týsdagur 28. november 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
hví tey vóru komin til lækna.
Her sigur høvundurin ikki
eitt orð um at halda lækna
lyftið undir slíkum umstøð
um.
Eisini verður nógv gjørt
burturúr, hvør av læknunum
drakk brennivín. Slatur og
sleyg verður rúmliga um
røtt. Og flestallur yvirgang
ur, millum annað herverk
móti møblum Rubek Niels
ens eins og bumban, ið lá í
húsunum hjá Hákuni Djur
huus, var framdur av fimm
arum. Høvundurin nevn
ir onki um, at ein stórur
steinur, blakaður ígjøgnum
vindeygað, ein morgun lá á
koddanum hjá elstu dóttur
Kal Jacobsen, ið var fimmari
og
úr
brøðrasamkomuni.
Var gentan í songini hevði
hon ligið eftirá. Hetta vistu
vit bert, tí gentan var syst
kinabarn
okkara
syst
kinabørn.
Einki
útvarp
var,
so
revsilógarbrotini
komu sjáldan alment fram.
Christoffer
Jensen
sigur
í síni bók, s. 237, "at nakr
ir flippumenn, sum stóðu
Monopolinum nær (t. e.
Kjølbro).., stóðu við fotogra
fiapparati og ætlaðu at taka
myndir av uppreistrarmonn
unum. Tað endaði við, at fot
ografiapparatið var tikið frá
teimum og teir so avbuk
aðir..."
Óreiðiligur høvundur
Høvundurin
hevur,
sum
áður nevnt, frítt at fara, tí
flestøll eru deyð, ið sum
vaksin tóku stig til og høvdu
ábyrgd av hesi sorgarsøgu í
Klaksvík, og somuleiðis tey,
ið vildu royna at fáa skil á. Tó
eru nøkur, ið vóru børn tá, ið
livdu við sálarkvølum bæði
tá og aftaná. Samanborið
við neyvleikan og eymleikan
mótvegis læknanum Halvor
sen og familju hansara, so er
ongin áhugi fyri, hvussu ávís
onnur børn í Klaksvík høvdu
tað.
Skelkað eri eg um børnini
hjá
kommunulæknanum,
Einari Lund, sum kom til
Klaksvíkar,
tá
Halvorsen
var farin. Yngri sonurin
skrivar í bókini hjá Asgaard
s. 71 í hjartaskerandi grein
ini, Min skolevej i Klaksvig-
spidsrodvejen, um happing
og ágang á skúlavegnum, í
skúlanum - og inni í flokk
inum frá einari lærarinnu.
Og so knappliga ein dag
verður bankað á dyrnar í
flokkinum, har skúlastjórin
og ágangandi lærarinnan
geva boð um, at nú halda
tey, at ágangurin er farin út
um mark, og tí skulu hann
og beiggin sleppa út at rógva
við skúlastjóranum; onki
um at nakað skuldi gerast
við happingina og ágangin.
Henda frágreiðing átti at
verið undirvísingartilfar á
Føroya Læraraskúla.
Tá nú Arnstein Niclasen
er so drúgvur í síni bók,
kundi hann nevnt yvirgang
adressumanna móti friðar
fólkum, eisini vaksnum. Rópt
var bæði eftir Lund lækna og
konuni: "Hiposvin - dumme
danske svin" og mangt ann
að. Tá fólk ringdu og bóðu
um læknahjálp, kundu tey
siga: "Kom herover, dit dum
me danske svin". Eisini hendi
tað, tá hann hevði verið á
sjúkravitjan, at forðing var
sett upp, so hann ikki slapp
avstað aftur við bilinum,
eins og tað einaferð var sett
ein blandimaskina aftan fyri
bilin, tá hann stóð uttan fyri
sjúkrahúsið. Sambært somu
bók hjá F. Asgaard sigur
Einar Lund, at á bygd varð
hann væl móttikin.
"Hetjur" og
eirindarleys happing
Hetta var viðferðin, ið vardi
leingi - eisini eftir at Halvor
sen var farin. Okkurt er so
ólíkligt, at eg troysti mær ikki
at nevna tað. Eins happandi
og niðrandi vóru fimmarar
og børn teirra viðfarin. Sum
barn úr slíkum heimi upp
livdi eg, at pápi kendi seg so
álvarsliga hóttan eftir lívi
num, tí hann varðaði av og
vildi verja virkið hjá Kjølbro,
at vit uttan freist vórðu
flutt í loyndum úr Klaksvík.
Mamma mín, Turið, við fýra
børnum 13, 11, 8 og 4 ár og
mostir okkara, og eitt syst
kinabarn, Jógvan, og teirra
arbeiðskona. Siglast kundi
hvørki inn ella út úr Klaksvík
vegna 95-ara avsperring við
skipum og tunnum. Klokkan
var trýkorter til seks. Vit
vóru við at rigga til nátturða.
Maðurin, ið kom eftir okkum
segði við boðum frá pápa,
at vit skuldu vera norðuri í
Ánunum klokkan 6. Vit fóru
sum vit stóðu og illa ílatin.
Komin norð í Ánirnar gingu
vit oman í fjøruna norðan
fyri avsperringina, har ein
jolla lá, tók okkum umborð
og flutti okkum út á Grunn
ing (eitt skip hjá Kjølbro), ið
lá og bíðaði. Minnist serliga
væl váta grasið, tí eg var í
inniskóm, og at vit gingu í
tøgn. Komin í jolluna, kom
herur av ýlandi ótangum
(vaksnir menn). Allarhelst
hevði onkur 95-ari á virki
num hjá Kjølbro boðað frá.
Tað kendist svárt, at eg kendi
onkran, sum hevði sitið væl
inni hjá foreldrum mínum.
Fyrst fóru teir at lyfta bilin
hjá pápa, sum teir sveiggjaðu
út og inn, sum um teir vildu
blaka hann oman. Síðani
fóru onkrir at rulla grót. Men
vit vóru nú komin so langt út
frá, at teir rukku okkum ikki.
Illveður var.
Tá vit komu til Fugla
fjarðar og løgdu at har, stóð
havnarfútin fyri okkum og
forðaði og noktaði okkum at
koma í land (eftit boðum úr
Klaksvík?). Skiparin, Hans á
Varpinum, segði tá, at hann
fór ikki avstað aftur við
kvinnum og børnum í hesum
ódnarveðrinum. Tessvegna
endaði tað við, at vit sluppu
í land, og pápi fór aftur til
Klasvíkar við Grunningi.
Eftir 14 dagar inni á Skála
komu vit aftur til Klaksvíkar.
Tað fyrsta mamma segði, tá
ið vit vóru heima aftur, var,
at "nú leggja vit hetta aftur
um okkum, tí vit skulu liva
aftur millum hesi fólkini í
Klaksvík". Hetta helt hon til
sín doyggjandi dag. Minnist
ikki, at tað nakrantíð var tik
ið til umrøðu aftur í heimi
num.
Mamma kundi annars
havt loypt øði í grindina, um
hon læt seg interviewa av
tíðindafólkum bæði í telefon
úr Keypmannahavn, eins og
tíðindafólkum av Parkeston
(danska skipið við løgreglu
fólkum og hundum), ið lá á
Skálafjørðinum, sum knapp
liga stóðu á trappuni hjá okk
um á Skála. Teir ikki so mikið
sum sluppu at síggja hana.
Hon var loyal móti sínum
bygdarfólkum.
Happingin helt tó fram
við rópum og tramansskapi.
Fyrstu
norðoyastevnuna
aftaná útlegdina var eg á
vegnum við nýggjum mynd
atóli. Meðan eg tók mynd av
skrúðgonguni, kom ein ung
lingi, hoyrandi til brøðurnar í
Klaksvík. Hann langaði niður
á myndatólið, so tað fór í
smæsta smildur.
Javnaldrin
og
systkinabarnið,
Anders,
fyrrverandi
røntgenyvir
lækni á Landssjúkrahúsinum
og abbasonur Kjølbro, gekk
eitt skifti í skúla í Klaksvík.
Hann sigur við Ólav Ras
mussen í samrøðu við sjón
varpið um læknastríðið, at
hann kendi seg tá so hóttan,
at hann tordi illa út í fríkort
erinum.
Hoyrdi nýliga eitt 95-ara
barn frá fimmtiárunum orða
seg um læknastríðið. Hann
nevndi, at hann visti lítið
og onki. Fylgdi ikki so væl
við, "tí vit vóru upptikin av
fótbólti og ítrótti og gingu í
dans. Tað vóru meira brøðra
børn, ið vóru virkin, tey
sluppu ikki til ítrótt og dans,
tí tað var synd - í øllum før
um tá".
Men hví skuldu vit av
bygdini so brádliga? Pápi
mín, Poul Nolsøe Kjølbro,
var altíð ein fáorðaður og
munnstillur maður. Hann
dugdi væl at skriva eins og
at tekna og mála. Tøkniligt
skil hevði hann sum fáur.
Um sama mundið Klaks
víkin verður avsperrað, tí
Parkeston var á veg til Før
oyar, er ein farmabátur hjá
Kjølbro komin við krúti, tí
Kjølbro skuldi reka hvala
støðina við Áir 1955-1958.
Knappliga verður ringt til
pápa (Kjølbro og eldri sonur
in vóru burturstaddir), at
menn eru farnir umborð á
Polo, og eru lagstir á krútið.
Hann fer umborð og verður
hóttur við skotvápni (henda
søga er ikki váttað). Hetta er
sama dag, sum hann ger av
at fáa familjuna av bygdini
og so brádliga, at vit als ikki
fingu umrátt okkum.
"Óargadýrið"
landslæknin
Hans Debes Joensen (HDJ),
tá landslækni í Føroyum, las
saman við Halvorsen. Teir
vóru báðir lidnir í 1939. Hann
var landslækni frá 1949. Sum
skilst heldur høvundurin, at
landslæknin var øvundsjúk
ur inn á dugnaskap Halvor
sens. Men Arnstein Nicla
sen sigur onki ítøkiligt um,
hvat "øvundsjúkan" mundi
snúgva seg um. Nevnt verð
ur okkurt hálovandi um Hal
vorsen; men um HDJ einans
tað, at hann hevði verið
kommunulækni onkustaðni í
Føroyum. Høvundurin kundi
hugt í algongdar danskar
uppslagsbøkur og sagt um
yrkisleið HDJs frá 1936-1956,
men tað hóvar ikki Arnsteini
Niclasen.
HDJ
var
óvanliga
gávuríkur maður. Flutti heim
eftir krígslok. Hann hevði
alsk og tokka til menniskju,
móðurmál og móðurland.
Hann
spilti
ikki
tíðina
burtur. Um nakar her á landi,
so var hann ímyndin av rætt
stundis nærlagni. Áðrenn
hann møtti á Sjómansskúla
num gerandisdagar klokkan
8, hevði hann longu arbeitt
í embætinum ein tíma á
morgni. Av Sjómansskúla
num í Kommunuskúlan at
vera skúlalækni. Áftan á døg
urða í embætið og seinna
partin niðan á Fróðskap
arsetrið, har hann arbeiddi
til klokkan 5, og so aftur til
arbeiðis í embætinum, har
hann arbeiddi alt kvøldið.
Dag um dag - ár um ár.
Hóast eg havi livað undir
taki við HDJ í drúgva tíð
við trimum smábørnum, sá
eg hann ongantíð óvirknan
- sat altíð við skriviborðið
og arbeiddi. Inn ímillum alt
hetta var hann eisini lærari
á
sjúkrasystraskúlanum.
Flest allir næmingar hansara
minnast hann við gleði og
virðing. Tey høvdu stórt álit
á honum. Arnstein Niclasen
heldur HDJ arbeiða so nógv,
tí hann er óður eftir verðini.
Dugir ikki at ímynda sær, at
tað var Føroya framtíð, ið
var hansara eitt og alt. Eftir
at hann gavst, var trupult at
fáa fólk til skúlalækna og til
lærara á Sjómansskúlanum
og á Sjúkrasystraskúlanum,
og tí er alt umlagt. Sama er
við landslæknaembætinum.
Flestallir føroyskir læknar
vita, at hatta er ein uriaspost
ur, har lønin samsvarar eina
yvirlæknaløn.
Umframt alt hetta so var
hann íverksetari innan list,
vísindi,
hægri
skúlaskap,
sjúkupolitikk og almanna
politikk; og so skrivaði hann
fródligar greinar, lærubøk
ur, yrkti alt lívið frá tí hann
var á studentaskúla í Dan
mark, og til hann nærkaðist
kappaaldri. Hann náði meg,
Yvirgangurin og revsilógarbrot
ini sum partur av einum upprunaliga
borgaraligum stríði kann sigast at
hava verið eitt samstarvssveinastykki
hjá brøðrum og kirkju/missiónsfólk
um í myrkursins gerningum
Viggo Kampmann kemur í land av danska herskipinum Rolf Krake. Karin Kjølbro skrivar, at Viggo Kampmann í bókini m. a.
verður happaður fyri sálarsjúku. Harumframt tykist høvundurin at ganga høgt upp í, hvussu ofta hann hevur verið giftur