týsdagur 28. november 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Karin
Kjølbro
Herskin herðindi, fjórða bók
in, ið viðger vanlukkuliga
læknastríðið í Klaksvík frá
1952 til 1956, kom í bóka
handlarnar á ólavsøku. Har
umframt hava bæði úvarpið
og sjónvarpið havt fleiri
sendingar um sama mál, eins
og søgufrøðingurin Hans
Andrias Sølvará hevur hild
ið fleiri fyrilestrar. Løgið, at
tørvur skal vera á so drúgv
ari umrøðu. Fyribils man tað
snúgva seg um meira enn
1000 bókasíður um hetta
fýra ára skeið í Klaksvík
ar søgu, har alt - serliga tær
báðar seinastu bøkurnar -
lýsir støðuna úr sama sjón
arhorni, sonevndu 'adressu
fólksins'. Sostatt eru nógvar
endurtøkur.
Tað, sum er øðrvísi í hesi
bókini, samanborið við hin
ar, er, at hetta er ein hevdn
arferð, og tað sigur kanska
mest nakað um høvundin.
Hjá teimum, sum fara væl av,
at onnur fara illa, er henda
bókin uttan iva undirhald
andi lestur.
Óbærilig og perfid
Bókina
hevur
Arnstein
Niclasen skrivað, hon tel
ur 469 bókasíður og er ein
óheiðurlig herðferð ímóti
embætisvaldi, serliga lands
læknanum og sambands
løgmanninum í Føroyum tá,
Kristiani Djurhuus. Hesin sat
í kollegialari ábyrgd í lands
stýri við Fólkaflokkinum.
Og so er tað politiska
valdið í Danmark, sum stend
ur fyri skotum. Gamalt er, at
gjald og vald fylgjast. Hesin
veruleiki virkaði ikki undir
læknastríðnum í Klaksvík.
Hugsi um, at hóast vit tá í
1952 høvdu eina heimastýr
isskipan, so vóru tað alsamt
danir, ið sum felagsmál
sluppu at gjalda, í hesum
føri raksturin av Klaksvíkar
Sjúkrahúsi; men teir skuldu
ikki hava nakað at siga
kortini. Tó so, sum tað sær
út, so umhugsaðu adressu
fólkini ella 95-ararnir at yv
irtaka sjúkrahúsið í Klaks
vík. Tað er alla æru vert,
men eins órealistiskt sum øll
Klaksvíksorrustan, ið setti
bygdina í krígsstøðu.
Hugurin er almikil, tá ein
maður, ið nærkast 80 árum,
er so altráur. Ymiskt er við
ørindunum í slíkum føri.
Henda seinasta bókin er
meira ein roynd at geva "per
sónslýsingar", at spilla út og
karaktermyrða ávísar per
sónar, eftir at onkrir fyrst
eru jaliga umrøddir.
Fyri ordans skyld verður
Kjølbro virðiliga umrøddur
í byrjanini av bókini. Hetta
so neyvt, at ein prædika
hjá honum, hildin í Betes
ta, verður nágreiniliga um
rødd. Men tó bar til hatta
tíðarskeið at lumpa Kjølbro,
sum ivaleyst hevði goldið
stóran part av útreiðslunum,
sum skuldu til fyri at ad
ressufólkið, harímillum and
aligir brøður og arbeiðsfólk
hjá Kjølbro, kundi fremja
sín ágang móti myndugleik
unum, sum komu úr Havn
og ikki minni ímóti egnum
bygdarfólkum - fimmarum,
harímillum
børnum
og
abbabørnum Kjølbros, hvørs
feilur var, at tey ikki høvdu
undirskrivað adressuna. Tí
tá ið 95% stóðu saman, og
fjøldin arbeiddi hjá Kjølbro,
loyvi eg mær at ivast í,
hvussu loyal tey vóru móti
Kjølbro. Her er eisini vert at
nevna, at Klaksvík er upp á
seg størsta brøðrasamkoma í
verðini. Ein deild hjá Kjølbro
- Timburhandilin og verk
staðið har - var beinleiðis
kallað bumbufabrikkin.
Helt byrjanina í bókini
vera hugfarsliga, men longu
á bls. 51 byrjar happingin og
útspillingin av H. D. Joensen.
Mong av ómansligastu
revsilógarbrotunum,
sum
hendu í bygdini, vóru fimm
arar lagdir undir at hava
framt; og hendi nakað uttan
fyri bygdina, sum 95-arar
ikki høvdu tamarhald á, so
var tað landslæknin H. D.
Joensen, ið varð lagdur undir
tað. Hann, Læknafelagið,
danskir
myndugleikar,
føroyskir
myndugleikar
og onnur verða viðgjørd
forhánisliga,
niðrandi
og
happandi. Tá talan er um
landslæknan, so er beinleiðis
talan um karaktermyrðing.
Sama er við danska politik
aranum Viggo Kampmann,
ið m. a. verður happaður fyri
sálarsjúku. Harumframt tyk
ist høvundurin at ganga høgt
upp í, hvussu ofta hesir báðir
vóru giftir.
Illsinnisgleps
Okkurt bendir á, at tað er 60
ára gomul innistongd vreiði
móti ávísum persónum, ið
á perfidan hátt skal festast
á blað. Høvundurin hevur
frítt at fara, tí bæði tey, ið
tóku stig til og høvdu ábyrgd
av hesum óvirðiliga stríði,
liggja undir moldum, og tey,
sum vórðu drigin upp í vegna
starv sítt, kunnu heldur ikki
verja seg av somu grund.
Var bilsin, tá eg fekk bók
ina í hondina. Hvat hava fólk
sum Churchill, Vaslac Havel,
Martin Luther King og Gan
dhi við læknastríðið í Klaks
vík at gera? Eisini tey eru
ein orsøk til, at bókin gerst
so drúgv, eins og yrkingar
og annað, ið eru royndir at
lyfta bókina upp á ment
aligt stig. Í fyrsta umfari
kanska áhugavert at knýta
saman hendingar og gera
sammetingar, tí maðurin
hevur rættiliga lættan penn.
Men løgið at gera so nógv
burtur hesum, tá ymiskt,
sum hendi í Klaksvík, als
ikki sleppur við. Sum frá leið
gerst tó greitt, at hetta meira
snýr seg um hjá høvundi
num at sýnast at vera lisin
mentamaður. Tú gerst ótolin,
og tað kenst sum tíðarspilla.
Kjølbro
hevði
ongan
virknan leiklut í læknastríð
num. Mong hildu annars, at
læknastríðið snúði seg um
at gera upp við stórreiðaran
og stórkeypmannin Kjølbro,
sum átti lívið í mongum norð
oyingi. Kjølbro helt lítið um
ørskapin og skrivaði bein
leiðis til ríkisumboðsmannin
um at fáa endurreist lóg og
landaskil.
Sjálvandi var hann sen
tralur í 50-árunum í Klaks
vík, men beinleiðis at fáa
tulking av eini prædiku
hansara í Betesta tykist
burturvið. Sum frá líður
er tó greitt, hví tað sær so
leiðis út. Í fyrra lagi, tí Kjøl
bro er brøðramaður og skal
umrøðast virðiliga.
Í øðrum lagi, tí hann var
illa viðfarin hesi árini. Tað
vóru arbeiðsfólk hansara
eins og harímillum brøður í
samkomuni, ið høvdu svikið
hann. Tey fóru í mongum
førum bara á goymslurnar
hjá Kjølbro eftir tí, teimum
tørvaði til sabotasju og her
verk.
Av hesum orsøkum kann
verða hent at fara væl um
henda hálvgamla góðvarna
vinnulívsmannin og bróð
urin.
"Halgimennið"
Halvorsen
Snúningsdepilin, sum alt
snýr seg um, er Oluf Halv
orsen, lækni. Hann verður
beinleiðis gjørdur til halgi
menni. Hann hevði syrgilig
an barndóm, pápin stakk av,
og mamman doyði, tá hann
var fimm ár. Vaks upp hjá
abba og ommu síni. Tá hann
var 14, var abbin eisini deyð
ur. Hann hevði eina unnustu,
frá hann var 17.
Lestrarárini á universi
tetinum í Keypmannahavn
Millum halgi
menni, hetjur
og óargadýr
– Hetta er ein hevdnarferð, og tað sigur kanska mest nakað um høvundin. Hjá teimum, sum fara væl av, at onnur
fara illa, er henda bókin uttan iva undirhaldandi lestur, skrivar Karin Kjølbro í sera bersøgnari frásøgn um lækna
stríðið í Klaksvík í kjalarvørrinum á nýggjastu bókini um stríðið, »Herskin herindi«, sum Arnstein Niclasen hevur
skrivað. Kjølbro-familjan var í minnilutanum og varð tí eyðmýkt, happað og kendu tey seg beinleiðis hótt eftir
lívinum
Fyri ein ordans skyld
verður Kjølbro virðiliga
umrøddur í byrjanini. So
neyvt, at ein prædika hjá
honum í Betesda verður
nágreiniliga umrødd