ansjóðast, tí er annað virk­semi har, er tað jú ikki eitt nattúru­ upp­livilsi, staðfestir hon. Annika Olsen, borgarstjóri, er samd, tí hon er sannførd um, at eingin ivi er um, at tey grønu øk­ini eru við til at bøta um trivn­aðin í býnum. Hon vísir eisini á, at Tórs­ havnar býráð vísir eisini í verki, at tey meina tað í álvara, at strekkið av Boðanesi niðan í Hoy­dalar skal vera eitt frílendi, tí á fíggjarlógini fyri næsta ár, er ein millión krónur sett av til enda­málið. Men sjálvandi skal Landið eis­ini átaka sær sínar skyldur á hes­um øki, leggur hon afturat. Hon heldur, at tað man vera mangur høvuðstaður, sum øv­ und­ar Havnini, at vit hava eitt so stórt øki mitt í býnum. Hinvegin vísti Heðin Mort­ ensen, býráðslimur fyri Javn­ að­arflokkin, at tað varð avtalað við landsstýrið, at býráðið og Landið, skuldi seta eina millión av um árið í part til frílendið av Boða­nesi, niðan í Hoydalar. – Men higartil hevur býráðið játtað pening av á hvørjum árið til endamálið, men enn hevur Landið ikki sett eina krónu av, soleiðis sum avtalað var, stað­ festi hann. Hóast býráðslimir eru ósamdur um, hvussu umfatandi frið­ingarnar skulu vera, varð ætl­anin kortini einmælt sam­ tykt í býráðnum.