týsdagur 28. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
kjak
gekk hann altíð við haka
krossi (merki nasista) í jakk
areversinum. Hetta elvdi til
harðligt kjak við próvdóm
arar, men tað legði hann
einki í. Tá hann var 21, bað
hann gentuna møta sær á
Ráðhúsplássinum.
Tá hon kom, varð hon
møtt við nøkrum, sum hon
kallar eitt kupp (Asgaard
II, bls. 21). Frammanundan
hevði hon sagt nei til at gift
ast við einum studenti.
Á Ráðhúsplássinum segði
hann henni, at hann var ikki
førur fyri at lesa víðari, um
hann ikki varð giftur her
og nú. Hann hevði avgreitt
vígslulýsing, eins og hann be
dýraði, at hann hevði tosað
við pápa hennara. Hetta við
pápanum var als ikki satt.
Hetta sigur konan frá í somu
samrøðu við Asgaard. Hon
var heimaarbeiðandi kona,
meðan hann las.
Eisini nevnir konan, at
hon græt, tá Halvorsen meld
aði seg inn í nasistaflokkin í
1938, tá var Halvorsen 25 ára
gamal. Í 1939 møtir hann í
nasistabúna til fyrilestur
á sjúkrahúsi. Hesi tíðindi,
at konan græt, og at hon
var gift á løgnan hátt, sum
alt bendir á, at høvundurin
kennir,
tí
hann
skrivar
okkurt av úr bókini hjá
Asgaard, nevnir hann als
ikki. Heldur ikki, at Halvor
sen gekk við hakakrossi í
knappholinum. Haldi hetta
atburðarlag vísir, at Halvor
sen als ikki vísir fyrilit fyri
øðrum fólkum, og als ikki
fyri konuni.
Alt
hetta
nasistavesin
verður kallað ungdómsbekl
av høvundinum, hóast Hal
vorsen var um at vera liðugur
sum lækni; og hann leggur
aftrat, at tey konservativu
ungu í Danmark eisini gingu
í klæðum, sum minti um nas
istabúnan. Tað var líkasum
trendurin. Høvundurin vil
gera hetta til nakað vanligt,
sum hoyrdi tíðini til.
Konan nevnir annars, at
Halvorsen hevði brúk fyri
henni at tosa fyri seg, tí tað
lá ikki so væl fyri hjá honum.
Rætt hevði hon. Hann var
stívrendur og treiskur og ikki
flættandi við, og tað var ikki
minsta orsøkin til, at alt fór
upp í ein strúgva. Hann visti
frammanundan, at starvið
í Klaksvík bert var fyribils.
Tað hevði landslæknin sagt
við hann, og sama var sagt
við hann á vitjan hjá komm
unulæknanum í Fuglafirði,
Jacob Højgaard, sum eisini
var formaður í læknafel
agnum. Avtala var gjørd
frammanundan um, at hann
bert skuldi verða fyribils í
Klaksvík. Áðrenn hann kom
til Føroyar, var hann burtur
vístur frá starvi, hann hevði
søkt í Grønland, av somu
grund.
Limaskapurin í nasista
flokkinum vardi til januar
1941, 9 mánaðir eftir at Dan
mark varð hersett. Tað var
hesin leikluturin sum nas
istur, ið var orsøk til, at
danska læknafelagið setti
eina serliga nevnd at kanna
viðurskiftini hjá hesum limi
í læknafelagnum. Nevndin
átalaði henda leiklut, og
álegði honum at gjalda 601
krónur til læknafelagið fyri
gerðarrættararbeiðið.
Hal
vorsen noktaði at gjalda, tí
tað vildi verið at viðgingið,
at hann hevði gjørt nakað
skeivt, sum hann als ikki helt
seg at hava gjørt. Tess vegna
varð hann koyrdur úr lækna
felagnum.
Hetta er kjarnin í máli
num. Ivaleyst søkti hann
starv í Grønlandi og Føroy
um, tí hann hevði tað trupult
í Danmark. Mong halda, at
onki mál var, um Halvorsen
rindaði
hasa
rokningina.
Í staðin helt hann klaks
víkingar sum gíslar.
Avleiðingarnar
vóru
lagnutungar, men kundu
verið ógvuliga nógv verri
við álvarsligari avleiðingum.
Føroya Landsstýri sendi boð
eftir hjálp úr Danmark, og
danir sendu at enda politi
skip og síðani krígsskip til
Føroya, sum teir aldri áð
ur høvdu gjørt við nakran
landspart í egnum ríki.
Hesum
hevði
Føroya
Landsstýri,
myndað
av
sambandsflokkinum
og
fólkaflokkinum og seinni
eisini sjálvstýrisflokkinum,
ábyrgdina av.
Skendsk niðran
Ongastaðni vístu adressu
fólk fyrilit fyri, at sjúkrahús
verkið var felags málsøki,
og at tveir limir í sjúkra
hússtýrinum, ríkisumboðs
maðurin og landslæknin,
sum natúrligt er, vóru til
nevndir av danska innanrík
ismálaráðnum.
Hesar báðar brýggjar høv
undurin seg ikki um. Hann
er niðrandi, forhánisligur og
karaktermyrðandi. Sama er
við formanni læknafelagsins,
Jacob Højgaard. Vit fáa at
vita, at landslæknin hevur
verið giftur tríggjar ferðir,
hevur yrkt eina yrking til
dóttrina í 1953, og at tað
helst er tað eymasta, hesin
yvirhøvur hevur avrikað.
Kallar seg Hanus, tí hann
er
tjóðveldismaður
um
ein háls, hóast hann eitur
Hans. Hevur skrivað dokt
araritgerð um týdningin av
bróstamjólk fyri pinkubørn
- "sum ikki kom so óvart á
mangar mammur og brósta
børn..." Hvør skal siga lítis
vert
og
púra
óneyðugt
arbeiði. Um Højgaard verð
ur millum annað sagt, at
hann útskrivaði locusil -
eisini uttan at fólk høvdu
bløðrubruna.
Landslækn
in og Højgaard verða eyk
nevndir á grovasta hátt og
niðurgjørdir út um alt mark.
Sum prikkurin yvir i'ið tulkar
høvundurin handfaringina
av læknalyftinum. Í hansara
verð er tað bert Halvorsen, ið
heldur læknalyftið.
Givið er, at eins og ávísir
95-arar og Halvorsen sjálvur
vóru dømdir at rinda end
urgjald til læknan, Eivind
Rubek Nielsen, fyri ærumeið
ing, so hevði Arnstein Niclas
sen ivaleyst eisini verið
dømdur at rinda endurgjald
fyri ærumeiðing og bakbit
bæði til landslæknan og
Højgaard lækna, táverandi
løgmann Kristian Djurhuus
eins og ríkisumboðsmannin,
umframt Viggo Kampmann,
statsministara, og aðrar, um
teir enn vóru á lívi.
Tað
verður
beinleiðis
brotið inn á heiðursmannin
Paula Dahl, yvirlækna, með
an hann er til arbeiðis á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og
hann verður beinleiðis rikin
og borin út, tá hann skuldi
avloysa Halvorsen. Áðrenn
tað kom hartil, hevði hann
hitt
sjúklingar,
ið
vóru
komnir at hitta Halvorsen,
men noktaðu at siga Dahl,
Juni 1992: Mamma mín, Turið, við ommusoninum Hanusi og
abba hansara Hans Debes Joensen, fyrrverandi landslækni.
Tey bæði fingu hvør sín ymiska leiklut í Læknastríðnum
Eisini verður nógv
gjørt burturúr, hvør av
læknunum drakk brenn
ivín. Slatur og sleyg
verður rúmliga umrøtt
Ein kend mynd frá
Klaksvíksstríðnum. Maður
við byrsu á vaðhaldi. Á vágni
síggjast Svínoyarbjarni og
Barmur